Fyri løtu síðan sást roykur við saltfiskavirkið hjá Faroe Origin á Toftum, og at síggja til runnu fólk við eldsløkkjarum.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at tey nýliga hava fingið fráboðanina, og at tey hava sent sløkkiliðið á staðið.
- Fráboðanin, sum vit hava fingið, er, at tað er eldur í einum trucki hjá virkinum Faroe Origin á Toftum.
Spurdur, um truckurin er úti ella inni á virkinum, sigur vaktleiðarin, at tað er hann ikki fullvísur í beint í løtuni.
Sagt verður av Toftum, at løgregla og sjúkrabilur eisini eru á staðnum, og líkt er til, at tamarhald er á støðuni.
##med2##
##med3##
##med4##