Flúgv til Danmarkar fyri 395 krónur

Danska flogfelagið DAT vil sleppa at flúgva føroyingar til Danmarkar fyri prísir niður í 395 krónur. Vinnumálaráðið skal nú gera av, um serligu tilboðsprísirnir skulu verða loyvdir

Danska flogfelagið DAT leggur nú upp til rættiligt prískríggj á Føroyaleiðini. Flogfelagið fer at flúgva til og úr Føroyum um jóltíðir, og felagið ætlar at bjóða ein óhoyrdan tilboðsprís á leiðini.
Gongst sum DAT ætlar, verða prísirnir fyri ein einvegis ferðaseðil heilt niður í 395 krónur, og tað er púra óvanligt á leiðini til Danmarkar.
DAT hevur longu fingið loyvi til at flúgva til Føroya og bjóða ein prís, sum er nakað lægri enn tann hjá Atlantic Airways, men flogfelagið flýgur við propellflogfari, og flúgvitíðin er tí eisini nakað longri enn hjá føroyska flogfelagnum.
? Vit hava roknað út, at fáa vit omanfyri 1.000 krónur í miðal fyri hvønn ferðaseðil, loysir tað seg hjá okkum at flúgva til Føroya. Men vit vilja eisini lata eitt heilt serlig tilboð fyri ein part av setrunum, so føroyingar veruliga kunnu síggja, hvat lágprísflúgving er fyri nakað, sigur Jesper Rungholm, stjóri í Danish Air Transport (DAT).

Prísur í botni
Og lágprísferðaseðlar eru nakað, sum føroyingar rættiliga skulu hava smakkin av upp undir jól, um tað stendur til DAT.
Felagið hevur søkt Vinnumálaráðið um loyvi at hava nakrar serligar ? ja, óhoyrdar ? tilboðsprísir á leiðini millum Vágar og Keypmannahavn.
Atlantsflog og Maersk hava áður havt serligar prísir fyri ferðir úr Føroyum til Danmarkar beint undan jólum, og úr Danmark til Føroya beint eftir jól. Tann stóri streymurin av ferðafólki er annars hinvegin, men fyri at fáa fleiri ferðafólk við, hevur tað verið roynt at bjóða serligar prísir á hendan hátt.
Hetta vil DAT eisini sleppa at royna. Felagið ætlar at selja allar ferðaseðlar úr Føroyum til Danmarkar fyri jól fyri 895 krónur, og allar ferðaseðlar úr Danmark til Føroya eftir jól fyri sama prís.
Harafturat vil felagið sleppa at bjóða ein part av ferðaseðlunum úr Føroyum til Danmarkar fyri jól fyri 395 krónur stykkið.
? Vanliga bjóða vit 20 prosent av setrum fram til serligar tilboðsprísir, men á Føroyaleiðini vilja vit lata 25 prosent av setrunum til tann bíligasta prísin, um vit fáa loyvi til tað, sigur Jesper Rungholm.

Undarlig støða
Áðrenn DAT kann fara undir at bjóða ferðaseðlar fyri hendan prís, skal Vinnumálaráðið loyva prísunum, og haðani er ikki svar komið enn.
? Høvdu vit ætlað at gjørt nakað líknandi í Danmark, so var eingin forðing fyri tí. So gjørdu vit tað bara. Í Føroyum er støðan ein onnur, og tað kann tykjast eitt sindur undarligt, at tá vit vilja bjóða okkara kundum serliga góðar prísir, ja, so skal okkara kappingarneyti góðtaka tað fyrst, sigur Jesper Rungholm og sipar til, at Atlantsflog er eitt alment partafelag.
? Eg havi tó varhugan av, at Vinnmálaráðið arbeiðir professionelt, tí okkara fyrsta umsókn var viðgjørd skjótt og væl, og tað kom ikki út, hvat felag vildi sleppa at flúgva til Føroya, sigur hann.
Stjórin í DAT bíðar nú spentur eftir, havt Vinnumálaráðið fer at svara teirra umsókn.
? Nú skal tað standa sína roynd, um Vinnumálaráðið fyrst og fremst hugsar um brúkaran, ella um tað hugsar um føroyska flogfelagið, sigur Jesper Rungholm.

Alt er ein roynd
Í næstu viku kemur stjórin í DAT til Føroya at skunda undir eitt framtak her. Felagið hevur fingið Flogfelag Føroya at selja ferðaseðlar fyri seg, og tað ber eisini til at keypa ferðaseðlar á heimasíðuni hjá felagnum.
? Í næstu viku komi eg til Føroya at tosa við tey, sum selja ferðaseðlar, og tá fara vit eisini at byrja okkara marknaðarføring, sigur DAT-stjórin.
Í fyrstu syftu skal DAT flúgva til Føroya áðrenn og eftir jólini, og síðani skulu flogførini hjá felagnum røkja aðrar uppgávur.
? Hetta er ein roynd, sum vit nú gera við Føroyaflúgvingini. Um fólk taka væl ímóti okkum, so eru vit sinnað at fara undir aftur flúgvingina í mars mánað, og vit ætla at kanna, hvussu brúkararnir eru nøgdir við okkum, eftir at vit hava flogið fyrstu ferðirnar, sigur Jesper Rungholm.