17. desember fer at vera ein dagur, sum vit ongantíð fara at gloyma.
Sunnumorgunin vóru vit uppringd, tíðliga á morgni, tí babba var vorðin sjúkur. Fóru til Havnar á Landssjúkrahúsið við honum, men eingin av okkum hugsaði, at tað stóð so illa til, at hann lítla løtu seinni var deyður, bert 59 ára gamal.
Tað var sum um beinini fullkomuliga vóru skrykt undan okkum, ein djúp óskiljandi sorg. Babba var jú ungur og púra frískur, alt var so óveruligt og so tað, at eingin lækni kundi hjálpa honum. Hetta var beint undan jólum, og vit høvdu beint áðrenn avgjørt, at í ár skuldu vit øll systkini við familju halda jól heima hjá mammu og babba, tað var jú altíð so hugnaligt. Ístaðin blivu hetta eini jól við stórari og tungari sorg.
Góði babba, tú og mamma skuldu halda 35 ára brúdleypsdag, og høvdu tit tosað um hendan dagin, sum var 2. jóladag. Tað var so hugnaligt at koma til tykkum tann dagin, men so skuldi ikki verða, og vit standa eftir spyrjandi, hví?
Góða babba, tú vart eitt so deiligt menniskja, og eru vit so eydnusom at kunna vera ein partur av lívi tínum. Ein so róligur maður sum altíð var til at heita á, at hjálpa við øllum. Tú og mamma vóru so ung tá tit komu saman, altíð góð, tit vóru sum ein greipa. Har mamma var, var eisini babba.
Babba var sjómaður, tá vit vóru smá og minnast vit væl, tá hann kom aftur við Kapilssund og hevði verið leingi burturi, hvussu spennandi tað var, tí altíð hevði hann okkurt heim við til okkara.
Vit lærdu nógv gott av tær, bæði tá tú var eftir fugli, og eisini tá tú vart í haganum. Minnini eru nógv.
Ofta sat tú og sang og kvæði saman við okkum, tað vóru ikki fáir sangir í Føroya fólks og sálmabókini sum tú dugdi og lærdi okkum.
Mamma sigur ofta, at tað var næstan hvønn dag tú segði, hevur tú snakka við Heidi í dag? Er Poula í Havn? Hevur tú sæð Mikkjal? At vita hvussu góður tú vart við okum, gevur okkum eina styrki til at liva víðari.
Kann minnast hvussu tú plagdi at ringja til Havnar og siga »Hey, tað er babba, eg eri í haganum, siti uppi á oynni og fái mær drekkamunn, so eg ringdi bara fyri at vita, hvat tú gert. Havi kikara við, so eg síggi húsini hjá tykkum«.
Átta abbabørn fingu stóra gleða av tær, og føldu vit at tú ynskti at gleða tey, eins og tú gjørdi við okkum, tá vit vóru smá, tað eru vit glað fyri, og at tey hava fingið nógv og góð minnir saman við tær.
Ofta hugnaði tú tær saman við svigarsynunum, tað dámdi tær og teimum væl, bæði heima, í haga og annars við tí tú vart upptikin av. Tit høvdu seyð í fjósinum, sum tú segði, so høvdu vit okkurt at gera um veturin.
Tá tú nú vart vorðin umsjónarmaður í Nólsoy, hevði mamma fingið ein mann, sum altíð var heima til døgurða, og sum eisini bara kom inn og spurdi um ein kaffimunnur var klárur, so mamma, vit skilja væl, at tú følir eitt stórt tómrúm.
At tú vart ein maður, sum øll hildu av, tað sóu vit tá tú fór av kapellinum, ein stóran fólkaskarða, eisini í kirkjugarðinum.
Mamma tú skalt vita, at vit altíð eru har. Tað er ómetaliga hart.
Vit eru uppvaksin við at trúgva á Jesuspápa og vita at hann er har, tað er ein troyst, og at tú ert heima hjá honum, er gott at vita sær.
Hervið vilja vit lýsa frið yvir pápa okkara.
Takk fyri nógv góð minnir.
Heidi, Poula og Mikkjal










