gar so títt og knapt tað frættist um eitt nú kingokonsertir hjá Kristian Blak, fert tú at ivast í, um allar hesar »kollisiónir« munnu vera av berari tilvild, ella um onkur djúpari filosofi er aftanfyri [...] Fert tú í bløðini við einumhvørjum, ræður um, at tú greiðir lesarunum frá allari gongdini í málinum og ikki bara einum parti av tí. Eyðvitað kann sumt vera meira viðbrekið at viðgera enn annað ? men tað [...] sent Norðurlandahúsinum mangt faxið um júst Summartónar 1998. Tessvegna skuldi starvsfólkið í Norðurlandahúsinum vitað um Summartónar eins væl og føroyingar vita um Ólavsøkuna. Tískil fekk Kristian Blak
seinastu ferð. Nena veit hvørki út ella inn, hvat hon skal gera. - Eg havi ofta hugsað um, at familjur við børnum, sum hava serligan tørv, ikki kunnu búgva her. Vit hava eisini onkuntíð tosað um at flutt til [...] 15 ár. Hvat so við Jenny. - Hetta er ikki nakað, sum krevur ávísing frá serlækna. Tað hevði verið ruddiligast fyri allar partar, at kommunulæknar ávístu. Hevur tú ilt í rygginum, vísir kommunulæknin til [...] tíð í barnagarði sum onnur børn, og hon hevði stuðul. Eina ferð var Beinta Lassen har og greiddi frá um, hvussu ergoterapi kann hjálpa børnum við serligum tørvi, og stuðulin greiddi Nenu frá hesum. Almannastoavn
plakatum fóru til dømis á Amager, har nógvir føroyingar búgva. Kapping um føroyskar atkvøður Kappingin um føroysku atkvøðurnar, var eisini nakað Annika merkti val undir valstríðnum – tí fleiri valevni høvdu meiri [...] sms-ketuna í gongd við boðunum um, at nú var valið útskrivað og at tey skuldu koma heim til hennara sum skjótast. Men tá hetta skuldi gerast, steðgaði Annika upp. - Eg veit ikki hví, men í eina góða løtu [...] klokkan seks um morgunin, og eg tosaði við minst 30 journalistar gjøgnum dagin, fortelur Annika, sum soleiðis tryggjaði sær rúma fjølmiðlaumrøðu. Spenti víða Tá Annika soleiðis lítir aftur um bak og skoðar
fari tó at enda við, at eg fekk ikki færri atkvøður av hesi løgnu hending, men hvør veit, um eg ikki stóð enntá sterkari, um eg sum fólkafloksvalevnið fekk somu viðferð, sum tjóðveldisvalevnið. [...] rættiliga nógv frammi um barnaansing og ansingartørv. Tey nevndu síðani við meg, at útvarpið eisini vildi tosa við meg sum borgarstjóra. Eftir boðum ringdi eg til útvarpsmannin og spurdi, um hann ætlaði at tosa [...] MUNURIN ER Útvarpsmaðurin Gunnar Skúvadal vísti einum valevni, sum var borgarstjóri aftur at tosa um nakað so viðkomandi sum, at ein barnaansingarstovnur lat upp, tí valevnið var í karantenu. Samstundis
Suðuroy og Kelduni í Skálabotni. Hvat húsini, har Losjan húsast av fystan tíð, vóru ætlað til, veit eg onki um. Tað kundi fyri so vítt verið eini neyst ella bilverkstaður. Eitt er tó eyðsæð, og tað er , at [...] problemið sum so nógvir aðrir bólkar, sum royna at blanda gleðiboðskapin um Jesus og frelsu saman við hørðum rokki. Uppá meg virkar tað sum um teir ongantíð mugu fáa reyvina uppfrá ella fáa luft undir veingirnar [...] mín Telecaster look alike hann spældi uppá. The Story Ends Hetta er ein stuttligur bólkur. Eg veit ikki, um tað er meiningin, at teir vilja og ætla at vera stuttligir. Men tað eru teir alíkavæl. Við góðum
