Aftaná kjaksendingina í sjónvarpinum týskvøldið, har fleiri spurningar vórðu reistir enn svaraðir og klummuna fríggjamorgunin, har klummuskrivarin hálovaði elituflokkum, meðan hon, í veruleikanum, segði frá sínum góðu royndum av næmingalaðari undirvísing í fólkaskúlanum, er hóskandi at koma við nøkrum viðmerkingum ella einum ískoyti.
Spurningurin um elituflokkar stóðst í kjalarvørrinum av stovnanini av einum fótbóltsflokki í Tórshavnar kommunuskúla. Fyrst er at siga, at nýggi fótbóltsflokkurin á ongan hátt kollrennur fólkaskúlan, men heldur er ein kærkomin roynd í skúlahøpi, og hóast óhepnir byrjanartrupulleikar hava stungið seg upp, so eigur flokkurin at sleppa at standa sína roynd. Men royndin eigur at verða eftirmett. Samstundis er neyðugt at krita vøllin, tá tosað verður um elituflokkar. Tosa vit tá um at bólka næmingar í framhaldsdeild eftir áhuga, ella, sum í hesum føri, at skipa nýggjan flokk við næmingum við serligum áhuga og hegni; tosa vit um at flokka næmingar eftir evnum ella eftir úrtøku í ávísum lærugreinum ella tosa vit um at skipa flokkar fyri úrmælingar - ein bólkur sum vanliga verður mettur at umfata í mesta lagi 5% av einum árgangi.
Eftir fyrstu Pisa-kanningarnar fóru nógv lond at endurskoða sínar skúlaskipanir. Í fleiri londum var tað so, at politisku avgerðirnar, sum stóðust av hesi endurskoðan, í størri mun signaleraðu, at her høvdu ágrýtnir politikkarar tikið sær um reiggj, enn, at tiltøkini høvdu nakað jaligt árin á skúlan, og í summum førum vóru tiltøkini beinleiðis skaðilig. Vit kunnu nevna landsroyndir, at flokka næmingar eftir førleikum, avtøka av bólkaroyndum, almannakunngering av royndarúrslitum, raðfesting av skúlum í góðar og vánaligar skúlar grundað á royndir og skipan av elituflokkum.
Okkara fólkaskúlalóg frá 1979 bygdi á hugsanina um eindarskúlan. Hetta tí, at sera stór ónøgd var við uppbýtið í realskúla og 8, 9 og 10. flokk, sum tá var. Uppbýtið var eisini mett sum ein meinbogi fyri javnbjóðis atgongd til útbúgving og hugsanina um og samfelagsliga tørvin á, at sum flest fingu eina útbúgving eftir loknan fólkaskúla. Í kjalarvørrinum av vánaliga úrslitinum í undan-Pisa-kanningini, ið varð kunngjørt í oktobur 2006, var eisini hjá okkum mett neyðugt at gera broytingar í fólkaskúlanum/fólkaskúlalógini. Av jaligum átøkum í okkara fólkaskúla kunnu nevnast fleiri tímar og tvílæraraskipan í byrjanarundirvísingini og útbúgvingin av lesivegleiðarum. Harumframt komu so landsroyndirnar. Hugskotini vóru tey somu sum í grannalondunum, og óivað hevur verið hugt í broyttu donsku fólkaskúlalógina. Í hvussu er var ein av broytingunum í fólkaskúlalógini í juni í 2007, at tað nú varð latið upp fyri at bólka næmingar - í annars floksbýttum skúlum - inni í flokkinum og eisini tvørtur um floksmark. Uppbýtið skal tó vera námsfrøðiliga grundað ella grundað á eina eftirmeting av úrtøkuni hjá næminginum, og næmingurin má ikki vera burtur frá sínum egna flokki í meira enn helvtini av skúlatíðini. Hetta er eitt varligt men týðiligt brot við eindarskúlahugsanina.
Eindarskúlahugsanin er ikki bara ein vakur tanki. Tað verður mett sum gagnligt fyri næmingin at uppliva ymiskleikan og at menna sosialar førleikar í felagsskapinum, og dentur verður lagdur á floksfelagaárinið (kammeratskabseffekt). Serliga verður hugsað um, at í skúlahøpi hava sterkir næmingarnir jaligt árin á arbeiðslagið í flokkinum (eru teir nóg nógvir í tali), samstundis sum fjølbroytni í flokkinum ikki tarnar somu næmingum í egnari læring. Og ikki minst eigur flokkurin at vera trygga havnin hjá næminginum.
