Royna at lumpa føroyingar

Tað, er ”bluff”, sum verður trúttað niður í Føroyingar, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður

- Tað einasta rætta er, at Føroyar søkja nærkast ES.

Tað staðfestir Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin.

 

Mánadagin hevði løgtingið aðalorðaskifti um okkara uttanríkispolitisku viðurskifti. Og í hesum sambandi, eru tað fleiri politikarar í andstøðu sum halda, at føroyingar eiga at søkja um limaskap í EFTA, tí so fáa vit fríhandilsavtalur við ein hóp av londum.

 

Edmund Joensen sigur, at hetta er ”bluff”, sum verðu  trúttað niður í føroyingar, tí veruleikin er, at vit lúka ikki treytirnar fyri at fáa limaskap í EFTA. Veruleikin er eisini tann, at EFTA vil ikki hava Føroyar sum lim.

 

- Longu í 2008 setti EFTA-landið Schweiz seg alment ímóti tankanum um limaskap fyri Føroyar, sigur føroyski fólkatingsmaðurin.

 

Edmund Joensen sigur, at EBS-avtalan, ið er grundarlagið undir handli ímillum EFTA og ES, fevnir hvørki um tollsamstarvið í ES, ella um um handilspolitikkin hjá ES.

 

Edmund Joensen sigur, at ístaðin fyri at tosa um EFTA, eiga Føroyar sjálvandi at nærkast Europasamveldinum.

 

Tað er í ES, at okkara fyritøkur tjena flestu pengarnar heim til Føroya. Eini 90% av okkara uttanríkishandli er við Evropa, og eini 60% av útflutningsvirðinum stavar frá ES-marknaðinum, sigur Edmund Joensen.

 

Ein kanning, hann hevur gjørt, vísir, at føroyski fiskaútflutningurin, sum í dag er seks milliardir krónur, kann minst tvífaldast.

 

- Treytin er, at handilsviðurskiftini við ES gerast nógv fríari, og at føroyskar fyritøkur fara at framleiða og útflyta tilvirkaðar fiskavørur til ES-marknaðin. Tí mugu Føroyar í beinleiðis samráðingar við ES-nevndina, sigu Edmund Joensen.

 

Hann sigur, at tveir fyrrverandi ES-kommisserar, hava á fundi við hann, váttað, at tað er ikki óhugsandi, at ein smidlig loysn kann finnast fyri Føroyar, so okkara fyritøkur koma upp um tollgarðin hjá ES, uttan at missa ræðið á fiskivinnupolitikkinum.

 

Les eisini: Nýtt EFTA bluff

 

- Hetta er garðurin, ið steðgar okkara fyritøkum í at tjena stórar pengar og forðar fyri, at arbeiðspláss í hópatali kunnu koma her heima hjá okkum, sigur Edmund Joensen.