Í annaðkvøld fer Michael Jacobæus, landslagsarkitektur í Havn at fortelja um hvussu vit fyrireika urtagarðin til summarið Tað er Sunda Bákasavn, sum ver karmur um várligan fyrilestur klokkan 19 í annaðkvøld, mikukvøldið
Í frásøgn síni sigur landslagsarkitekturin frá um várið í urtagarðinum, og um, hvussu vit fyrireika urtagarðin til summarið.
Michael Jacobeus er gartnari hjá Tórshavnar Kommunu og tey, sum sita og lurta á bókasavninum á Sundi, eru sjálvandi vælkomin at spyrja hann um mangt og hvat í hesum sambandi.
Eins og vanligt er, tá ið tiltøk eru á bókasavninum, eru øll vælkomin at lána eina bók og sjálvandi er eisini ein drekkamunnur á skránni, sigur Bòkasavnið.