er annars hinvegin, men fyri at fáa fleiri ferðafólk við, hevur tað verið roynt at bjóða serligar prísir á hendan hátt. Hetta vil DAT eisini sleppa at royna. Felagið ætlar at selja allar ferðaseðlar úr Føroyum [...] viku kemur stjórin í DAT til Føroya at skunda undir eitt framtak her. Felagið hevur fingið Flogfelag Føroya at selja ferðaseðlar fyri seg, og tað ber eisini til at keypa ferðaseðlar á heimasíðuni hjá felagnum [...] fólk taka væl ímóti okkum, so eru vit sinnað at fara undir aftur flúgvingina í mars mánað, og vit ætla at kanna, hvussu brúkararnir eru nøgdir við okkum, eftir at vit hava flogið fyrstu ferðirnar, sigur Jesper
enn einaferð, at tað eru bara orð og ongin ryggur í hasum fólkinum. Sambandsflokkurin gjørdi eitt minni gott val. Grundin er einføld, teir gloymdi øll hini valevnini, so at bara Heðini var at síggja á hvørjum [...] hvørjum pela og ´hvørjum garði. At maðurin hevur bæði verði varaborgarstjóri, formaður í Byggi og býarskipanarnevndini umframt Mentamálanevndini átti at gjørt, at skuldi fingi minst 1200 stemmur. Aftur har [...] við, og at vit tildømis velja Jógvan ella Leivur til borgarstjóra. Tí vit kunnu ikki velja slíkan ryggleysan orðloysing sum Heðin Mortensen til borgarstjóra í Høvuðsstaðnum.Til Heðin er at siga, at tað sum
sett í tað skjalið, at Suni Jacobsen, sum er valdur á lista D, skuldi vera borgarstjóri í Sørvági komandi valskeið. Men fyri at fáa so breitt samstarv, sum til bar, varð sett í skjalið, at Erik Davidsen á [...] hendi tað, at uppskot kom frá lista C um at velja Jákup Suna Lauritsen av lista D til borgarstjóra, og Erik Davidsen av lista C til varaborgarstjóra. Tó var eisini uppskot lagt fyri fundin um at velja Suna [...] sum fóru á fund vitandi um, at teir høvdu eina avtalu um, at borgarstjórin skuldi veljast av lista D og samstarv skuldi vera millum allar bygdarráðslimirnar við millum annað at velja varaborgarstjóran av
hildu, at tað var skilabetri at fáa eina meira generella vegleiðing heldur enn at lova teimum ymisku lærustovnunum fram at, greiðir Holger frá. Hann leggur afturat, at møguleiki verður fyri at hitta teir [...] máli um, at vit áttu at koma betur út til næmingarnar á skúlunum. Hetta verður fyrst og fremst gjørt fyri at fáa meira burturúr teimum kreftum, vit fáa hendavegin, og tískil hava vit gjørt av, at stevnan [...] við, at tey ynskja fólk, sum duga onnur mál enn bert danskt og enskt, og tí er næsta málið at eggja føroyingum at lesa í eitt nú Italia, Týsklandi ella Fraklandi. Hetta gera vit millum annað við at lata
ikki, at samgongan revsar meg fyri tað. Skuldi undrað meg, um ikki Høgni Hoydal hóast alt stuðlar mær í tí. At vit fara fyri okkum sjálvi merkir tó ikki, at vit ikki framvegis eru formliga knýtt at donsku [...] løgmaður Boðskapurin um, at landsstýrið nú fer at seta føroyskan sendimann í Reykjavík verður væl móttikin allastaðni. Hóast tað, so hevur Høgni Hoydal ótroyttiliga roynt at sáa iva um alt málið, men [...] samband við, at fíggjarlógaruppskotið fyri 2007 var til viðgerðar, legði eg ein tekst við, sum var soljóðandi: ”Í sambandi við, at Hoyvíkssáttmálin er komin í gildi, eru vit nú komin til, at tað er av stórum
har. Tað er ómetaliga hart. Vit eru uppvaksin við at trúgva á Jesuspápa og vita at hann er har, tað er ein troyst, og at tú ert heima hjá honum, er gott at vita sær. Hervið vilja vit lýsa frið yvir pápa okkara [...] sigur ofta, at tað var næstan hvønn dag tú segði, hevur tú snakka við Heidi í dag? Er Poula í Havn? Hevur tú sæð Mikkjal? At vita hvussu góður tú vart við okum, gevur okkum eina styrki til at liva víðari [...] Átta abbabørn fingu stóra gleða av tær, og føldu vit at tú ynskti at gleða tey, eins og tú gjørdi við okkum, tá vit vóru smá, tað eru vit glað fyri, og at tey hava fingið nógv og góð minnir saman við tær.
