Bill Justinussen
Oddagreinin 12. februar við yvirskriftini "Átrúnaður og politikkur" ger sama mistak, sum flestu onnur, ið hava viðgjørt Miðflokkin seinastu mánaðirnar. Roynt verður at samanbera okkara land, sum helst er heimsins friðarligasta, við Irak, Norðurírland og Balkan-lond. Tað er ivaleyst nyttuleyst hjá mær at greiða Sosialinum og øllum hinum frá muninum millum Irak og Føroyar. Er oddagreinsskrivarin á Sosialinum ikki vitandi um, at munur er á Irak og Føroyum, Guð viti, hvat hann so veit. Eftirhondini er støðuga júkanin um, at statsvaldið fyrr í tíðini tvingaði fólk til ávísa trúgv, sum førdi kúgan og trælkan við sær, og at hetta vil Miðfloksins politikkur aftur føra til, vorðin troyttandi og ikki sørt propagandakend. Fyri at siga tað stutt, so er Miðfloksins stevna júst tann øvuta av hesi ræðumynd, sum nøkur tíðindafólk trútta niður í føroyingar.
Miðfloksins aðalmál er júst at varðveita og útbyggja øll tey gagnligu framstig, sum kristni grundvøllurin gevur landi okkara. Tað er við blóði, sveitta og tárum at gleðiboðskapurin hevur vunnið fram í okkara parti av heiminum og hevur lyft samfeløg okkara frá armóð og trældómi til fremstu vælferðarsamfeløg í heiminum. Arbeiðararættindi, heilsutænastur, almenn forsorg, javnrættindi, mannarættindi, ídnaðarmenning og annað mangt eru alt úrslit av hesum sama boðskapi, og vil Miðflokkurin av øllum alvi stríðast fyri at halda hesum rættindum og hesi menning uppi og útbyggja tey. At kalla rákið í Føroyum fyri nýtt er sera primitivt, tí kristnir demokratiskir flokkar hava seinastu 50 árini verið ógvuliga sjónligir í flestu europeisku londunum. Og teirra mál hava verið tey somu sum Miðfloksins. Eg veit onki um, at Týskland, Italia, Holland og norðurlond hava kunnað samanborist við Irak og Norðurírland. Men tíverri hevur annað rák tikið seg upp í okkara grannalondum, sum nú er ein verulig hóttan móti positivu samfelagsgongdini. Hetta rák setir sjálvsøkni, persónliga menning og ómoral í hásæti við tí úrsliti, at kendu og óskrivaðu felags virðini spakuliga verða gloymd. Hvør einstakur avger síni egnu virði og setir síni egnu moralsku og etisku mørk. Tað, sum er skeivt fyri ein kann vera rætt fyri annan. Í fyrstu syftu tykist hesin hugsunnarháttur lokkandi - tí hava so mong tikið undir við honum -, men við tíðini verður hann eitt haft um beinini á samfelagnum og endar í ráða- og støðuloysi. Politikkur snýr seg ikki bert um at taka pening inn og luta hann rættvíst útaftur. Politikkur snýr seg um rættindi, um trygd og um børnini. At avgera, hvør tunnil skal byggjast fyrst, er barnamatur í mun til at taka avgerðir um, hvørji menniskjalig virði og mørk eiga at galda í einum samfelag. Tað er avbjóðingin, men fáir politikkarar hætta sær undir hana.
Oddagreinin í Sosialinum er primitiv, tí hon prógvar vantandi innlit og framskygni. Eg fari at biðja oddagreinsskrivaran um at leita sær upplýsingar um ein av mongum politikkarum í heimsflokki, sum júst orsakað av síni kristnu trúgv og við henni sum grundvølli og vegvísara aktivt ávirkaði bretskan politikk fyri stórt hundrað árum síðani, nevniliga William Wilberforce. Tað er alment kent og viðurkent, at hann framum aðrar var høvuðsorsøkin til, at trælahaldið og trælahandilin í Onglandi fekk ein enda tíðliga í seinastu øld. Og ávirkan hansara rakk so sanniliga eisini til Ameriku við sama úrsliti. Hann er bert ein av mongum, sum tíbetur ikki lurtaði eftir teimum, sum siga, at kristindómur og politikkur ikki hoyra saman. Tað var í øllum førum gott fyri kúðagu fjøldina av svørtum trælum, sum at enda vórðu loystir úr fjøtrum.
Oddagreinin endar við at spyrja, hvønn rætt ávísir politikkarar og flokkar hava til at taka sær patent upp á kristindómin. Nú kenni eg ikki til hetta patent, men um so er, burdi tað verið tikið frá hesum politikkarum og flokkum beinanvegin, tí Kristus er givin øllum menniskjum til frelsu, og her er einkarrættur ógjørligur.
Kuriosum: Í Norður-Írlandi hevur ES í direktivi positivt staðfest, at arbeiðsgevarar hava loyvi at diskriminera vegna trúgv, tá fólk verða sett í størv, orsakað av serligu støðuni millum protestantar og katolikkar.