Fiskasølan hevði aðalfund mánadagin og har var roknskapurin felagsins lagdur fram til góðkenningar. Og hesaferð var nakað at tosa um. Roknskapurin fyri 1997 vísir eitt yvirskot uppá 447 túsund krónur aftaná [...] til Føroya Sparikassa og vinningurin av hesi sølu varð tikin við í roknskapin fyri 1997. Fiskasølan hevði eitt yvirskot, uppá knappar 11 mió. krónur, við søluni av bygninginum og tað eru hesar inntøkur [...] loystur úr starvið 1. juli seinasta ár og Hans Johannes á Brúgv var settur í hansara stað. Nýggja leiðslan gjørdi broytingar í rakstrinum, sum skuldu betra um ársúrslitið og sambært ársfrágreiðingini er hetta
tons, nýmótans kraftblokki og sera sterkum notaleggjara. Harumframt eru fleiri hjálpispøl, kranar, fiskapumpa 20? og onnur nýmótans útgerð við automatikki. Frystiorkan er til 20 vertical plátufrystarar, [...] einum sera framkomnum kombineraðum nótaskipi og trolara á einum av teirra nýmótans skipasmiðjum í Kina, og skipið er projekterað- av Skipatækni ehf í Íslandi og Vik & Sandvik í Noreg. Skipsmeklaravirkið Maretec [...] breitt og 9,65 m djúpt til fyrsta dekk. Høvuðsmaskin er 4.800 hestakreftir av slagnum Ulstein Bergen Diesel. Skrúvan er 3.80 m í tvørmát, aksulgeneraturin 2800 KVA, og síðuskrúvurnar framman og aftan eru
vóru tey, góð- og lovorðini til Sofus Poulsen á samkomu á Hotel Hafnia sunnudagin, tá hann kundi hátíðarhalda sín 50 ára dag á føroysku umboðsstovuni í Aberdeen. Og tey vóru øll av reinum og ærligum hjartað [...] hjartað, og júst ímyndin av Sofusi sjálvum. Tey eru fá, sum ikki kenna Sofus Poulsen. Stórur og prúður maður, men so hetta í práti at kunna múlabinda og fasthalda hvønn tann einasta persón, sum kemur til hansara [...] men ikki kann dyljast, at Sofus Poulsen hevur vunnið sær mangar vinir og virðing millum bæði føroyingar og útlendingar hesi árini. Og tað sást ikki minst aftur á móttøkuni, har hann fekk mong góðorðini umframt
millum teir fremstu og størstu í landinum. ? Starvsfólkið hjá okkum hevur drúgvar royndir í sølu av eykalutum til bilum, og tann vitan og tær royndir, sum vit hava fingið burtur úr tí og øðrum virksemi, gevur [...] nýggjan bygning á Kambsdali, og har hava tey so hildið til síðani. Í dag er virksemið breiðari enn nakrantíð, og umfatar sølu av trukkum, eykalutum til trukkar og bilar, pakning og maskinur til fiskiídnaðin [...] meiri enn 20 ára sølu av eykalutum til bilar fer P/F Esmar Simonsen nú undir at selja bilar eisini. Fyritøkan, sum heldur til á Kambsdali, er ein vælkend og vird í føroysku bilbransjuni, og menningin,
arar við í kórinum, og skráin í kvøld í Norðurlandahúsinum fer umframt fólkatónar í tradiotionellari og nútímans kórseting og klassiskan kórsang sum t.d. kenda Våren eftir Grieg og Vinje eisini at umfata [...] úr Íslandi, Føroyum og Noregi og symfoniorkestri úr Danmark, hálvttriðja hundrað luttakandi tónleikafólk tilsamans, fer sum áður fráboðað fram í Norðurlandahúsinum í hesum døgum, og í kvøld kl. 19.30 verður [...] dygdargóðum framførslum við denti á klassiskt og fólkatonalt kórtilfar. Valdres er eitt tað øki í Noregi, har fólkatónleikur hevur livað sterkast og ríkast frá eldri tíð og fram til okkara dagar. Tí teljast fleiri