ikki bert um at taka pening inn og luta hann rættvíst útaftur. Politikkur snýr seg um rættindi, um trygd og um børnini. At avgera, hvør tunnil skal byggjast fyrst, er barnamatur í mun til at taka avgerðir [...] sum siga, at kristindómur og politikkur ikki hoyra saman. Tað var í øllum førum gott fyri kúðagu fjøldina av svørtum trælum, sum at enda vórðu loystir úr fjøtrum. Oddagreinin endar við at spyrja, hvønn [...] seinastu mánaðirnar. Roynt verður at samanbera okkara land, sum helst er heimsins friðarligasta, við Irak, Norðurírland og Balkan-lond. Tað er ivaleyst nyttuleyst hjá mær at greiða Sosialinum og øllum hinum
sum føroyskur fótbóltur hevur at bjóða, og tó gøtumenn ikki eru so ovarligir í ár, sum teir ofta hava verið, so hevur liðið til tíðir borið um, at teir framvegis duga at spæla fótbólt. Vindurin og HB trýstu [...] Men størsti trupulleikin sunnudagin mundi vera, at veðrið als ikki var til fótbóltsspæl. Gjørt varð kortini av, at dysturin skuldi spælast, og so var bara at fara ígongd. Vindurin, sum sjáldan hevur verið [...] bleiv, at Heine Fernandez setti seg sjálvan í málið. Hann hevði annars undan vikuskiftinum boðað frá, at hann ikki skuldi aftur á vøllin hetta kappingarárið, men sum kunnugt, so eru støður til fyri at broytast
Brússel um várið fyri at skunda undir málið, og nakrar mánaðir seinni søgdu ES-myndugleikar, at nú var klárt hjá Føroyum at koma upp í skipanina. - Til stuttleikar kann nevnast, at ES á felagsnevndarfundinum [...] skipanini, um til ber at fáa fríhandilsavtalur við partarnar. - Hetta mál er eitt sera gott sømi um, hvussu týdningarmikið tað er, at Føroyar eru væl umboðaðar í Brússel, soleiðis at til ber at hava tætt formligt [...] verður aftrat, at síðan Føroyar søktu um upptøku í Al-evropiska upprunaøkið í 1999, er skipanin víðkað munandi, soleiðis at hon eisini fevnir um miðjarðarhavslondini. Hetta er liður í ætlan ES, at Evropa og
sigur, at higartil hevur verið skipað fyri slíkum løtum einar tvær ferðir um árið, men at tað skjótt vísti seg als ikki at nøkta tørvin hjá hesum kvinnum at hittast og tosa saman. Tí gjørdu tær av at skipa [...] vísir á, at tað sjálvandi er rættiliga ymiskt, hvørjar royndir kvinnurnar hava við sjúkuni, og hvønn tørv tær hava at tosa um tað. Men sum heild vísir tað seg, at tær flestu hava sera stóra gleði av at tosa [...] eru skurðviðgjørdar fyri bróstkrabba fáa høvi at hittast til eina hugnaløtu annan hvønn mánað. Endamálið er at hava eina løtu saman, har møguleiki er fyri at tosa, stuðla, hjálpa hvør aðrari og veita hjálp