Hans í Fjósi: Handilsmaður í Bringsnagøtu fekk jarðarmóðir til verdóttir

Í summar var ein stór ættarstevna hjá eftirkomarunum hjá teimum fimm døtrunum hjá Hanus og Mariannu

uttar í Stovu úr Koltri. Vit hava umrøtt ættina hjá tveimum teirra, Marin Fredrikku undir Kletti í Havn og

Nicolinu hjá gamla Sakarisi í Skopun. Hesa ferð umrøða vit ættina hjá Onnu Katrinu. Hon giftist við

Hans í Fjósi, sum eigur ein gravstein í gamla kirkjugarði

Av hesum fimm ættum úr Koltri er henda tann, sum telur minst í ættaryvir­litin­um, sum er um 60 síður. Hennara ætt telur bert eina av teimum.

Anna Katrina er fødd í 1823. Hon giftist í 1850 við Hans Christiansen, í Fjósi, f. 20.8 1821 og deyður 25.2. 1895. Foreldrini hjá honum vóru Anna Davids­dóttir úr Kvívík og Christian Hansen. Pápin er deyður ungur, tí í 1834 og 1845 er Hans hjá foreldrunum, meðan hann í 1850 bert er hjá mammuni.

Tað er ikki nógv sum ann­ars er vitað um tey bæði, uttan at Hans hevði handil í Bringsnagøtu, og at hon tæn­ti hjá Jacob Nolsøe, hand­ils­­forvaltara. Hans var upp­runaliga “handels­drag­er” hjá kongaliga handli­n­um, men er so byrjaður fyri seg sjálv­an, tá ið konga­ligi hand­ilin varð avtikin í 1856.

M. S. Viðstein skrivar, at okkara fyrsti marinumálari kallaðist Sigvald. Væl var hann lítillátin og kom ikki stórt millum fólk, men han funderaði fyri seg sjálvan. Hann málaði skipamyndir, og hann skrivaði eitt blað, sum hann sjálvur var út­­gevari av. Blaðið lá vanliga frammi í handlinum hjá Hans í Fjósi. Tað finst neyv­­an nakað eintak av hesum blaði. Handilin helt uppat í 1901.

Birgir Andr. Samuelsen, ættaður úr Vík, keypti húsini í 1902 og fór at handla í teimum. Hesin handil stongdi í 1949. Í 1952 byrjaði Keyps­sam­tøkan handil í hesum húsum. Teir fluttu í 1964.

Bert eitt av børn­un­um førdi ættina víðari

Tey bæði fingu børnini:

Ellen Marie Chrisitane Hansen, (1851-1853),

Hans David Hansen, (1852-1853),

Ellen Maria Súsanna Christian (1854-1888),

Maria Elisabeth Hansen (1856-1858),

Hans David Hansen, (1858-1890), handils­maður,

Christian Procles Hansen f. 1860, doyði ungur,

Niels Pauli Hansen f. 1863

Jacob Hansen, (1865-1934), skrivstovumaður

Thomas Evenius Hansen, (1869-1949).

Tummas var tann einasti av systkjunum sum giftist. Kona hansara var Hansina f. Hansen (1872-1952), ætt­að av Eiði. Hon var systir Juliu, konu gamla Sámal Petur Petersen í Fuglafirði. Ein annar skyld­maður hjá Hansinu var Sverre Stove av Eiði, sum ungur fór til Norra og búsettist har, men tíðum kom í Fjós, tá ið hann vitjaði heima.

Hann hevði stóran als til føðilandið, dugdi væl at skriva og skrivaði nógv, m.a. bókina ”Færøyane: En skildring av landet og folk­et, dets historie, kultur og næringsliv,” útgivin í 1944.

 

Hansina og Tummas fingu fýra børn:

Hans Olaf Hansen (1895-1983). Giftur við Dagmar, sum var donsk. Hann var upprunaliga lærari, men gjørdist kendur sum stjóri á Føroya Vanlukkutrygging í nógv ár. Tey vóru barnleys.

Elly Magdalena Hansen (1897-1963). Giftist við Kjartan Kjærbo (1899-1992). Tey búðu í Havn og vóru barnleys.

