Royndirnar higartil, sannlíkindi og møguligar kolvetnisinntøkur

Skattainntøkurnar frá einum gassfelti á 50 mia. m3 kunnu verða 10 milliardir krónur. Gass hevur lægri virði enn olja, og kostnaðarmiklari er at útvinna gass enn olju. Møguligu skattainntøkurnar eru tilsvarandi minni, og ikki nokk til at blokkstuðulin kann verða skorin burtur í einum.

 

Regin Hammer


Fleiri útrokningar hava verið frammi í føroyskum og donskum fjølmiðlunum seinastu tíðina, sum hava ætlað at víst hvussu nógvar inntøkur Føroyar kunnu vænta at fáa, um olja verður funnin í stórum nøgdum. Búskaparfrøðingurin Kári Petersen vísti í grein í Sosialinum fyri stuttum eitt roknistykki, ið vísti at við ávísum fortreytum, so varð eitt oljufelt við 600 mió. tunnum vert 17 milliardir fyri landskassan við einum oljuprísi uppá $21/tunnu. Niðurstøða Kára var, at eftirsum virðið av møguligum oljuinntøkum var lægri enn nútíðarvirðið av framtíðar heildarveitingum, so fóru Føroyar ikki at gerast ríkari av at olja varð funnin. Hetta grundað á avtaluna við danir frá 1992 sum sigur, at møguligar oljuinntøkur verða mótroknaðar í heildarveitingini. Sjálvt um roknihátturin langt frá er hin sami, so eri eg komin til stórt sæð sama úrslit sum roknistykkið hjá Kára. Eg havi roynt at gera somu útrokning við veruleikakendum framleiðslu- og útreiðsluprofilum fyri útbyggingar, sum kundu verið nýttar her um leiðir. Úrslitið sum eg eri komin til er umleið 20 milliardir í beinleiðis inntøkum til landskassan yvir eini 25 ár, um framleiddar verða 600 mió. tunnur við einum miðal oljuprísi uppá $21/tunnu.

Higartil hevur tó ikki verið roknað uppá møguligar inntøkur um gass verður funnið. Her skal verða greitt frá hvussu stórar slíkar skattainntøkur kundu verið, um gass verður funnið í rakstrarverdum nøgdum. Fyrst verður hugt at royndunum higartil, sannlíkindunum fyri kolvetnisfundi og føroysku skattatreytunum.

Royndirnar higartil

Tríggir leitibrunnar eru nú boraðir undir Føroyum, og greitt er nú, at tveir av hesum hava rakt við kolvetni, og ein hevur rakt við ein feril av kolvetnum. BP brunnurin Svínoy-1 rakti við kolvetni, men nøgdirnar vóru ov lítlar, meðan Statoil brunnurin Longan-1 var so gott sum turrur, bert við einum ferili av kolvetnum. Harafturímóti var kunngjørt fyri stuttum, at Faroes Partnership við Amerada Hess á odda hevur funnið kolvetni í leitibrunni sínum Marjun-1z slíkum nøgdum, at tað kundi gjørst lønandi. Sagt varð, at tað í høvuðsheitum var gass ið var funnið. Í løtuni er tó ikki greitt hvussu nógv gass talan er um. Komandi tíðin fer at vera sera spennadi, tí at hendan fer at vísa um tey kolvetni ið funnin vóru, eru í rakstrarverdum nøgdum. Vit eiga tó ikki at leypa framav av hesi orsøk. Vit eiga at minnast til, at Føroyar eru langt frá nøkrum gassrørleiðingum og øðrum infrastrukturi, og sera dýrt kann vera at byggja slíkar rørleiðingar úr Føroyum til Skotlands. Í roynd og veru kann gott vera, at frástøðan ger, at ikki loysir seg at gera nakað við fyrsta føroyska kolvetnisfundin fyrr enn onkur annar byggir eina gassrørleiðing hendan vegin. Tað kann tí væl hugsast, at bíðað verður fleiri ár, áðrenn farið verður undir at útbyggja hendan fyrsta føroyska kolvetnisfundin. Tað kann so føra við sær, at enn longri tíð gongur inntil nakrar inntøkur fara at koma inn í landskassan av hesi framleiðslu. Her skal verða hugt at møguligum beinleiðis inntøkum til landskassan um

Hetta, at kolvetni eru funnin í slíkum nøgdum, sum The Faroes Partnership nú eftir øllum at døma hevur gjørt, ger eisini at føroyaøkið eisini framhaldandi er áhugavert í sambandi við oljuleiting. Tí kann ivaleyst roknast við, at væl verður leitað á føroyskum øki framyvir.

