Níggjunda novembersoperettan

Jóanes Nielsen
?????
10 november var ein margháttligur dagur. Heilt frá morgunstundini skaraði dagurin framúr, og fyrst og fremst takka veri stóra operettufigurinum í føroyskum politikki, Heðini Mortensen. Við at leypa frá eini skriftligari avtalu við Jan Christiansen, sum man annars kann tittulera serfrøðing í brotnum byggisamtyktum, hevur Heðin Mortensen á sín egna hátt nullskriva okkara politiska kalendara. Man kann eisini siga, at maðurin av nýggjum hevur lært sínar medborgarar tað politiska ABC?iði. Nevniliga: Bara eitt slag av kærleika finst í politikki, eginkærleiki!
Fyrstur av vísa Heðini Mortensen sína andstygd, var flokksfelagin Høgni Mikkelsen. Umframt at hava gaffla sær nøkur góð byggilendi, hvørji onnur ørindi hevur tann fýrurin havt í Býráðnum? Maðurin sum hevur bygt tær ljótastu lonirnar í Tórshavnar søgu, og tjent milliónir uppá kassarnar, og sum omaná tað heila er valdur inn í býráðið sum eitt slag av ambassadørið hjá teimum heimleysu, luftaði í Útvarpinum tað rættiliga orginala, men djúpt hykleriska sjónarmiðið, at Sambandsflokkurin altíð hevur veri ein erligur flokkur.
Honum á bakið kom Kai Leo Johannesen við síni ræðuligu sunnudagsskúlalærararødd. Møguliga er maðurin ein infantil sál, og tað hevur hann eisini loyvið at vera. Men Sambandsflokkurin er hóast alt ein vaksnamannaflokkur, og tað minsta man kann krevja av flokksins fremsta umboði, er at viðkomandi nýt-ir ein hóskandi vaksnamannamálburð. Tað ber til at brutalisera og korrum-pera politikkin. Men ein meldar púrasta pass, tá menn byrja at barnsliggera politikkin.
Eisini Kaj Leo Johannesen var skelkaður av Heðini Mortensen, og hevði hann ikki havt so nógvar lyklar og leysar pengar í lummunum, var hann helst farin á flog av berari helligheit. Maðurin bleiv við at tosa um at halda avtalur og um at uppæla børnini til erligheit, og við so himmal-vendum eygum, at eg ill-tonkti mannin fyri at bluffa. Og sumt bendir á, at tað er akkurat tað sum hann hevur gjørt. Í øllum førum pástendur Heðin Mortensen, at formaðurin í Sambandsflokkinum visti um alt sum gekk fyri seg náttina aftaná býráðsvalið. Bæði um samráðingarnar við Fólkaflokkin, og eisini um tær seinni samráðingarnar við Tjóðveldisflokkin og Javn-aðarflokkin. Spurningurin er so hvørjum teirra man skal trúgva.
Í sjónvarpinum 10. november, sóu vit Heðin Mortensen berjast fyri sínum politiska lívið. Vand-in fyri eksklusjón úr Sam-bandsflokkinum hekk yvir hansara høvdi, og uttan iva kendi hann til royndirnar hjá Jan Christiansen at triksa bæði javnaðarumboðini yvir í sín part, og hevði tað lukkast, ja, so var Heðin Mortensen liðugur í politikki. Kanska høvdu teir valt hann til formann í líksýnisnevndini, ella inn í nevndina sum hevur umsjón av kirkjuklokkunum í býnum. Okkurt sovorðið. Tí spældi Heðin Mortensen høgt spæl, og skjeyt frá mjødnini. Hann trúði ikki rættiliga uppá at Jan Christiansen hevði so ilt í sínum politiska hjarta, sum hann lætst til at hava. Tvørturímóti minti hann á sokallaða kvettið sum var framt móti Lisbet L. Petersen fyri átta árum síðani, og pástóð at tað nettup var Jan Christiansen sum var meistarin aftanfyri komplottið.
Men ein skilur væl at Jan Christiansen er harmur um at hava mist borgmeistara-sessin. Var eg í hansara støðu, hevði eg heldur ikki hvept meg við at hunddálka Heðin Mortensen. Bæði tí hann leyp frá eini skriftligari avtalu, men eisini tí tær 50.000 krónurnar sum borgmeistarin fær um mánaðin, helst eru meiri enn tað sum fitnesstøðin Yviri við Strond kastar av sær.