Sofía Maria (1900-1957), giftist við Magnus Andreas­sen (1900-1988), ættaður úr Fuglafirði. Búðu í Havn.

Hanna Hansen (1911-1981). Giftist við Hans David í Sakrastovu Poulsen (1904-1983). Búðu í Havn og vóru barnleys.

Frá hesum systkjum er bert eitt barn, Kamilla f. 1929, dóttir Sofíu Mariu og Magnus.

Hon er gift við Hans Sørensen, f. 1927. Tey eiga fimm børn, og tað eru hesi, sum umboða hesa ættargrein úr Koltri.

Fyrsta postboð í Havn

Tummas í Fjósi var fyrsta postboð í Havn. Framm­an­undan máttu fólk sjálvi koma á posthúsið. Men nú var starvið sum postboð lýst leyst og Tummas fekk starvið.

Næsta postboð var sett í 1917, og hetta var Pedda post, Jens Peter Rubeksen. Í 1919 fór Tummas at arbeiða inni á posthúsinum. Tá gekk hann bert út við peningini og post­upp­krøvum.

Í 1939 fór heilsan at bila, og tá legði Tummas frá sær.

Søgan um eina jarðarmóður

Serliga kend er kona Tummas, Hansina. Hon arbeiddi sum jarðarmóðir frá 1902 til 1937. Hon hevði viðtalu í egnum hús­um á horninum Hoyvíks­vegur/R.C. Effersøesgøta.

Hansins hevði orð fyri at vera eitt gott fólk. FF-blað­ið hevði í 2004 samrøðu við nú 88 ára gomlu Onnu av Váli, sum misti mammu sína sum smágenta.

Anna minnist jólini, tá ið hon var trý ára gomul. Tá skipaði Hansina fyri jóla­haldi fyri børnum, sum ikki vóru so væl fyri. Hetta minn­­ist Anna sum eina ógloymandi hending.

Jarðarmøðurnar fyri vanbýti

Tað er nokk so merkiligt, at tað er lítið skrivað niður av jarðarmóðursøgu í Før­oy­um. Vit hava kortini í hesi røð umrøtt fleiri jarð­ar­møð­ur í Havn. Tær eru Angel­ika Jacobsen, Anna Mort­ina Mouritsen, Anna Petersen og nú Hansina í Fjósi.

Hansina hevur nevniliga sjálv givið eitt gott íkast til hesa søgu. Hon hevði í 1919 í Dimmalætting eina greinarøð í fimm pørtum um ”De færøske Jorde­mødres Levevilkaar fra 1878 til 1919.” Hetta er forvitnisligur lesnaður í dag. Væl dugur hon eisini at málbera seg, sum tað sæst í fyrstu greinini, har hon lýsir arbeiðs­viður­skiftini hjá jarðarmøðrum.

Hetta er áhugavert, og tí verður partur av hennara frásøgn endurgivin í hesi grein. Tað skilst, at upp­runin til hesa greinarøð er eitt álop, sum Tinga­krosssur hevur havt á jarðarmøðurnar.

Máttu seta lívið í vága

Hansina byrjar fyrstu greinina soleiðis:

De færøske Jordemødre har altid mere eller mindre været Samfundets Stedbørn. Især ved Vintertid har det været livsfarligt at rejse fra det ene sted til det andet, særlig om Natten i Mørke og Uvejr, enten det er Regn og Blæst eller Snestorm. De mere eller mindre ufremkommelige Stier eller Veje er ofte i en saadan tilstand, at man synker i Dynd ret ofte til over Ankelen, undertiden til Knæet, eller man maa vade over stride Elve, somme Tider op til Livet. Paa nogle af Øerne maa Jordemoderen over Stejle Klippeafsatser, som Vandet fra nærliggende Elve af Stormen er ført hen over, og hvis der er stærk Frost, kan hun næppe finde Fodfæste slige Steder. Det er noget, som kan angribe Nerverne og tage paa Kræfterne. Er det i forvejen anstrengende at gaa, saa bliver det ikke bedre ved at glide, synke i eller falde.

