sum leikarin møtti í hurðini. Russin var sinnaður at tosa, men hann hevði ongar av stolnu lutunum uppi á sær, og tað er ikki bara sum at siga tað at fara umborð á eitt russiskt skip, sjálvt um tað liggur [...] Føroyum. Juridiskt er skipið at rokna sum russisk jørð, og tí kunnu vit ikki bara fara umborð at ransaka kamarið hjá viðkomandi russa. Vit mugu fáa loyvi frá skiparanum at gera hetta, og tað hava vit ikki [...] einki nýtt at frætta í málinum. Teldan og fartelefonin er nú hjá løgregluni í Havn, sum ger nærri kanningar av lutunum. Men enn er ikki serliga nógv nýtt at frætta frá teimum kanningunum. Eg veit, at Heini
eftirlønini, ið tú fekk meg og aðrar at hjálpa tær við at fáa, áðrenn tú varð valdur úr felagnum. Tá ið eg var skotin upp at verða næstformaður, boðaði eg frá, at kundi tað fáa frið aftur í nevndina, skuldi [...] semingsstovnin at fáa tað broytt. Men heldur ikki tá fór nakar í bløðini við tí. So kann leggjast afturat til Arctic Viking málið, sum alt snýr seg um, at tú gevur Jan Højgaard skyldini fyri, at tað skal vera [...] Tú førir fram, at eg havi trokað meg framat næstformansstarvinum í Fiskimannafelagnum fyri pengarnar skyld. Tað passar so bara slett ikki! Eg fái 2000 krónur í samsýning um mánaðin fyri at vera næstformaður
heldur hann, at fyrri hálvleikur var vánaligur hjá báðum liðum við fáum mguleikum. - Men í seinna hálvleiki gekk spælið munandi betri. Í hálvleikinum tosaðu um, at tað fór at liggja betri fyri at spæla bóltin [...] væl. - Eftir at vit høvdu lagt okkum framum, hevði FC Suðuroy nakrar fínar møguleikar, uttan at fáa mál, men tá ið vit so skoraðu til 2-0, fór luftin úr teimum. Símun Samuelsen viðgongur, at spælið hjá HB [...] eini keðiligari støðu. Men skal eg vera púra ærligur, uttan at fornerma nakran, haldi eg, at spælararnir í FC Suðuroy skulu hugsa meiri um at spæla fótbólt, tá ið teir eru á vøllinum. Tað er ikki dómarin
duga at savna Klaksvíkar bý - og ikki minst, at tað er eydnast teimum at fáa reist hesa serstøku standmynd, sum hóskar Klaksvíkar býi so sera væl. - Saman við býráð og borgarum fegnist eg um, at júst henda [...] Klaksvíkar. Eivind var sjónliga fegin um heiðurin at vera tann, sum slapp at avdúka hesa standmynd, sum er ein húkur, ið er einar seks metrar langur. Hann helt fyri, at hetta er besta gáva til býin og besta ímyndin [...] sleppa nærri á nema við húkin, og tað skiltist týðiliga, at fólk vóru hugtikin av listarverkinum. Úr Klaksvík frættist, at miðað nú verður eftir at fáa húkin í Guinnes Record, og hetta arbeiðið er longu
um lønarspurningin uttan at samráðast við fakfeløgini fyrst. Almennu fakfeløgini meta ikki, at hetta eigur at verða góðtikið. Endamálið við at stovna nýggjan flokk er at tryggja og styrkja vunnin [...] flokkinum. Men tað er væl skiljandi, at fakfelagsrørslan troyttast av politikarum og teirra brotnu lyftum. Javnaðarflokkurin klárar ikki at liva upp til álitið at tryggja vælferðina - og tað skal [...] Tjóðveldi: »Andstøðan situr tigandi og góðtekur, at lønarspurningurin millum fakfeløgini og myndugleikarnar er blivin eitt ræðandi politiskt amboð fyri at halda vinglandi samgonguni gangandi. Samg