Sannlíkindi

BP boðaði frá, at teir roknaðu við 40% sannlíkindi fyri at finna olju, meðan Statoil nevndi 30%. Um vit seta fyri, at sannlíkindini fyri at finna olju í brunninum hjá Amerada Hess var 20%, so vóru samlaðu fundsannlíkindini fyri at kolvetni var í minst einum av teimum trimum brunnunum 66%. Og tað vísti seg eisini at kolvetni var at finna í einum av teimum trimum brunnunum. Hendan sannlíkindarokning er grundað á, at fundsannlíkindini í teimum trimum brunnunum vóru óheft, og at leitiváðin var rætt roknaður av jarðfrøðingunum.

Um sagt verður, at næstu 5 brunnarnir ið skulu borast á føroyskum øki innan næstu 5 árini hava fundsannlíkindi uppá 20% hvør, so er 67% sannlíkt at kolvetni eisini verða funnin í minst einum av teimum 5 brunnunum. Um fundsannlíkindini eru 30% í hvørjum einstøkum av teimum 5 brunnunum (sum er tað sama sum Statoil metti á Longan-1) so eru 83% sannlíkindi at kolvetni verða funnin í minst einum brunni.

Tá vit tosa um sannlíkindi, so eigur at havast í huga, at á sama hátt sum at rokna hvussu nógv ein kann vinna í Happadráttinum, so er lutfalsliga lætt at rokna uppá hvussu nógvar pengar ein kanska fær. Trupulleikin er bara, at útfallið av einum sannlíkindi gerst ikki altíð tað mest sannlíka útfallið. Tað hjálpir ikki nógv, at tað vóru stór sannlíkindi at vinna í Happadráttinum, tá tað, aftaná at drigid er, er greitt at ein ikki hevði vunnið. Antin hevur ein vunnið ella ikki - eingin 67% ella 83% vinnur.

Hetta eru fortreytirnar fyri oljuvinnuni. Talan er um eina vinnu har stór óvissa er um úrslitið, og har nógvir pengar verða nýttir til oljuleiting uttan at olja verður funnin. Orsøkin at víst verður til hesi heldur torskildu sannlíkindi er, at tey eiga at vera havd frammarlaga í huganum, tá tosað verður um møguligar inntøkur til landskassan av einari møguligari kolvetnisframleiðslu.


Føroyska kolvetnisskattaskipanin

Áðrenn sjálvt roknistykkið verður sett upp, skal her stutt greiðast frá grundarlagnum undir einari møguligari føroyskari inntøku av oljuframleiðslu, sum er kolvetnisskattaskipanin. Føroyska kolvetnisskattaskipanin varð samansett í 1999 og 2000 áðrenn 1. útbjóðingarumfar byrjaði. Skattaskipanin er samansett av trimum lutum sum eru framleiðsluavgjald, vanligur kolvetnisskattur og serligur kolvetnisskattur. Framleiðsluavgjaldið er, sum navnið sigur, eitt avgjald á kolvetnisframleiðslu har goldin verða til landskassan 2% av søluvirðinum av allari framleiddum kolvetnum. Harumframt verður goldin vanligur kolvetnisskattur, sum verður roknaður á sama hátt sum vanligur partafelagsskattur. Bert er skattasatsurin nakað hægri enn partafelagsskatturin (27% í staðin fyri tey 20% sum partafelagsskatturin er í løtuni). Serligi kolvetnisskatturin er í trimum stigum sum eru tengd at innara avkastinum í hvørjum einstøkum oljufelti. T.v.s. at skattasatsurin økist so hvørt sum avkastið av olju-/gassfeltinum økist. Tey trý stigini eru 10%, 25% og 40% skattasatsir, sum koma afturat tá avkastið av tí einstaka olju-/gassfeltinum kemur upp á ávíkavist 20%, 25% og 30%. Komast kann soleiðis tilsamans upp á ein marginalskatt uppá 57% um talan er um eitt oljufelt við stórum vinningi. Hendan skattaskipan er grundarlagið undir beinleiðis inntøkunum til landskassan av einari møguligari kolvetnisframleiðslu í Føroyum.