At eginkærleiki í politikki stingur djúpt, minnist eg frá løgtingsvalinum í 1978. Vit vóru ein bólkur av ungum fólkið sum av okkara eintingum hongdu valplakatir upp. Hvat vit agiteraðu fyri, minnist eg ikki rættiliga, allarhelst hava vit agitera ímóti onkrum. Men akkurat ta náttina ýddi býurin av idealistiskum flokksstuðlum sum límaðu og nelgdu fyri sínar flokkar. Jógvan Arge, sum var valevnið hjá Tjóðveldisflokkinum, var eisini í býnum ta náttina. Men hann hongdi ikki plakatir upp fyri flokkin. Jógvan Arge límaði og nelgdi fyri seg sjálvan, og at hjálpa sær hevði hann brøðurnar Ólav og Magna.
Men aftaná 9. november í ár gjørdu nettup Jógvan Arge og Heðin Mortensen sítt til at politiska senan í Havn broyttist til eina operettusenu. Ja, meiri enn tað, til eina operettufarsu, har hvør einasta replikk hevði dupultan týdning, og onki í veruleikanum var sum tað tóktist at vera. Allir býráðslimirnir tosaðu úr løgnum handritum, sum ongin hevði copyrættindi til. Tað sum eina avmarkaða løtu var sannleiki, bygdi næstu løtuna á eina misskiljng, sum aftur bygdi á eina aðra misskiljing. Tað einasta sum man kann vera glaður um, var at Miðflokkurin ongan býráðslim fekk, tí viðkomandi hevði uttan iva farið og vrøvla í tungum. Innan fyri nakrar og tredivu tímar vóru heili fýra samgonguskjøl skrivaði, og afturat skjølunum fylgdu dungar av illgitingum og útspillingum sum hoyrdust í Útvarpi og Sjónvarpi, og vóru at lesa í bløðunum.
Tað er ikki heilt burturvið at pástanda, at soleiðis sum flokkspolitiska uppstillingin hevur útvikla seg, og ikki bara tá talan er um bý- og bygdaráðsval, men eisini til løgtingsval, so er undirhaldsvirði vorðið valsins fremsta eyðkennið. Logiska fylgjan av tí pástandinum má neyðugvís vera, at so er operettufigururin Heðin Mortensen eitt av hæddarpunktunum, ella sjálv krúnan á flokkspolitiska uppstillingaverkinum. Og tað er akkurat tað, sum maðurin er. Tá hjúnini Mortensen mikukvøldið løgdu seg at sova, var Heðin ein skroypilig sambandsk ormvera, men tá konan vendi sær móti honum næstan morgun, hvat sá hon? Jú, ein fagran sosial-demokratiskan summarfugl við sína lið.
Men hvar blivu so allar hugsjónirnar og hjartamálini av í hesi veldugu operettufarsu? Til tað vil eg siga, at borgararnir í Havn í øllum førum høvdu eitt hjartamál, og tað var at gera kvinnurnar sjónligari í býráðspolitikkinum. Og tað eydnaðist. Annars hvurvu hjartamálini sum døgg fyri sól, og man skuldi hava rættiliga góð eygu fyri bara at hóma skuggan av eini hugsjón.
Tað er komið somikið langt í dag, at politikarir kenna seg ikki sum fólksins tænarir. Mín varðhugi er eisini at fólk hálvavegna hveppa seg við at krevja, at teir fyrst og fremst skulu vera loyalir móti býnum og landinum. Teirra loyalitetur er knýttur til politisku flokkarnar, og tað merkir í høvðusheitum til tað klikuna sum situr við valdinum. Flokkspolitiska uppstillingin veitir heldur ikki veljarunum trygd fyri, at tey sum koma upp á listarnar, eru flokksins frægastu umboð. Heldur er tað øvugt. Tað eru kraddini, tey sjálvsøknu og ikki serliga gløggu sum albógva seg framat, og teirra bakland eru familjur og ymsik sløg av samkomun.
Í bókini "Fjernforhør" segði Vaslac Havel seg vera ímóti flokkspolitiskari uppstilling til parlamentið. Tað sum hann ímyndaði sær, var eina skipan har ein-staklingar, ið høvdu gjørt seg verdugar til fólksins álit, buðu seg fram.
Áðrenn Havel gjørdist politikkari, taldist maðurin millum frægu tjekkoslovatisku dramatikaranar. Kanska hevur hann hugsað sum so: Latið teatrini takað sær av operettunum og farsunum, so kunnu politikkararnir savna seg um at stjørna bý og landi.