Á aðalfundinum í mars bar Heðin M. Klein seg undan afturvali. Hann var nevndarlimur í Norrøna Felagnum í Føroyum í 22 ár. Fyri hann varð Elin Michelsen vald í nevndina.
Hallstein Sigurðsson varð afturvaldur. Hini í nevndini eru Kári á Rógvi og Eyrith Leyni.
Slættanes
Seinasta freist hjá limunum at tekna seg til útferðina hjá Norrøna Felagnum í Føroyum til Slættanes leygardagin 17.juni er 8. mai.
Farið verður við bussi úr Havn til Sørvágs, haðani siglt verður norðurum til Slættanes. Eftir steðgin á Slættanesi verður siglt á Oyrargjógv og so við bussi aftur til Havnar.