bert hava lítlan part av tingmonnum beinleiðis aftanfyri seg. Til dømis hava stjórnarflokkarnir í Danmark bert um leið 70 tingmenn av 179 aftanfyri seg og í Noreg bert um leið 45 av 155 tingmonnum. Í Svøríki [...] løgmaður skal veljast av nýggjum. Hetta er bara ikki so. Løgmaður, sum ikki antin sjálvur hevur sagt seg frá ella er frákoyrdur við misálitisváttan, avgerð sjálvur út fra síni egnu meting av politisku støðuni [...] ni. Hugtakið er komið av, at í stýrisskipanini frá 1948 kravdist avgjørdur meiriluti á tingi fyri at velja landsstýrismenn (ikki løgmann), og fyri at fáa lógaruppskot samtykt. Av hesi orsøk hava vit politiskt
upp er ivaleyst merkt av, at seinastu árini hevur stórur partur av fiskiflotanum havt góð úrslit, og tí kundu onkrir politikkarar ivaleyst hugsa sær at fingið ein enn størri part av køkuni enn teir longu [...] hvussu stóran lut hvørt einkult felag og skip hava av teim søguligu rættindum sum eru fallin Føroyum í lut, og nøkur av teim feløgum sum vóru við frá byrjan av eru framvegis við í rækjuvinnuni. Tað stendur [...] ber til at spyrja, um ein slík skipan so ikki eisini má viðføra, at tað almenna so má gjalda pening til skipini, tá virði á veiðu- og fiskiloyvum er negativt, orsakað av vánaligum fiskiskapi ella øðrum
og CENTO, limað ein stóran part av heiminum inn í sína byrging. USA einasta heimsveldi Av teimum mongu mununum millum støðuna í heiminum í 2. øld f.Kr. og í seinnu helvt av 20. øld e.Kr. er serliga ein verdur [...] 19,5 milliónir tunnur av olju um dagin av tilsamans fyri allan heimin 77,1 milliónum tunnum um dagin. Men tiltaksoljan (reservaoljan) hjá USA var í 1999 30,5 milliardir tunnur av tilsamans í øllum heiminum [...] mest upp á seg av olju, men hevur sjálvt sera avmarkaða nøgd av henni. Við síni øgiligu fólkamongd og síni stóru menning er Kina (saman við India) tað landið, hvørs oljunýtsla í prosentum av heimsnýtsluni
eftir øllum at døma ikki loyvir einum parti av ríkinum sjálvstøðugt at virka egna vegna. Henda fyriskipan er kortini eingin forðing fyri, at Føroyar sum partur av ríkinum kunnu virka í egnum uttanríkispolitiskum [...] Sum kunnigt hava Føroyar og Grønland ikki altíð somu áhugamál – ofta eru okkara áhugamál beint øvugt av grønlendskum. · At Føroyar ikki eru limir í ES, ber harafturat í sær, at Føroyar og Danmark viðhvørt [...] letur upp fyri, at Føroyar fáa limaskap í ávísum altjóða felagsskapum og gerast sjálvstøðugur partur av altjóða avtalum. Men lógin forðar kortini fyri, at Føroyar sjálvstøðugt sleppa uppí avtalur og felagsskapir
heild. Hann sigur við ÚF, at tað er ov tíðliga at siga, at oljuævintýrið í Føroyum ongantíð verður av nøkrum. Hann minnir á, at tað tók fleiri ár og fleiri royndarboringar á norskum øki, áðrenn lønandi [...] tí, sum hendi í Noregi, so eru Føroyar framvegis inni í eini leitifasu, og eg trúgvi ikki, at nakað av feløgunum eftir fimm turrar brunnar ætlar at gevast við leitingini. Vit mugu minnast til, at í hvørjum [...] útvarpið, at eitt fund er gjørt og vísir til Marjunfundið. Tað er so eisini staðfest olja aðrastaðni, og av tí at tað nú ber til at bora gjøgnum basalt og tøknin at síggja gjøgnum basalt er betrað metir stjórin