Fortreytir fyri útrokningum

Fyri at kunna gera eina útrokning av møguligum kolvetnisinntøkum, so er neyðugt at seta nakrar fortreytir, tí nógvir faktorar eru sum ávirka eina slíka útrokning. Tað er ikki bara treytað av, at talan er um kolvetni ella eingi kolvetni. So um vit seta fyri at:


? funnið er eitt gassfelt 50 mia. m3 til støddar (í hesum hugsaða felti eru eisini 70 mió tunnur av olju)

? at gassrørleiðing verður bygd til St. Fergus í Skotlandi.

? at hesir reservar kunnu framleiðast yvir 12 ár.

? at gassprísurin er 0,90 kr/m3 støðugt í 12 ár.

? at inflatiónin verður 2,5% um árið næstu 12 árini.


At hesir fortreytir verða settar, merkir tó ikki at nakar rættsiktaður persónur veruliga trýr, at hetta verður veruleikin næstu 12 árini. Hetta verður bert sett upp fyri at geva eitt boð uppá eitt møguligt »scenario«. Tí er eisini neyðugt í slíkum útrokningum at hyggja at, hvussu úrslitið verður ávirkað av broyttum fortreytum.

Møguligar oljuinntøkur

Um so var, at omanfyri nevndu fortreytir eru til staðar, og funnir vórðu 50 mia. m3 av gassi í føroyskum øki, so kundu skattainntøkurnar verðið uml. 10 mia. kr. Hetta eru inntøkur frá framleiðsluavgjaldi, vanligum kolvetnisskatti og serligum kolvetnisskatti. Vit eiga at minnast at hendan skattainntøka hevur ein profil, sum spennir eini 12 ár. Í miðal eru hetta einar 800 mió. kr um árið í 12 ár. Leggjast skal til merkis at hesi tøl eru ikki nútíðarvirðið av skattainntøkunum, men bert áljóðandi virðið. Nútíðarvirðið av hesum skattainntøkum við einari 6% realdiskontering er uml. 5 mia. kr.

Í mynd 1 sæst, at beinleiðis inntøkur landsins kunnu koma upp í 1-1,5 mia. kr. um árið eini 5-6 ár aftaná at olja er funnin. Hetta heldur fram í eini 5-6 ár, meðan inntøkurnar minka nógv hereftir. Flestu inntøkurnar stava frá vanliga kolvetnisskattinum (partafelagsskattinum).

Mynd 2 vísir okkum, at um eitt 50 mia. m3 gassfelt verður funnið, so kann tað geva landskassanum eina inntøku uppá 0 til 17 mia. kr. yvir 12 ár alt eftir hvør prísur kann fáast fyri gassið. Hetta er væl lægri inntøka enn um eitt oljufelt uppá 600 mió. tunnur varð funnið.

Mynd 3 vísir at um størri nøgdir av gassi verða funnar og framleiddar, so kunnu beinleiðis inntøkurnar til landskassan tó gerast størri. Um t.d. funnar verða 80 mia. m3, so kundi verið talan um einar 20-25 mia. kr. yvir eini 10-15 ár.

Avleitt virksemi

Eisini er vert at hava í huga, at íløgan sum fer at fara fram í einum slíkum føri kann vera einar 10-15 mia. kr yvir eini 5 ár. Lítið er at ivast í, at slíkar íløgur fara at geva av sær virksemi fyri føroyskar fyritøkur. Ongar metingar eru gjørdar av avleiddum virksemi, og ivasamt er um tað yvirhøvur er gjørligt at meta um slík árin við teimum stóru óvissum ið eru. Um talan er um stórar óvissur í at útrokna ta beinleiðis inntøkuna til landið, so er talan um enn størri óvissur um roynt verður at meta um avleidda virksemið. Men í øllum førum eru tað ikki ótýðandi upphæddir ið her er talan um. Tað sæst eisini, at longu nú hevur oljuleitingin árin á virksemið í Føroyum og tískil á føroyska búskapin.

