40.000 krónur upp í royk um mánaðin

NÆRVERKIÐ Hvønn einasta mánaða rindar Nærverkið 40.000 krónur í leigu til eini hús, sum als ikki verða brúkt og tað skal Nærverkið gera í hálvtannað ár afturat

Er tað nakar almennur stovnur, sum er við hokna undan sparingum á fíggjarlógini, er tað Nærverkið.
Hetta er samstundis tann stovnur, har sparingar raka teir veikastu samfelagsbólkarnar, allar harðast, bæði fólk við breki, menningartarni, gomul fólk, sum hava brúk fyri heimahjálp og so frameftir.
Og vit hoyra dag og dagliga um avleiðingar, sparingar í Nærverkinum hava fyri hesar samfelagsbólkar.
Tí tykist tað at vera í andskræmiligari andsøgn við fíggjarligu støðuna hjá Nærverkinum, at stovnurin brúkar 40.000 krónur í leigu til eitt hús- sum als ikki verða brúkt.
Nærverkið leigar nevniliga húsið á Argjaboðagøtu 7 á Argjum og rindar 40.000 krónur um mánaðin í leigu.
Húsið skuldi brúkast til ymiskt virksemi undir Nærverkinum, eitt nú Stuðulsfólkaskipanina, skrivstovu og annað.
Tilsamans er talan um trý leigumál í sama húsið. Eitt leigumál kostar 10.592 krónur um mánaðin, eitt annað kostar 18.700 krónur um mánaðin og tað triðja kostar 10.342 krónur um mánaðin.
Tilsamans er sostatt talan um eina útreiðslu upp á 39.634 krónur til leigu um mánaðin fyri eini hús, sum ikki verða brúkt.
Leigan svarar til ein prís upp á ímillum 775 og 850 krónur fyri fermeturin.
Tveir av leigusátmálunum vórðu undirskrivaðir tíðliga í 2008 og tann triði varð undirskrivaður beint fyri jól í 2009, so teir eru rættiliga nýggir.

Virksemið flutt
Men Nærverkið brúkar ikki húsið, tí í heyst varð alt virksemið, stovnurin hevði í teimum, flutt niðan í húsið, har Dimmalætting helt til.
Har er ymiskt virksemi hjá Nærverkinum savnað á einum staði.
Eftir leigusáttmálunum, sum Sosialurin hevur fingið innlit í, kunnu teir ikki sigast upp fyrrenn 1. juni í 2012 og eru sostatt galdandi í hálvtannað ár afturat.
Í ringasta føri sleppur Nærverkið sostatt ikki burtur úr sáttmálanum fyrrenn um hálvtannað ár.
Vit ætlaðu at spyrja Mary í Garði, stjóra í Nærverkinum, hvussu tey eru komin í ta støðu, at tey betala 40.000 krónur um mánaðin í leigu fyri eitt hús, tey ikki brúka og, hvussu hon kann forsvara tað, tá ið hugsað verður um allar sparingarnar, sum eru settar í verk í Nærverkinum.
Men hon hevur ikki verið at hitta í dag.
Landsstýriskvinnan í Almannamálum, Rósa Samuelsen, hevur heldur ikki verið at hitta.

Leita eftir nýggjum leigara
Rasmus Magnussen, sum eigur húsið á Argjabogagøtu 7, hevur ikki nógvar viðmerkingar til málið.
Men hann sigur, at roynt verður nú at finna nýggjar leigarar til húsið.
Eydnast tað, verður Nærverkið loyst úr sáttmálanum.
Eydnast tað ikki, er Nærverkið hinvegin bundið av sáttmálanum og sleppur ikki burtur úr honum fyrrenn 1. juli í 2012.