Útvarpinum hálvan mars. Stjórin á rækjuvirkinum á Oyri, Sofus Poulsen, legði afturat, at fara fleiri skip av knóranum, fær virkið álvarsligar trupulleikar, tí virkið kann ikki virkað rækjur úr "triðja-londum" [...] við tí endamáli at kanna fiskirættindi hjá fjarfiskaflotanum og koma við uppskoti um burðardygga skipan fyri allan fjarfiskiflotanum. Skal standa á egnum beinum Í svari til Felagið Rækjuskip í januar í [...] . Skipini noyðast tí at sigla heim við veiðini og missa fiskidagar. Rækjuskipini selja um helvtina av veiðini - stívliga 9000 tons - til rækjuvirkið á Oyri. Restina selja skipini gjøgnum danskar sølufyritøkur
rættindi sum uttan iva eru í stríð við grundlógina, tá stýrið í uppskoti sínum leggur upp til, at partar av lógunum hjá fakfeløgunum skulu fara úr gildi í sambandi við møguliga innanhýsis atkvøðugreiðslu. Tað [...] vera soleiðis, at semingsmaðurin kann útseta møguligan arbeiðssteðg í 2 vikur í mun til núgaldandi skipan, har semingsmaðurin síðani galdandi lóg kom í gildi, bert hevur kunnað útsett møguligan arbeiðssteðg [...] semingsmaðurin nú í fleiri førum skal kunna útseta møguligan arbeiðssteðg, men í uppskotinum til orðing av grein 6 stk. 4 vil Vinnumálastýrið í veruleikanum geva semingsmanninum heimild til at útseta møguligan
tekur ár at uppbyggja og er treytað av førleikamenning og rekruttering av røttu manningini, tískil verður mælt til at halda fram við verandi skipan, og eru trupulleikar av henni, so ber til at broyta tað. [...] verða best røkt av at taka Landsbanka Føroya av, meðan felagsáhugin hjá Føroya fólki verður misrøktur. Uppskotið grundgevur als ikki fyri, at tað er forsvarligt at taka Landsbankan av, men grundgevur [...] heimshøpi er eina og týdningarmesta læran av seinastu alheims fíggjarkreppuni tann, at vinnuliga fíggjarvirksemið hevur íbygt lyndið til óstøðuleika. Fyri Føroyar er læra av m.a. næstseinastu bankakreppu (árini
ein lýsing av atburði av einum ávísum slagi. Og diagnosan verður sett út frá metingum, sum eru gjørdar av atburðinum. So hava vit ein symptomlista, har vit krossa av, og hevur tú nóg mikið av sjúkueyðkennum [...] ávegis. Sorg verður eftir øllum at døma ein diagnosa, næstu ferð henda skipan verður eftirhugd. Og tá vit eru komin har til, so haldi eg av sonnum, at vit tosa um eina ringa diagnosu, á sama hátt sum homos [...] Tí vit vilja gjarna hjálpa fólki, sum hava tað trupult. Innanfyri psykiatriina hava tey eina fatan av, at tað eru ymsir mátar at hava tað trupult upp á, ið eru tekin um sálarsjúku ella sálarligt órógv
vórðu tikin av fótum enn einaferð, tá íløguøðin herjaði nøkur ár seinni, og øll skuldu gerast rík av at keypa partabrøv. Tað er í dag syrgiligt at staðfesta, at so mong hava mist nógvan pening av hesum íløgum [...] um vit lærdu nakað av kreppuni í 90´unum. Teir vóru Jørn Astrup, fyrrv. bankastjóri, Janus Petersen, bankastjóri og Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur. Sosialurin endurgav part av hesum kjaki, og niðurstøðan [...] spurning nógv litað av, hvønn ein spyr. Mín greiða fatan er, at vit lærdu nógv, hóast vit ivaleyst kundu lært meira. Tíverri mistu vit hugin til broytingar, so skjótt sum kreppan hæsaði av, og skjótt var alt