talan verið um nakað negativt upplivilsi. Undirgrundin í London er tiltikin fyri at verða torfør at finna runt í, men so er ikki tá ein eina ferð hevur sett seg inn í samanhangin. Ert tú í iva, so kemur [...] degnum ein kemur. Um tað mundið tá svimjingin byrjaði leygarkvøldið var Olympiski leikvøllurin longu fullur. Helst hevði tað tikið longri tíð at komi inn um tey 80.000 eisini ætlaðu sær inn um somu tíð. Allan [...] vóru finigð til vega við vón um at Pál Joensen hetta kvøldið skuldi svimja í 1.500m finaluni. Tað gekk tíverri ikki, men tá vónbrotið hevði lagt seg eitt sindur, so var talan um eitt søguligt og spennandi
barn hansara. Hann veit ? betur enn vit sjálvi ? hvat okkum tørvar av gleði og av harmi, henda dagin og allar okkara lívs dagir. Faðir, veit mær fasta trú, Fremsta álit mítt ver tú, Fastan halt meg tær [...] hesi orðini. Hann fortelur okkum um Gud, hvussu hann kallar okkum til samfelag við seg og til tænastu í ríki sínum. »Sonur mín!« ljóðar tiltalan ikki »trælur mín« ella »tú fremmandi«. Men hann nevnir okkum [...] skilji og helst vildi sloppið undan, so er og verður hann Faðir mín! Um enn hann ikki vil alt, sum møtir og hendir okkum, vil hann okkum nakað gjøgnum alt, hann letur henda okkum. At trúgva á hann er at biðja
alla staðni, har vit eru, og at hann veit alt um okkum ? hvørja hugsan, hvørt orð og hvørja gerð veit hann. Hann er Guð og sum Guð sleppa vit ikki frá honum, tí hann er um okkum alla staðni og altíð. Sálmaskaldið [...] einsamallur tá ið tú í einum syndigum eygnabrái ynskir hann burtur ? men tá festir hann eyga sítt á teg sum á Pætur á sinni og tú varnast við hvat tú gert. Ikki einsamallur, tá ið tú í sálarkvølum tínum [...] Hann kanst tú líta á, og til hansara kanst tú altíð fara við øllum, sum tyngir. Hann vil ikki, at tú skalt blíva einsamallur í ævinleikanum, men hann vil frelsa teg frá glatanini. Er nakað, sum kann frøa
syndirnar flokkaðar. Stórar syndir, minni stórar, smærri syndir og týdningarleysar syndir. Eg veit ikki um vit hava loyvið at gera okkum til dómarar yvir stødd á syndum, tí synd er synd, líkamikið hvussu [...] hugmóðog annað hesum líkt, í bólk, er eingin ivi um, at hesar standa ovarliga á listanum. Tað er nærum ógjørligt at hava við slík menniskju at gera. Tú fært ikki eina samtalu við tey á vanligum støði. [...] Tey hava nakað frástoytandi yvir sær í samveruni við onnur. Aldri kundi fallið teimum inn at viðgingið: Eg skilji teg so væl, eg kenni meg sjálvan aftur í tær, eri so ofta í somu støðu sum tú. Tann støða
svaraði bønum okkara, - at vit slett ikki fingu nakað av tí, sum vit bóðu um. Og tað kann eisini tykjast rætt, - at vit ikki fingu tað soleiðis, sum vit bóðu um, at fáa tað. Men Guð, hann sum skapað hevur [...] - hann veit hvat okkum er tørvur á, langt áðrenn vit biðja hann, og Jesus sigur: at hann veit at geva børnum sínum góðar gávur, teimum sum biðja hann. Eisini í dag, í tí serligu støðu, sum tú ella eg [...] eg eru stødd í júst nú, kunnu vit spyrja: Fingu vit nú tað, sum vit bóðu um? Ella fingu vit nakað annað? Svarið veitst tú best sjálvur. Men eitt er vist, at tað, sum Guð mest av øllum ynskir at geva okkum