kvotu, teimum er tillutað, antin hon er stór ella lítil. Seinasti bólkurin er ein skurvblanding av veiðuførum, sum einki hava felags, hvørki tá ið tað kemur til veiðuhátt ella -evni. Tað er hvørjum vitandi [...] pini, sum er ein kombinatión, ið partvís virka eftir vanligum marknaðartreytum. Fyri makrelin er tó galdandi nú, at hann so ella so skal um føroyskan bryggjukant. Felags fyri henda bólkin er tó, at góðskan [...] uttanifrá, so er tað í mongum førum ein mettaður marknaður, sum skip og bátar av myndugleikunum eru noydd at selja á. Prísurin er eisini hareftir, ikki minst tí tað fyri summar keyparar er líka mikið,
teymar, tá hon skuldi skriva bókina og er sloppin at lesa nógv av tí, Ruth Smith skrivaði. Sostatt er talan um sonevndar beinleiðis keldur frá fyrstu hond. Her er talan m.a. um dagbøkurnar, sum bæði eru [...] vatnlitamyndir verða at síggja. Stórur áhugi er fyri hesi framsýning, og umboð fyri m.ø. Jyllands-Posten hava longu verið og hugt eftir, meðan framsýningin er vorðin til. Í hesum sambandi gevur Listasavnið [...] at fáa so góðar litir sum gjørligt á løriftið. Sjálv metir Dagmar Warming, at Torbjørn Olsen er tann føroyski málarin í dag, sum kann sigast at hava tikið arvin upp eftir Ruth Smith við sínum litspæli í
Effersøe og Boðasteinur. Álitið hjá hesum skipunum er leiðin á Mykinesgrunninum. Um teir ikki fáa frið at royna har, er grundarlagið í vanda. Breiða semja er um hetta málið millum menn á hesum bátunum. Jørgen [...] Jørgen Niclasen á. Bjarki Berg er tó ikki nøgdur við tær kanningar, ið eru gjørdar. Hann vísir á, at tær skulu gerast um náttina og ikki bara um dagin, sum vanligt er. Orsøkin er, at kongafiskurin svimur uppi [...] norður á Fugloyarbanka. Henda leiðin er nú deyð fyri kongafisk, eftir at russiskir trolarar hava verið har við flótitroli, sigur Bjarki Berg. Í dag eru eini átta føroyski djúpvatnstrolarar, ið royna vestanfyri
og tað er torført at siga, hvat var best at hoyra. I Cry er bara góður - altíð, men tað, sum rørdi meg mest hetta leygarkvøldið á sandinum, var Down in the Lowlands - de profundis - , sum er um at rópa [...] betri skrá enn tann sama fyri meg. Tað er sum tá Birgar Jóhannesen spælir 60-ára tónleik - hatta rakti beint á tað, sum eg lurtaði eftir í mínum yngru døgum, og tað er líka gott enn. Eitt lag hevði eg ikki [...] festivaløkinum, og hann flenti óført. Tað kendist so tómt, tá Russ Taff fór av pallinum seinastu ferð. Tómt er á ein hátt ikki rætta orðið, tí tá tú hevur fingið nakað gott, kann tað ikki vera tómt. Men tað var
og Høgni Egilstoft Nielsen. Báðir spæla fyri IM-normum. Einasti føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, er ikki við. Eftir styrkitølunum er hann javnsterkur við teir bestu av útlendsku stórmeistarunum í [...] og Oleg Korneev, sum er úr Russlandi, men býr og umboðar Spania, skrivar Talvsambandið í tíðindaskrivi. Síðani eru fimm telvarar javnir á triðja plássi við trimum stigum hvør. Her finna vit tveir føroyingar [...] telvað javnt móti tveimum av útlendingunum. Annar er ukrainski stórmeistarin Vitaly Sivuk, sum sjálvurannar hevur hægsta styrkitalið í kappingini, hin er íslendski altjóða meistarin Gudmundur Kjartansson
í Oslo. Hetta er ein av býarpartur í Oslo, har nógv múgvandi búgva, og vanliga er tað friðarligt her. Nygaard skal seta seg í sín grøna Citroen, tá hann varnast, at vinstra framhjól er punkterað. Hann [...] bókina ?Attentatet?, sum er ein roynd at lýsa Nygaard-málið so væl sum møguligt. Søgan byrjar mánamorgunin 11. Oktober 1993. William Nygaard, sum er stjóri í forlagnum Aschehoug, er á veg til arbeiðis. Hann [...] hansara er at ringja til Falken, meðan hann bíðar eftir hýruvogninum. Tá hann so tekur fartelefonina og skal ringja til eftir hýruvogninum, kennir hann eina øgiliga pínu. Tá hann eina løtu seinni er komin
drigid er, er greitt at ein ikki hevði vunnið. Antin hevur ein vunnið ella ikki - eingin 67% ella 83% vinnur. Hetta eru fortreytirnar fyri oljuvinnuni. Talan er um eina vinnu har stór óvissa er um úrslitið [...] virksemi, og ivasamt er um tað yvirhøvur er gjørligt at meta um slík árin við teimum stóru óvissum ið eru. Um talan er um stórar óvissur í at útrokna ta beinleiðis inntøkuna til landið, so er talan um enn størri [...] núverandi føroyski búskapurin er nógv ávirkaður av oljuprísum. Til dømis verður nógv olja nýtt til fiskiskip, farmaflutning og orkuframleiðslu. Hetta viðførir at tá oljuprísurin er høgur, so er t.d. dýrt
felagið og meg, so er tað eg, sum standi við evstu ábyrgdini. Eg havi fulla ábyrgd nú, og tað er gevandi. ÍF Føroyar er eisini spennandi á tann hátt, at hetta er sum eitt landslið. Her koma leikarar úr øllum [...] hálvleik ella tíggju minuttir, tað vóni eg ber til, ti tað er har, eg havi følt meg best, og tað er har, eg havi blomstrað, sigur Christian Høgni, sum er NSÍ'ari um ein háls, hóast hann hevur umboðað fimm onnur [...] landskappingardyst í Keypmannahavnarseriuni í Danmark. - Hetta er ein spennandi avbjóðing. At skipa venjingar og gera taktisk upplegg fyri vaksnar menn, er ikki sum at standa á odda fyri nøkrum smádreingjum. Hesir
bestu deildina vildi venjarin millum annað styrkja málverjasessin, og ynskið hjá venjaranum var her føroyski málverjin í Herfølge. Ein áhugi, sum hann í dag váttar var rættiliga ítøkiligur. - Vit skuldu [...] veruliga var farið fram. Hann segði mær, at Hibernian vóru til reiðar at rinda 2 milliónir, og tað er sjálvandi keðiligt at fáa slíkt at vita seinni. - Seinni hetta árið spurdi Wegner meg, um eg møguliga
Edmund Joensen sigur, at hetta er ”bluff”, sum verðu trúttað niður í føroyingar, tí veruleikin er, at vit lúka ikki treytirnar fyri at fáa limaskap í EFTA. Veruleikin er eisini tann, at EFTA vil ikki hava [...] Joensen. Ein kanning, hann hevur gjørt, vísir, at føroyski fiskaútflutningurin, sum í dag er seks milliardir krónur, kann minst tvífaldast. - Treytin er, at handilsviðurskiftini við ES gerast nógv fríari [...] Schweiz seg alment ímóti tankanum um limaskap fyri Føroyar, sigur føroyski fólkatingsmaðurin. Edmund Joensen sigur, at EBS-avtalan, ið er grundarlagið undir handli ímillum EFTA og ES, fevnir hvørki um t