Royndu at drepa norskan útgevara


 

Føroyski flogskiparin, Kaj Egholm, verður í norskari bók settur í samband við eina drápsroynd móti norska útgevaranum av bókini Sataniske Vers hjá rithøvundanum Salman Rushdie.

Um rithøvundurin og tíðindamaðurin, Odd Isungset, hevur rætt í sínum granskingararbeiði, kann Kaj Egholm hava flogið bæði Salman Rushdie og tann, sum royndi at myrða útgevaran hjá Rushdie í Noregi, William Nygaard.

Líka síðani ein ókendur persónur royndi at taka William Nygaard av døgum í oktober 1993, hevur Isungset savnað saman bitar fyri at finna út av, hvat hendi, og hvør stóð aftanfyri. Hann hevur framleitt faktasendingar sum eru sendar í norskum sjónvarpi, og fyri stuttum gav hann út bókina ?Attentatet?, sum er ein roynd at lýsa Nygaard-málið so væl sum møguligt.

Søgan byrjar mánamorgunin 11. Oktober 1993. William Nygaard, sum er stjóri í forlagnum Aschehoug, er á veg til arbeiðis. Hann fer út úr húsinum hjá sær í Dagaliveien í Oslo. Hetta er ein av býarpartur í Oslo, har nógv múgvandi búgva, og vanliga er tað friðarligt her. Nygaard skal seta seg í sín grøna Citroen, tá hann varnast, at vinstra framhjól er punkterað. Hann hevur ringa tíð og vil ikki skifta hjólið sjálvur. Hann fer yvir um bilin. Telefonnummarið til hjálparfelagið Falken sum kann koma at skifta hjólið, liggur í fremru hurð. Ætlan hansara er at ringja til Falken, meðan hann bíðar eftir hýruvogninum. Tá hann so tekur fartelefonina og skal ringja til eftir hýruvogninum, kennir hann eina øgiliga pínu.

Tá hann eina løtu seinni er komin á sjúkrahúsið, finna læknarnir út av, at hann ikki hevur fingið ravmagnsstoyt, ið Nygaard sjálvur helt seg hava fingið, men í staðin finna læknarnir trý skothol í kroppinum á Nygaard.

Løgreglan mistið nógva tíð. Bæði tí hon ikki fekk boð um skotini beinanveg, og tí tann stóra søgan á politigarðinum hendan morgunin var ein norsk kvinna, sum hevði ákært níggju afrikanarar fyri neyðtøku. Grovasta neyðtøku mál, sum Noreg hevði sæð, søgdu talsfólkini hjá løgregluni. Hetta mál hvarv í mjørkanum. Eingin av monnunum vað ákærdur, og kvinnan viðgekk, at teir ikki høvdu noytt hana.

Meðan leiðslan situr og tosar um neyðtøkumálið, koma boð um, at William Nygaard var skotin. Boðini komu klokkan 09.25. Ein knappan tíma eftir at tey trý skotini raktu William Nygaard.

Norska løgreglan veit enn ikki, hvør royndi at drepa William Nygaard. Sjálvur er Nygaard ikki í iva um, at drápsroyndin varð bíløgd úr Iran.

William Nygaard bleiv hóttur eftir lívinum, tá hann sum stjóri í forlagnum Aschehoug gav út Satans Ørindi hjá Salman Rushdie. Andaligi leiðarin í Iran, ayatollah Khomeini, kom við eini ?fatwa? í 1989. Hendan gevur øllum rætttrúgvandi muslimum boð um at drepa rithøvundan, umsetararnar og útgevararnar av hesi bók.