Fari at gera fylgjandi viðmerkingar til hetta mál:
Olaf hevur arbeitt í FF í eini 35 ár. Av hesi longu tíð hava vit arbeitt saman í meira enn 30 ár.
Hesa tíðina menti FF seg til at vera eitt tað virknasta fakfelag í landinum, sum skapti framstig hjá fiskimonnum á øllum økjum. Her er nóg mikið at nevna sjómansskattaskipanin, sum higartil hevur givið sjómonnum um ¾ milliard krónur. Arbeitt varð við miðvíst at undirbyggja sjónarmiðini hjá fiskimonnum. Hetta var millum annað gjørt við at menna eina hagtalsskipan fyri fiskimenn, sum nógv hava verið imponeraðir av, eisini í útlandinum. Slíkt krevur dugnalig hjálparfólk. Og tað hevur nógv tað longstu tíðina verið Olaf.
Eg kann bert bera honum, at hann hevur verið eitt álitisfólk, sum samvitskufult hevur gjørt sítt arbeiði og meira til. Kenni einki til, at tað kann setast ein fingur á tað, sum hann hevur avrikað. Hann hevur eisini brent fyri fiskimenn og sínum arbeiði. So hann hevur í hvussu er uppiborið eina virðiliga viðferð frá felagnum.
Ræðulig mura
Tað, sum Jan Højgaard nú hevur gjørt, er fullkomiliga ólógligt, umframt at tað er skakandi hjartaleyst. Tað stendur greitt í viðtøkum felagsins, at tað er nevndin, sum setir starvsfólk. Tí er tað eisini bara hon, sum kann siga fólk úr starvi.
Men sum ikki eina ferð hevur Jan Højgaard sett nevndina uttan fyri eitt mál, har tað greitt er hon, sum hevur avgerðarrættin.
Burturvísingin av Olafi er eitt álvarsamt rættarbrot. Tað eru heilt greiðar reglur um burturvísing. Tær eru, at viðkomandi skal hava forbrotið seg álvarsliga móti arbeiðsgevaranum, sum t.d. at hava tikið av kassanum.
Hetta mál vísir enn einaferð, at Jan Højgaard er uttan menniskjansligar kenslur. Av eini ella aðrari orsøk skal hann hevna seg inn á Olaf. Og tað er ikki við náði. Olaf skal líða ta eyðmýking at verða snøgt sagt blakaður út í tún úr sínum arbeiðsplássi gjøgnum 35 ár. Jan Højgaard er enntá so fúlur, at hann ætlar, at tað skal vera uttan nakra uppsagnarløn.
Tað er enn meira avdúkandi fyri muruna í Jan Højgaard, at hann veit væl, at Olaf er sjúkur maður. Hann brúkar fleiri tímar annan hvønn dag á Landssjúkrahúsinum til dialysu. Hetta er nóg hart fyri ein og hvønn. So her er bókstavliga talan um at sparka eftir einum liggjandi manni.
Tað sigur nakað nógv um Føroya Fiskimannafelag, at hetta kann Jan gera, tí hann heldur seg hava uppbakking frá nóg nógvum nevndarlimum, uttan mun til, hvørja beistagerð hann fremur.
Samstundis hevur hansara »stílur« uppbakking frá meirilutan av fiskimonnum umframt (parta)politiska uppbakking.