til lívið náttúrliga fjarar burtur. Ímynda tær, at vit fingu orð á barnið og greiddu frá, at ein deyðsvandi lúrdi áðrenn føðing, og at ikki var víst, at samfelagið vildi játta tí atgongd til lívið. Eg [...] fólkaflokkurin at samskifta við ófødda barnið? At samskifta við ófødda barnið, sum omanfyri hugsað, ber jú ikki til- ella? Ivi mín kemst av ætlanum fólkafloksleiðarans, at: »fólkaflokkurin eigur at ganga á odda [...] og lond efir lond fóru, ístaðin fyri at veita sperdum foreldrum neyðugu hjálpina, at brúka peningin at statsfíggja ógerðina. Í framkomnu samfeløgum okkara eiga vit at taka hendur saman, veita mammun og foreldrum
Eg vóni, at fólk á útoyggjunum, og fólk við tilknýti hartil, duga at síggja, at eg ikki havist at teirra livihátti, men at eg havist at mongu krøvunum um víðka ella betri ferðasamband, sum heilt einfalt [...] dámar mær sera væl at vitja í útoyggjum eins og aðrastaðni í Føroyum, men tað er ikki tað, hetta snýr seg um. Tað snýr seg um landsins íløgur, og at fáa nakað fyri pengarnar, soleiðis, at tað antin kemur [...] 4% (ein størri minking enn á útoyggjunum) Eins og við útoyggjunum er bara at staðfesta, at fólk nú á døgum eru ikki nøgd við at knæ-bóndast og sita heima og binda aftan á dagsins yrki. Tað er heldur einki
heildarkvotan at býta millum Føroyar, Ísland, Noreg og ES umleið 1 miljón tons. Bert viðfáningur Nú metir ICES, at stovnurin er so illa fyri, at heildarkvotan fyri 2011 í ringasta føri ikki eigur at verða meiri [...] sigur, at stór óvissa hevur verið í ICES um svartkjaftastovnin, men tað verða so strandalondini, sum koma at áseta heildarkvotuna. Hann sigur seg ikki duga at meta um, hvørt londini aftur í ár fara at fylgja [...] parti. Nú bendir alt á, at svartkjafturin, sum Føroyar fáa í sín part fyri 2011, bert verður viðfáningur. Trupul støða Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, vísir á, at strandalondini seinnu
reglur um burturvísing. Tær eru, at viðkomandi skal hava forbrotið seg álvarsliga móti arbeiðsgevaranum, sum t.d. at hava tikið av kassanum. Hetta mál vísir enn einaferð, at Jan Højgaard er uttan menniskjansligar [...] við náði. Olaf skal líða ta eyðmýking at verða snøgt sagt blakaður út í tún úr sínum arbeiðsplássi gjøgnum 35 ár. Jan Højgaard er enntá so fúlur, at hann ætlar, at tað skal vera uttan nakra uppsagnarløn [...] Højgaard, at hann veit væl, at Olaf er sjúkur maður. Hann brúkar fleiri tímar annan hvønn dag á Landssjúkrahúsinum til dialysu. Hetta er nóg hart fyri ein og hvønn. So her er bókstavliga talan um at sparka
stór. Harumframt eru fíggjarstovnarnir vorðnir varnari við at økja um útlánini. Hetta eru alt viðurskifti, sum gera, at tað ber til at skilja, at húsarhaldini eru vorðin varnari og hava minkað nýtsluna og [...] tykist tí ikki at hava fyri neyðini at falla so nógv meira. Skuldin hjá húsarhaldum er væl minni í Føroyum (75% av BTÚ) enn t.d. í Danmark (111% av BTÚ). Samanumtikið er grund tí til at halda, at húsarhaldini [...] i húsarhaldunum sæst, at gongdin í væntanum hjá húsarhaldum samsvarar heilt væl við gongdina í nýtsluni, sum lýst omanfyri. Tí kann ikki vera heilt burturvið at leggja dent á, at dapurskygnið hjá húsarhaldum