endurgivið í donskum fjølmiðlum sum eitt ørvitisprojekt av teimum heilt stóru. Ein yvirgang var ringt at finna ein tann einasta unga persón í Havnini, ið tordi at siga hart, at undirsjóvartunnilin var ein skilagóð [...] føroyingar, enn tá tað ræður um samferðslu og lønir hjá øðrum. Ein dagur sum í gjár minnir okkum á farna tíðir, tá samferðslunetið var hægst prioriterað í landinum við risaíløgum uttan brúkaragjaldi ? hugsið bert [...] um hetta. Alt var ikki púra vilt í 80?unum, hóast nógv var. Á sama hátt er ikki alt so gott og sunt, ið verður framt í dag, hóast nógv er. Føroyingar mugu læra at føra ein fjølbroyttan dialog um mál, heldur
um vit hava fingið. 10. desember 2002 var ein stórur, avgerandi og týðandi dagur fyri sambinding av oyggjunum og fyri at betra um livimøguleikar og trivnað í øllum landinum. [...] ikki minst, at hann er framdur í breiðari politiskari semju og so gott sum innan fyri tann fíggjarliga kostnað, sum tosað hevur verið um. Vit hava fingið eitt vælaverk sigur ein avgjørdur og fegin løgmaður
num, sum liggur í Giljum í Sandavági. Har var lopið ógvusligt, tá tunnilin varð latin upp. Í døgunum fimta til níggjunda december vísti tann teljarin, at har koyrdu umleið 360 bilar í meðal um dagin. Men [...] kubbarnir eru umbidnir úr Noreg, og tey hjá Vágatunlinum rokna við, at teir verða framleiddir í hesi vikuni. Ein dagur, sum eitur 18. december, er nevndur, sigur stjórin fyri Vágatunlinum. Men so er eftir at [...] loystur í hesi vikuni. Í Leynum eru elsteyrarnir uppsettir, og tað sama verður Vágamegin. Talan er mestsum bara um at seta streymin til, sigur hann. Arbeitt hevur verið einar tvær nætur inni í tunlinum
Óluva Johanna Jørginsdóttir Enghamar, eitt navn, ið gongur aftur í báðar ættir og í bæði kyn langt aftur í tíðina. Ólavur, sum í dag er prestur í Hvalba, legði sær leiðina til Havnar henda sunnudagin. -Beinta [...] Müller 2. sunnudagur í advent var ein serligur dagur fyri prestafeðgarnar, Petur Martin Rasmussen og Ólav Rasmussen. Henda dagin varð fyrsta langabbadóttir og abbadóttur teirra doypt í Havnar kirkju. Tað [...] bíbilsku málunum. Hvat er ein góð prædika! Petur Martin hevur verið prestur í 40 ár og heldur fyri, at teir eldru prestarnir hava lært nógv gjøgnum eitt langt lív. Ein høvuðskjarnin í prestayrkinum er væl prædikan
vesturi í Vágum ein dag, av berum forvitni og ongum øðrum. Týsdagurin 10. desember gjørdist, uttan at eg hevði grunað tað frammanundan, ein stórur dagur í mínum lívi. Ein dagur við spenningi, ein dagur, har [...] heilar tveir túrar í gjár í Vágum, so ofta havi eg ongantíð verið fyrr, síðan eg fyrstu ferð var í Vágum á eini Vestanstevnu fyri 30 árum síðani. Og hon var hildin í Sørvági. Vit búðu í telti og vóru vátir [...] umborð í Ternuni, hann í ramasta álvara ætlaði at fáa borðið í land og harvið gera seg inn á landsins ognir. Tí hvussu hann ætlaði at fáa borðið í land, meldaði søgan einki um. Eg seti meg aftur á í lenistólinum