Smerterne, man føler, maa for en Jordemoder være af underordnet Be­­tydning, naar det kun an­­gaar hende selv. At mange saadanne besværlige Rejser lidt efter lidt undergraver Jordemoderens Helbred er tydeligt, men det tænker de færreste paa. Hun skal følge Kaldet, hvordan det end staar til i hendes eget Hjem, og hvor svært det er for hende at følge Kaldet. Hun er bleven Jordemoder og maa finde sig i alt. Naar nu Jorde­mødrene for Tiden bliver udnyttede efter en større Maalestok, skyldes det den Omstændighed, at saa faa Kvinder vil ud­­dannes til Jordemødre, da det er saa let for dem at faa noget bedre. Jorde­moder­stillingen kræver mange Forpligtelser og giver faa Goder, saa de som fuldt ud er klar over, hvad de gaar ind til, melder sig ikke, og det er indlysende, at jo færre Jordemødrene er, desto mere arbejde bliver der til hver enkelt.

Ársløn 80 krónur

Hansina heldur, at tað eru alt ov fáar jarðarmøður í Før­oyum, nógv færri enn lógin ásetir. Lønin er alt ov lítil. Hetta ger sítt til, at áhugin fyri starvinum er so lítil.

Økisjarðarmøðurnar í Havn fáa hvør 80 kr árliga í løn í Havn, meðan hon er lægri úti á bygdunum. Har er hon kr. 60 árliga, um tær hava fingið útbúgving, annars er hon kr. 40. Eftir 15 ár fáa tær kr. 20 afturat. Eftir samanhanginum at døma má hetta hava verið grundlønin.

Tað er eitt minstagjald uppá 2 kr fyri sjálva føð­ingina og 50 oy fyri hvønn dag jarðarmóðurin er hjá føðandi kvinnuni. Hetta kann geva 10 kr. í miðal fyri hvørja føðing.

Annars var tað upp til familjuna hjá barninum, hvussu nógv tey vilja lata í samsýning. Tað kom eisini fyri, at eingin samsýning var latin, tí ráðini ikki vóru til tess, ella tí fólk hildu, at jarðarmóðurin fekk sína føstu løn. Men tey takka so hjartaliga fyri hjálpina.

Hansina: Det har også sin betydning for Jorde­mødrene vedkommende, da vi tit trænger til gode Menn­eskers Forbønner, mens vi ser Liv og Død række hin­anden Haand, og vi selv paakalder ham, som ene kan hjælpe, naar Menn­esk­ers Hjælp ikke foreslaar. Jordemødrene faar i Sand­hed at vide, at Livet ikke altid er saa lyst for en del Mennersker, og er der nogen, som kan forstaa til fulde, hvad Sygdom og Sorg kan bevirke i et Hjem, saa er det en Jordemoder.

Umstøðurnar eru versnaðar

Umstøðurnar er vánaligar hjá jarðamøðrum. Tað eru bert fáir løgtingsmenn sum skilja hetta. Hansina heldur fram:

I 1878 kunde Jorde­mødr­ene holde sig hele og rene, om ikke stands­mæss­igt, det var Lønnen dengang ikke tilstrækkelig til. Efter 1900 maatte man for at efter­komme Uddannelses­ordr­erne knibe af Mandens Fortjeneste for at kunde være rene om end tarvelige i Tøjet. Senere har det vist sig vanskeligere at skaffe det nødvendigste til Livs­ophold m.m., og under de nuværende Forhold kan de fleste Jordemødre med der­es bedste Vilje ikke holde sig rene og uberørte af for­skellige Ting i eller udenfor Hjemmet, som Jordemod­er­en burde være fri for.

Hansina vísir eisini á, at tað kostar 300 til 360 krónur árliga at hava eina arbeiðs­gentu umframt mat og vask, og hetta hava jarðar­møð­urnar ikki ráð til. Hetta kann føra til øktan vanda fyri barsilsfepur hjá kvinn­una og stívkrampa hjá barninum.

Tískil spyrja jarðarmøð­ur­nar, um Føroyar hava ráð til at missa sínar føðandi kvinnur, ella børnini sínar mammur, tá ið sleppast kann undan tí.

