Tað tóktist heilt álvarsligt, tá Ingi Højsted varð borin av vøllinum eftir bert 11 minuttum av grannauppgerðini í Havn mikukvøldið.
Eina løtu bóru tey í B36 eisini ótta fyri, at talan var um beinbrot, men so álvarsligt er tað neyvan. Men sum skilst, so hevur Ingi toygt nøkur liðbond í knænum, og tað er helst ivasamt, hvørt hann er tøkur, tá B36 um 10 dagar fær vitjan av EB/Streymi. Til tann dystin hevur árstalsfelagið bæði Fróða Benjaminsen og Alex dos Santos leikbannaðan, og tí er einki at ivast í, at fingrarnir verða krossaðir fyri at skaðin hjá Inga ikki verður drúgvur.