hevði verið uttan børnini, men eg eri vís í, at tað hevði verið heilt øðrvísi. Tí tá ein hevur børn og so smá, sum tey vóru tá, tá noyðist ein at halda seg í gongd fyri teirra skuld, sigur hon og leggur [...] , tá hann í januar 1993 keypti egnan bát, línubátin Ågot, sum er uppkallaður eftir mammu hansara. - Eg gekk við Oliviu, tá hann gjørdi av at keypa bátin, og eg átti hana í desember í 1992 í Havn. Og eg [...] Eyðstein og Hjaltur Poulsen, tá teir í útvarpinum og sjónvarpinum greiddu frá, hvat var hent umborð á Ågot dagin fyri sjálvan Allahalgannadag í 1999. Mong drýptu høvur í samkenslu við Simonu og øll teimum
rættiliga hótt í hesum døgum. Ymsir eru siðirnir til alt. Eisini at eta. Hóast vit mangan halda, at smá frávík eru í tí, sett verður á borðið - føroyingar hava orð fyri at kóka mat í ein tíma, og harvið [...] Jóan Pauli Joensen frá, at hava riv í ovninum jólaaftan. Og ivaleyst er onkur, sum heldur tað enn. At koyra ein bógv í ovnin og eplir afturvið er ikki heilt ókent í dag heldur. So hendir jú tað at maður [...] soleiðis sum vit kenna í dag. Jólagásin er heilt nýtt fyribrigdi, sigur hann. Gásin varð heldur havd turr í øðrum samanhangi. Jólini vórðu heldur ikki hildin á sama hátt sum í dag. Gamalt var, at jólaaftan
september og triðji hvør í november. Væl dámt undirhald Stóra satsingin hjá SvF í vetur er spurnakappingin SATSA. Hon er løgd í bestu senditíð leygarkvøld og er ætlað at verða ein kapping fyri øll, har eisini [...] verið ein onnur undirhaldssending á skránni hjá SvF í vetur, og sum frá leið stóð hon seg væl betur enn SATSA. Í september sá umleið triðji hvør føroyingur sendingina, men talið hækkaði heilt upp í 45 prosent [...] ingini í november. Aðrar aktuellar sendingar, so sum Breddin og Kjakið hava ikki havt heilt somu undirtøku sum Dagur og vika, men kortini hevur umleið fjórði hvør hyggjari sæð hesar sendingar í september
vit lógu í móðurlívi smá, Guds eygu okkum sóu, Hann kendi okkum tá. Hvørt kykt er í Hans hondum, er Honum undirlagt, í øllum heimsins londum Hann hevur alla makt. Tað veika ílat, skarðað, Gud tók í sína hond [...] tí. Var lítli Torkil bara til kvøl og sorg og stríð? Tá slíkar kenslur troka seg í mítt hjarta inn, tað kennist sum ein toka, sum myrkir sál og sinn; tá vónloysi er bara - um trúgvin ikki var - hvør kundi [...] virði í dýrum skálum goymt, Eg takki tykkum fyri, Eg havi einki gloymt." Til fulnar ei vit skilja, Gud hægri er enn so, hvørt grasstrá og hvør lilja, tey bera okkum boð um vísdóm Hans, sum hevur í orði
Suðuroynna í undir-sjóvarkervið. Tá verða Føroyar knýttar saman í eitt meginøki. Sambandið við útheimin er nógv batnað seinastu árini. Farmaflutningurin er í dag so góður, at tað næstan ikki er dagur í viku [...] lív í øllum landinum. Bygdin, antin hon er lítil ella stór, eigur at varðveitast sum ein góður karmur um eitt ríkt lív í Føroyum. Á bygd hava vit røtur til eldri føroyska mentan, bæði á sjógvi, í bjørgum [...] árið - heima og í útlondum. Tað eru ikki bara havnaløg, vegir og tunnlar, sum skapa land okkara, men eisini eitt nú fótbóltur og svimjing, sum í fleiri ár hevur verið tikin í álvara í alheimshøpi. Ungdómurin