Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at tey nýliga hava fingið fráboðanina, og at tey hava sent sløkkiliðið á staðið. - Fráboðanin, sum vit hava fingið, er, at tað er eldur í einum trucki hjá virkinum [...] Spurdur, um truckurin er úti ella inni á virkinum, sigur vaktleiðarin, at tað er hann ikki fullvísur í beint í løtuni. Sagt verður av Toftum, at løgregla og sjúkrabilur eisini eru á staðnum, og líkt er til,
løgreglustøðini í Havn visti í morgun at siga, at tey sendu MRCC at kanna málið. - Men, her vísti tað seg, at ein maður var í bátinum. Hann var við hemaralínu, og alt visti væl við umborð. Á løgreglustøðini fegnast [...] Í gjár fekk løgreglan eina fráboðan av Viðareiði. - Tey sóu ein bát liggja millum Viðoynna og Fugloynna, tó nærri Viðoynni, og tey dugdu ikki at síggja, at nakar var í bátinum. Vaktleiðarin á løgreglustøðini [...] fegnast tey um, at fólk eru árvarkin og fylgja við, hvat gongur fyri seg. - Í hesum førinum var tíbetur alt í lagi, men tað kundi so skjótt verið, at okkurt var, leggur vaktleiðarin aftrat.
roykávaringin í nýggja H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum í gongd, tí arbeiðsmenn høvdu brúkt vinkulslípara. Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn visti í morgun at siga, at aftur í gjár var roykávaring í nýggja [...] nýggja bygninginum. - Hesaferð vísti tað seg at vera ein feilur í teknisku skipanini, og slíkt er ikki óvanligt, tá tú hevur við nýggjar skipanir at gera. Løgreglan sigur, at tíbetur var hvørki roykur ella [...] sjálvsagt farið á staðið. Tað er fantastiskt við slíkum sjálvvirkandi skipanum, og tað er betur, at tær eru í gongd einaferð ov nógv - enn einaferð ov lítið.
Løgreglan sigur, at tað var nakað av fólki í býnum í Havn í nátt, og nakrar ferðir legði løgreglan ímillum, tá illstøður vóru við at taka seg upp. - Vit vóru sjónligir í náttarlívinum, og tað vísti seg, at [...] Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at løgreglan hjálpti onkrum til hús, sum var drukkin, men eingin endaði inni á støðini at sova rúsin av sær. - Sum er, hava vit einki harðskapsmál í nátt, men vit vita [...] vita sjálvsagt ikki, um okkurt mál kann koma, tá fólk eru í býnum, sigur løgreglan í morgun.
Soleiðis spyrja tey í Sjónleikarhúsinum í Havn. Men eingin kabarett kemur av sær sjálvum. Tað skulu fólk til, sum hava hugflog, humor og áræði. Og teimum sóknast vit eftir nú. Hava vit ikki flent, undrast [...] undrast og verið skelkað av tí sum farið er framm hetta seinasta árið? Vit ivast ikki í at onkur situr við eini rúgvu av hugskotum, og hava hug at royna seg, so haldið tykkum ikki aftur - sendið teldupost
frættist nú, at semingsmaðurin er á fundi við arbeiðarafeløgini í verkfalli í hølunum hjá Havnar Arbeiðsmannafelag á Tinghúsvegnum í Havn. Hann hevur eisini samband við arbeiðsgevararnar. Higartil hava [...] »tilboðið«, sum Heri Reynheim orðaði seg á in.fo í gjár upp á 14,6 prosent, men tað var tí, at talan var um eitt tilboð í friðartíð. Nú er kravið um 15 prosent í lønarhækking. [...] hava bara arbeiðsgevararnir slakað og eru farnir frá 9 prosentum í lønarhækking til at góðtaka eina lønarhækking, sum er oman fyri 12 prosent. Arbeiðarafeløgini halda fast við síni krøv, sum nú eru hægri,
allar flestu. Klokkan 21:53 fær løgreglan fráboðan um ein aggressivan persón framman fyri Burn í miðbýnum í Havn. Hetta var ein føroyingur, og hann fær bót fyri brot á skilhaldsreglurnar, tí hann var óbehagiligur [...] Á flogvøllinum vóru 70-80 fjepparar frá kroatiska fótbóltsliðnum Hajduk Split, og í tí sambandi vóru løgreglumenn mannsterkir til staðar frá klokkan 08, inntil kroatarnir fóru av landinum. Har var einki
grannauppgerðini í Havn mikukvøldið. Eina løtu bóru tey í B36 eisini ótta fyri, at talan var um beinbrot, men so álvarsligt er tað neyvan. Men sum skilst, so hevur Ingi toygt nøkur liðbond í knænum, og tað [...] hevur árstalsfelagið bæði Fróða Benjaminsen og Alex dos Santos leikbannaðan, og tí er einki at ivast í, at fingrarnir verða krossaðir fyri at skaðin hjá Inga ikki verður drúgvur.
Á aðalfundinum í mars bar Heðin M. Klein seg undan afturvali. Hann var nevndarlimur í Norrøna Felagnum í Føroyum í 22 ár. Fyri hann varð Elin Michelsen vald í nevndina. Hallstein Sigurðsson varð afturvaldur [...] afturvaldur. Hini í nevndini eru Kári á Rógvi og Eyrith Leyni. Slættanes Seinasta freist hjá limunum at tekna seg til útferðina hjá Norrøna Felagnum í Føroyum til Slættanes leygardagin 17.juni er 8. mai [...] mai. Farið verður við bussi úr Havn til Sørvágs, haðani siglt verður norðurum til Slættanes. Eftir steðgin á Slættanesi verður siglt á Oyrargjógv og so við bussi aftur til Havnar.
Í annaðkvøld fer Michael Jacobæus, landslagsarkitektur í Havn at fortelja um hvussu vit fyrireika urtagarðin til summarið Tað er Sunda Bákasavn, sum ver karmur um várligan fyrilestur klokkan 19 í annaðkvøld [...] annaðkvøld, mikukvøldið Í frásøgn síni sigur landslagsarkitekturin frá um várið í urtagarðinum, og um, hvussu vit fyrireika urtagarðin til summarið. Michael Jacobeus er gartnari hjá Tórshavnar Kommunu og tey [...] tey, sum sita og lurta á bókasavninum á Sundi, eru sjálvandi vælkomin at spyrja hann um mangt og hvat í hesum sambandi. Eins og vanligt er, tá ið tiltøk eru á bókasavninum, eru øll vælkomin at lána eina bók