Tað er eisini væl skjalprógvað, at úrtøkan hjá næmingunum er nær tengd at sosioøkonomisku bakgrund teirra. Soleiðis at skilja, at jú longri útbúgving foreldrini hava, og jú hægri inntøkan hjá húskinum er - ella bæði tvey - meira sannlíkt er, at børnini klára seg væl í skúlanum, og størri eru útlitini fyri, at børnini seinni eisini nema sær hægri útbúgving. Í Pisa-frágreiðingunum verður nógv gjørt burturúr hesum. Í frágreiðingini í sambandi við kanningina í 2009 verða tey lond tikin fram, sum hava úrslit yvir miðal, samstundis, sum sambandið millum úrslit og útbúgving/inntøku hjá foreldrunum, er sum minst. Ella hvørji lond best megna at bróta sosiala arvin, samstundis sum úrslitini eru nøktandi. Í hesum bólkinum eru Finnland, Kanada, Japan, Noreg, Ísland og Hong Kong. Og tað, sum er felags fyri skúlaskipanina í hesum londum er, at næmingarnir, í lítlan mun, verða flokkaðir eftir førleikum. Í hesum sambandi kann spurningurin setast, um ein skúli, ið flokkar næmingar eftir førleikum, longu í skúlanum staðfestir tann stættarmun, sum frammanundan er í samfelagnum. Og um ein flokking í sjálvum sær ikki er ein forðing fyri javnbjóðis atgongd til útbúgvingar.
Í 1960-unum var um okkara leiðir slóðað fyri, at tað fíggjarliga skuldi vera gjørligt hjá øllum at nema sær útbúgving, eisini hægri útbúgvingar. Heldur ikki í hesum føri var tað bara ein vakur tanki, men í stóran mun ein ásannan av tí vaksandi tørvinum á útbúnari arbeiðsmegi, orsakað av fúkandi samfelagsmenningini, ið gjørdi, at 7 ára skúlagongd ikki varð mett nøktandi.
Tá vit seinast í 70-unum skipaðu eindarskúlan, so var tað ein ógvislig avbjóðing fyri lærarahópin. Skúlin, ið higartil hevði sáldað størsta partin av næmingunum frá, soleiðis, at bert ein lítil partur av næmingunum vórðu mettir skikkaðir til víðari útbúgving, so skuldi víðari útbúgving, í hvussu er á pappírinum, nú standa øllum í boði. Stóra spennið millum næmingarnar, nú floksbýtið var burtur, kravdi tillagingar í frálæruni. Svarið var næmingalagað undirvísing. Næmingalagað undirvísing er gomul námsfrøðilig grundhugsan. Í frálæruni ræður um at møta næminginum, har hann er staddur í menningini. Eisini her lekur tó millum teori og praksis. Tí næmingalagað undirvísing er sera krevjandi - bæði tá ræður um lærarakreftir, undirvísingartilfar og hølisviðurskifti.
Hóast tað er stór menning farin fram í fólkaskúlanum at fremja næmingalagaða undirvísing, og at gera skipanir, ið betra um líkindini fyri næmingalaðari undirvísing.
Tí hava vit, ið starvast innan fólkaskúlan, mangan eina kenslu av, at tá fólk tosa um fólkaskúlan, so tosa tey um skúlan, ið tey sjálv gingu í og ikki um dagsins skúla.
Dagsins skúli forfjónar ikki ymiskleikan, men ymiskleikin skal ikki brúkast til at atomisera fólkaskúlan út í alskyns áhugaflokkar (tað er eisini praktiskt ógjørligt). Avbjóðingin hjá skúlanum í dag er at hava avbjóðingar til allar næmingar, og so sanniliga eisini at hjúkla um tær sterku síðurnar, ið allir næmingar hava. Tað kann verða hurðin inn til alla læring.
Í summar fór ein drongur í 1. flokk. Hann dugir at rokna sum ein góður næmingur í 5. flokki. Annars er hann bara ein lítil fittur 7 ára gamal drongur. Skal hesin drongurin ganga i 5. flokki - ella skal hann sendast til Havnar at ganga í einum elitu-rokniflokki har? Nei, tað halda vit ikki, men tað er eisini synd, um hann ikki fær avbjóðingar, sum hóska honum.