Taka sær av ”usædelig liv”

Tingakrossur sigur jarðar­møðurnar ofta hava ringan anda. Hansina sigur hetta kemur av, at tær ofta gerast sjúkar í maganum av sínum arbeiðsumstøðum, og so leggur hon afturat: ”Jorde­mødrenes ildelugtende Aande, hidrører ikke fra en Mave, fordærvet ved overdreven Nydelse af Alkohol eller erhvervet ved Sygomme, fremkaldt ved et usædeligt Liv. Er der noget vi Jordemødre afskyer, saa er det et usædeligt Levnet. Men Skæbnen føjer det altfor tit saadan, at Jorde­moderens Nærværelse paa­kræves i Slutningsakten af andres usædelige Liv, og de stakkels uægte Børn arriv­erer, de fleste for at gaa en tvivlsom Skæbne i Møde. Men Libertinerne fortsætter paa Jorde­mødre­nes og andres Bekostning.

Djór meira vird enn børn

Samlaða byrjanarlønin hjá øllum økisjarðarmøðrum er kr. 1.140. Til sammetingar hava Føroyar nú fingið ein djóralækna. Hesin fær einsamallur kr. 2.000 árliga í grundløn, og hetta kann ikki sigast at vera ov nógv. Men umframt hetta fær hann kr. 2.400 fyri viðtalur. Hetta er tilsamans ein góð inntøka. Hægsta inntøkan, Hansina hevði havt, var í 1916, tá ið hon tilsamans fekk kr. 700 fyri 59 føð­ing­ar. Tað var bert á Tvøroyri, at jarðarmóðurin fekk meira. Men útreiðsl­urnar til klæðir, skógvar og annað vóru meira enn hetta.

At Hansina kortini hevur kunnað klára seg er fyrst og fremsta takkað verið, at maður hennara eftir før­oyskum viðurskiftum hevur eina góða inntøku. Um­­framt hevur hon eina góða heilsu, og so hevur elsta dóttir hennara verið til stóra hjálp undanfarnu átta árini. Tað vóru kanska tey, sum hildu, at sum dóttir av húsinum nýttist henni onga løn, men tað heldur Hansina als ikki kunna bera til.

Hansina heldur, at henda sammeting vísir, at djórini eru meira vird í Føroyum enn børnini.

Løgtingið var við at viðgera umstøðurnar hjá jarðamøðrum, og hon kem­ur við ítøkiligum upp­skoti um eina skipan ný­­skipan, m.a. við ferða­samsýning til jarðarmøðurnar.

Umstøðurnar vóru nógv betri í Danmark, so tað er ein stórur vandi fyri, at ógiftar jarðarmøður søkja hagar, sum umstøðurnar eru bestar.

Niðurstøðan hjá Hansinu

Ved at skildre ovenstaaende, som for Øernes Skyld til evige Tider burde være skrinlagt, da det kun daar­ligt taaler Dagens Lys, har jeg indfriet et før givet Løfte.

Hon heldur tað vera óheppið, at henda skommin eisini kemur út um landa­mark, tá Dimmalætting eis­ini verður lisin í Danmark, men:

”herfor kan vi takke Redaktøren af Tingakrossur, som med sin utidige, uvid­ende og ukorrekte Frem­still­ing af Sager, hvilket ogsaa gælder Jordemodersagen, har søgt at fremkalde den største Uvilje blandt Be­­folkningen mod Jorde­mød­r­ene og selvfølgelig specielt imod mig.

Jeg kan forsvare enhver af mine Handlinger og vil stadig virke for Befolkn­ing­ens Bedste.

Hvorvidt færøske Jorde­mødre herefter vil pryde eller mispryde den Stand, de hører til og det Land, de arbejder for, samt hvor mange fødende Kvinder eller Jordemødre paa Grund af den nuværende yderst uretfærdige og uforsvarlige Ordning, som udelukkende skyldes Myndighedernes Forsømmelse, skal dø en for tidlig Død, staar alt sammen i Regeringens, Lag­tingets og de kommunale Myndigheders Hænder.

 

 

 

Komandi partur:

Í komandi parti verður greitt frá Rasmus Olsen. Hann var ættaður úr Søldarfirði, men búði stóran part lívinum í Stockholm