Tað hevði eisini verið av alstórum týdningi fyri føroyska búskapin at fingið eitt eyka bein at staðið á afturat fiskivinnuni. Harafturat kann ein oljuvinna virka konjunkturjavnandi uppá føroyska búskapin við at núverandi føroyski búskapurin er nógv ávirkaður av oljuprísum. Til dømis verður nógv olja nýtt til fiskiskip, farmaflutning og orkuframleiðslu. Hetta viðførir at tá oljuprísurin er høgur, so er t.d. dýrt at fiska, og so koma færri pengar inn frá fiskivinnuni til restina av samfelagnum. Hinvegin, tá oljuprísurin er lágur, so er tað keðiligt fyri eina møguliga oljuframleiðslu meðan fiskivinnan hevur tað gott.

Avleiðingar fyri Føroyar

Orsakað av avtaluni við donsku stjórnina, sum sigur at møguligar føroyskar kolvetnisinntøkur skulu mótroknast í blokkstuðlinum hevur verið sagt, at tað bert eru danir sum fáa nakað burturúr um kolvetni verða framleidd í Føroyum. Um útgangspunktið er, at føroyingar hava rætt til blokkin og við tað at blokkstuðulin verður lækkaður um oljuinntøkur koma, so er rætt, at tað bert eru danir ið hava vinning av at olja verður funnin í Føroyum. Men um útgangspunktið hinvegin er, at Føroyar ikki hava ein hevdvunnan rætt til blokkin, og kunnu missa blokkstuðulin nær tað skal vera (um vit skikka okkum illa), so er tað ikki bara danir, ið hava havt ágóða av føroyskari kolvetnisframleiðslu, men Føroyar hava fingið eina kolvetnisinntøku í staðin fyri eina óvissa stuðulsinntøku. Hóttanirnar frá donsku stjórnini í sambandi við samráðingarnar síðsta ár vístu nevniliga júst at Føroyar ikki hava eind hevdvunnan rætt til blokkstuðulin, men at kann verða mistur eftir stuttari tíð, um boð úr Danmark ikki verða fylgd.

Víst er tó, at um bert eitt gassfelt av tí stødd sum her hevur verið roknað uppá verður funnið og framleitt í Føroyum, so verða inntøkurnar av hesari framleiðslu ikki í sær sjálvum nokk til at gera Føroyar búskaparliga óheftar av Danmark. Verður kolvetnisframleiðsla undir Føroyum ein veruleiki, so fer hetta tó møguliga at føra við sær at vit kunnu vera minni tengd at olmussum úr øðrum londum. Men hetta átti heldur ikki at verið ein politiskur trupulleiki, tí mær vitandi siga allir føroysku politisku flokkarnir seg vera fyri at økja um búskaparliga sjálvbjargni Føroya.

Samandráttur

Tað ið eg við hesi grein havi roynt er, at telja fuglar á takinum og meta um virðið á skinninum á bjørnini sum (møguliga) ikki er skotin enn. Enn eru kolvetnisinntøkur nakað ið hava sannlíkindi tengd at sær. Harafturat er greitt, at hetta eru inntøkur, sum í fyrsta lagi vera av týdningi eini 6-8 ár aftaná at kolvetni eru funnin. Tá so hesar inntøkur koma, so eru tær neyvan nóg stórar í fyrsta lagi til at gera Føroyar óheftar av búskaparligum stuðli úr Danmark.

Tí eiga vit ikki at grunda politikk í dag, ella avgerðir um at gerast minni tengd at Danmark, á møguleikan fyri oljuinntøkum. Hetta er ein avgerð sum eigur at vera fullkomiliga óheft av hesum møguleika.

Men sjálvt um kolvetni undir Føroyum verður eitt sannlíkindi har útfallið ikki var, sum vit møguliga ynsktu tað, so er hetta ongin skandala. Sjálvur havi eg nú ongantíð hildið at búskaparliga sjálvbjargni Føroya eigur at verða treytað av at olja verður funnin. Føroyingar eru ikki minni produktivir enn onnur fólkasløg og vit eiga tí at kunna forsyrgja okkum sjálvum á sama hátt sum øll onnur lond. Týdningarmesta rávøra í Føroyum er framvegis tað, sum vit hava millum oyruni, sum ger at vit støðugt økja um okkara framleiðsluvirði við at framleiða matvørur og lutir betri, skjótari og bíligari.