Sjúrður Olsen
Býráðslimur
???????????????
Fyrst vil eg ynskja øllum tilukku við valinum, eisini Heðini Mortensen.
Og eina serliga tøkk til tykkum 506 í stuðlaði meg persónliga á valinum.
Verandi samgonga vann valið, ongin yvi um tað.Vit fingu ongantíð møguleika at skipa okkum tí Heðin Mortensen stakk bæði okkum og allar okkara veljarir í ryggin fyri egnan vinning, Heðin ætlaði ongantíð at skipa samgongu við okkum, tí áðrenn fundin hevði hann longu gjørt avtalu við Jógvan Arge um at hann skuldi gerast borgarstjóri.
Kl 00:45 valnáttina møttust Heðin, Høgni, Beata, Jan, Bjarti, Annika og eg sjálvur niðri á býráðnum. Har bleiv avrátt beinan-vegin at taka Javnaðar-flokkin uppí samgonguna, fyri at fáa eina breiða og sterka samgongu, men Heðin vildi fyrst sleppa at umráða hettar við flokkin hjá sær. Tað hildu vit vera fair nokk, og vit skrivaðu øll undir samgonguskjal og tóku í hondina á hvørjum ørðumog avtalaðu at møtast aftur seinrapartin kl 15:00 saman við Javnaðarflokkinum. Hvat Heðin gjørdi beint aftaná vita øll.
Ein kann siga aftaná, at vit vóru naiv. Tað haldi eg ikki vit vóru. Um tú skal ganga runt og mistrúgva fólki so ringt, verður ikki livandi. Eingin annar enn Heðin Mortensen hevði kunna funni uppá slìkt.
Nú roynir Heðin at geva Høgna skylduna fyri at hava gjørt avtalu við fólkaflokkin áðrenn valið. Hetta er eisini lygn. Tað var Heðin Mortensen sjálvur, sum kallaði Sambandsflokkin og Fólkaflokkin saman til fund at gera valbólk. Á tí fundinum avtalaðu vit, at um vit fingu meirluta á valinum,skuldi størsti flokkurin hava borgarstjóran og skuldu vit møtast á Býráðnum valkvøldið og soleiðis bleiv eisini gjørt.
Annars má sigast at verandi samgonga hevur fingið nógv á skafti á øllum økjum, persónssamansetingin hevur veri perfekt. Vit hava staðið saman, bæði í við- og mótvindi. Eg vil eisini takka tykkum fyri 4 góð og lærurík ár.
Valið 2004.
Tjóðveldi gjørdi eitt brandval. Tilukku við tí. Kortini óskiljandi, at tjóveldisflokkurin skuldi fáa slíkt rimmarval, tí tey hava sitið og grenja, og als ikki ført nakran konstruktivan politikk, kortini vera tey borin innaftur. Ruddingardagur, gjøgnumskygni, opinleiki og mangt anna vóru slagorðini hjá Tjóveldisflokk-inum, og so valdi tey Heðin Mortensen til borgarstjóra. Slíkt vísur enn einaferð, at tað eru bara orð og ongin ryggur í hasum fólkinum.
Sambandsflokkurin gjørdi eitt minni gott val. Grundin er einføld, teir gloymdi øll hini valevnini, so at bara Heðini var at síggja á hvørjum pela og ´hvørjum garði. At maðurin hevur bæði verði varaborgarstjóri, formaður í Byggi og býarskipanarnevndini umframt Mentamálanevndini átti at gjørt, at skuldi fingi minst 1200 stemmur. Aftur har hava hini skyld-una fyri eitt vánaligt sambandsval, sigur Heðin uttan hann sjálvur, sum bara hevur profilerað seg sjálvan og ikki flokkin til valið.
Javnaðarflokkurin gjørdi eitt betri val enn nakar hevði vænta, aftaná alt rokið í flokkinum.Vit gjørdu eitt gott samgongu-skjal náttuna eftir vali saman við Javnaðarflokkinum, sum Katrin og Elin vóru nógv glaðari fyri, enn tað tær høvdu gjørt við Tjóð-veldi og Heðin. Men nevndin í felaðnum havnaði hesum. Eg kundi spurt Bergur Dam um tað er hann, sum er fólkavaldur ? Hevur hettar naka við demokrati at gera.
Við hesum havi eg kanska fingi luft fyri tí stóra skuffilsi okkum hevur verði fyri. Tað einasta vit nú kunnu gera er, at vit gera eina breiða samgongu har allir flokkarnir eru við, og at vit tildømis velja Jógvan ella Leivur til borgarstjóra. Tí vit kunnu ikki velja slíkan ryggleysan orðloysing sum Heðin Mortensen til borgarstjóra í Høvuðsstaðnum.Til Heðin er at siga, at tað sum farið er fram, einki hevur við jura at gera, men heldur, hvar moralska marki hjá tær er, ella um tu hevur nakran moral yvirhøvur.