SVARTKJAFTUR
Tað var tann tíð, tá Føroyar kundu keypa sær toskarættindi í Barentshavinum við nógvum svartkjafti úr føroyskum sjógvi. Men soleiðis verður neyvan í ár, nú heildarkvotan, sum ICES mælir til, bert verður ein brotpartur av tí, hon hevur verið.
Tá svartkjaftastovnurin var best fyri, var heildarkvotan at býta millum Føroyar, Ísland, Noreg og ES umleið 1 miljón tons.
Bert viðfáningur
Nú metir ICES, at stovnurin er so illa fyri, at heildarkvotan fyri 2011 í ringasta føri ikki eigur at verða meiri enn 40.000 tons tilsamans.
Í ár liggur samlaða svartjaftakvotan, sum strandalondini høvdu at býta ímillum sín, millum 500.000 og 600.000 tons, harav føroyski parturin er 120.000 tons.
Afturfyri tosk úr Barentshavinum hava Føroyar latið russum nógvan svartkjaft, og í ár hava vit soleiðis latið russum góð 80.000 tons av okkara parti.
Nú bendir alt á, at svartkjafturin, sum Føroyar fáa í sín part fyri 2011, bert verður viðfáningur.
Trupul støða
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, vísir á, at strandalondini seinnu árini hava fylgt tilmælunum hjá ICES um svartkjaft, og soleiðis eru útlitini fyri einum líkinda føroyskum parti í ár sera smá.
- Samráðingar verða um svartkjaftin seinni í oktober, og fara strandalondini tá at fylgja daprastu metingunum hjá ICES, kann heildarkvotan, sum londini tilsamans sleppa at fiska, í ringasta føri gerast 40.000 tons. Við øðrum orðum verður heildarkvotan tá bert ein lítil helmingur av tí, sum Føroyar í 2010 lata russum í býti við tosk.
Landsstýrismaðurin ásannar, at hetta kann gerast ein trupul støða, og spurningurin er, hvussu Føroyar kunnu varðveita rættindini til tosk í russiska partinum av Barentshavinum, tá vit ongan svartkjaft hava at býta við.
Jacob Vestergaard sigur, at regluligu fiskiveiðisamráðingarnar við russar plaga at verða í endanum av árinum ella fyrst í komandi ári.
- Samráðingarnar millum strandalondini um heildarkvotuna av svartkjafti verða hinvegin seinni í oktober, leggur hann aftrat.
Stór óvissa
Jacob Vestergaard sigur, at stór óvissa hevur verið í ICES um svartkjaftastovnin, men tað verða so strandalondini, sum koma at áseta heildarkvotuna.
Hann sigur seg ikki duga at meta um, hvørt londini aftur í ár fara at fylgja ICES-tilráðingunum, soleiðis sum gjørt hevur verið seinastu árini.
- Stór óvissa hevur verið um fiskifrøðiligu tilráðingarnar, tá ræður um svartkjaftin, men í ICES hava tey hongt eg í, at trupult er at meta um stovnin, tí hann er so illa fyri. Vit hava hoyrt prosenttøl úr ICES, sum hava verið pluss/ minus 40%, og tað er ein velduga stór óvissa, tá spennið í metingunum tilsamans snýr seg um heili 80%, leggur landsstýrismaðurin, Jacob Vestergaard, aftrat.