verið fyriskipað í mong ár, og í ár er 10. ferðin, at Kyndil vitjar kappingina við nøkrum av sínum ungdómsliðum. Ungdómurin, sum skal umboða Kyndil í kappingini, er úr 12 árum og upp í 18 ár. Aftrat teimum [...] teimum 80 leikarunum verða eisini umleið 20 ferðaleiðarar. Góðar royndir Kyndil tók seinast lut í Dronninglund Cup í 1996, og tá var úrslitið eisini rættiliga gott. Millum annað vann Kyndil mansunglingadeildina [...] at ætlanin ikki er, at øll tíðin skal brúkast til hondbólt. Tivoli er í Aalborg, og har fer ferðalagið helst at vitja, og somuleiðis er fjarstøðan ikki long til Faarup Sommerland, har møguleiki er fyri
hildin í døgunum 13 - 20 juli. Venjarin, Edvard Nielsen, hevur úttikið 16 leikarar til kappingina, og teir eru: Úr B71 Petur K. Nielsen, úr EB Marni Djurhuus, Sámal J. Samuelsen og Jón Danielsen, úr B68 [...] Midjord og úr HB Gutti Harryson, Bjartur Lamhauge, Rani D. Christiansen, Eli Thorsteinsson, Rókur Jespersen, Esbern Patursson og Frank Poulsen. Ferðalagið fer, sum sagt, til Skotlands 13. juli, og teir flúgva [...] flúgva aftur til Føroya 20. juli við Atlantic Airways.
eru millum ídnastu keypararnar av økologiskum mati, og frukt og grønmeti er tað mest selda. Til ber eisini at fáa kaffi, te, ost, breyð frá bakaranum og nógv, nógv annað økologiskt. Skuldi nakar ivast er [...] sum sagt undir strongum eftirliti og keyparin eigur at kenna seg vissan í, at tá eitt Ø stendur á vøruni er hon vistfrøðilig og tískil púra rein fyri allari kemiskari og ónatúrligari ávirkan. [...] kølidiskum í stóru handilshúsunum í londunum kring okkum er fongdur við vandamiklum bakterium og sjúkum. Tað og at fólk yvirhøvur eru vorðin meiri tilvitað um, hvat verður proppað í munnin hevur gjørt, at
sera positiv. Framgongdin setends fyrst og fremst av betri fiskaprísum og størri veiði undir Føroyum og er sostatt grundað á eitt betri framleiðslugrundarlag, og ikki sum fyrr er hent á lántøkur, alment [...] búskapinum, og fyri at búskapurin kann vera førur fyri at standa móti møguligum bakkøstum í prísum og veiði. Tað er ein grundleggjandi trupulleiki, at rentabiliteturin í fiskivinnuni bæði á sjógvi og landi ikki [...] minkaði í 1997 fyrst og fremst tí fleiri kommunur nýttu høvið til at gjalda skuld aftur. Avtalan, sum landsstýrið gjørdi við stjórnina, hevur tó minkað munandi um landskassans skuld og landskassans rentu
sama ár, og er royndur í sjónleikaarbeiði yvirhøvur. Komandi vikuskiftið skal Sigmundur til Finnlands at luttaka á europeiskari sjónleikastevnu fyri børn. Stevnan verður í Helsingfors frá 12. juli og hon varir [...] varir í 12 dagar. Børn í aldrinum 9 til 13 ára úr 20 londum skulu arbeiða saman um evnið "tíð". Hetta er níggjunda ferð Europaráðið skipar fyri slíkari stevnu, ið verður kallað European Childrens Theatre [...] Theatre Projekt. Stevna verður hildin annað hvørt ár, og føroysk børn hava verið við hvørja ferð. Tað er DATS, ið stendur fyri danska meginfelagið fyri áhugasjónleiki, ið bjóðar føroyskum børnum saman við