Undirsjóvartunlar
-Eg eri sera fegin um henda fyrsta undirsjóvartunnilin, og ikki minst, at hann er framdur í breiðari politiskari semju og so gott sum innan fyri tann fíggjarliga kostnað, sum tosað hevur verið um. Vit hava fingið eitt vælaverk sigur ein avgjørdur og fegin løgmaður, nú fyrsti føroyski undirsjóvartunnilin er veruleiki. Hann heldur eisini hesa sannroynd vera eina góða fortreyt fyri at kunna fara víðari við slíkum verkætlanum.
-Tað er nú vit skulu tilrættaleggja víðari og at sambinda oyggjar okkara við hesum nýggja møguleikanum vit hava fingið. 10. desember 2002 var ein stórur, avgerandi og týðandi dagur fyri sambinding av oyggjunum og fyri at betra um livimøguleikar og trivnað í øllum landinum.










