Eg vóni, at fólk á útoyggjunum, og fólk við tilknýti hartil, duga at síggja, at eg ikki havist at teirra livihátti, men at eg havist at mongu krøvunum um víðka ella betri ferðasamband, sum heilt einfalt er ov kostnaðarmikið. Sjálvur dámar mær sera væl at vitja í útoyggjum eins og aðrastaðni í Føroyum, men tað er ikki tað, hetta snýr seg um. Tað snýr seg um landsins íløgur, og at fáa nakað fyri pengarnar, soleiðis, at tað antin kemur nógvum fólki at gagni ella mennur viðkomandi stað, so tað kunnu koma fleiri inntøkur hagani í framtíðini – nakað fyri nakað. Vit mugu duga at skyna ímillum íløgur og “gávur”.
Smábygdirnar
Hóast framdar samferðsluíløgur minkar fólktalið á útoyggjunum. Og hóast koyrisamband úr smábygdum á stóru oyggjunum, minkar fólkatalið eisini har. Niðanfyri eru nøkir dømir um bygdir, har fólkatalið er minka. Tølini eru frá Hagstovuni:
Búseting í smábygdum síðan 1985:
Oyndarfjørður: 1985: 178 fólk 2010: 149 fólk (81 m., 68 kv.)*
Elduvík: 1985: 44 fólk 2010: 24 fólk (14 m., 10 kv.)
Funningsfjørður: 1985: 95 fólk 2010: 60 fólk (34 m., 26 kv.)
Hellur: 1985: 43 fólk 2010: 19 fólk (10 m., 9 kv.)
Funningur: 1985: 104 fólk 2010: 69 fólk (38 m., 31 kv.)
Gjógv: 1985: 89 fólk 2010: 39 fólk (22 m., 17 kv.)
Haldórsvík: 1985: 207 fólk 2010: 134 fólk (75 m., 59 kv.)
Tjørnuvík: 1985: 75 fólk 2010: 71 fólk (34 m., 37 kv.)
Norðadalur: 1985: 39 fólk 2010: 17 fólk (6 m., 11 kv.)
* “m.” merkir “menn”; “kv.” merkir “kvinnur”
Búseting íalt: 1985: 874 fólk 2010: 582 fólk
Hetta er ein minking upp á 33,4% (ein størri minking enn á útoyggjunum)
Eins og við útoyggjunum er bara at staðfesta, at fólk nú á døgum eru ikki nøgd við at knæ-bóndast og sita heima og binda aftan á dagsins yrki. Tað er heldur einki ringt í tí – ella gott. Tað er líkamikið. Tað, sum hevur týdning, er at ásanna, at tað er so; og síðan handla eftir tí veruleikanum, ístaðin fyri at tvíhalda um eina tíð, ið fór afturum í restini av Evropa fyri150 árum síðan.
Vit mugu bara venja okkum við tankanum, at tað í nærmastu framtíð bert verður ein ella tveir bóndir í Svínoy, Fugloy, Kalsoy, Hestoy o.s.fr. Hetta kann tykjast harmiligt, men tað kann eisini gera, at bóndavirksemi har verður størri, betri, meira framkomi og meira umfatandi, t.d. dyrkan av jørðini, vakstrarhús. Tað hevði verið sera hugtunkt, um útoyggjarnar avtoftast heilt. Vónandi verður tað ikki so. Vit vóna øll tað besta.