Eitt hart slag fyri dóttrina

Nena Thomsen, sum eigur 16 ára gomlum seinmentu Jenny, stúrir fyri framtíðini hjá gentuni, sum ikki longur fær ergoterapi. - Eg tori ikki at hugsa um, hvussu stór afturstigini eru

Tá ið Nena Thomsen mikudagin í seinstu viku við dóttrini Jenny var hjá Beintu Lassen, sum nú í 10 ár hevur givið gentuni ergoterapi-viðgerðir, var hetta seinastu ferð.
Nena veit hvørki út ella inn, hvat hon skal gera.
- Eg havi ofta hugsað um, at familjur við børnum, sum hava serligan tørv, ikki kunnu búgva her. Vit hava eisini onkuntíð tosað um at flutt til Danmarkar, men tað hevði hóast alt verið stór synd at gjørt móti Jenny, sum er so góð við skyldfólk síni og dámar væl at koma út á bygd, sigur Nena.
Dóttirin er seinment og hevur ein feril av autismu. Hetta hevur við sær, at hon er nokkso afturlatin.
Í 10 ár hevur hon fingið viðgerð hjá Beintu Lassen.

Lærdi at tosa
- Tað hevur havt stóran týdning fyri hana bæði sálarliga likamliga og ikki minst málsliga, sigur Nena.
Jenny, sum nú er 16 ára gomul, fekk fyri 10 árum síðan at vita frá Beintu, at vøddarnir í andlitinum vóru ov veikir, og tá ið hon eina tíð hevði gingið til viðgerð, byrjaði hon at tosa. Tað skuldi til.
Viðhvørt hevur Jenny ikki fingið viðgerð í nakrar vikur. Tað hevur verið, tá ið tey hava verið burturi, summarferia hevur verið o.a.
- Tá hava vit upplivað hvørja ferð, at hon er steðgað og hevur bakkað aftur, men so skjott hon er komin í viðgerð aftur, hevur gingið betur aftur, sigur Nena.
Dóttirin Jenny gekk í sínari tíð í barnagarði sum onnur børn, og hon hevði stuðul. Eina ferð var Beinta Lassen har og greiddi frá um, hvussu ergoterapi kann hjálpa børnum við serligum tørvi, og stuðulin greiddi Nenu frá hesum.

Almannastoavn rindaði
- Eg fór til kommunulæknan og fekk ávísing til ergoterapi. Ta fyrstu tíðina var trupult at koma ígjøgnum hjá Almannastovuni. Vit rindaðu tí sjálv, við tað at vit sóu, hvussu væl hetta hjálpti. Umsíðir fingu vit stuðul, sigur Nena.
Jenny gekk í barnagarði, til hon var níggju ára gomul.
Ta fyrstu tíðina fingu tey játtan fyri eitt ár í senn, meðan seinni fingu tey játtan fyri trý ár í senn. Tann seinasta játtanin gongur fram til 2012, men hon verður so ikki brúkt meira nú.
- Eg havi billað mær inn, at Føroyar eru eitt framkomið land, og at Jenny tí fór at halda fram við at fáa ergoterapi. Men nei. Eg eri púra ráðaleys. Hvat skulu vit gera? spyr Nena, sum hugsar nógv um framtíðina hjá dóttrini.

Hvat skulu vit gera?
Aksel V. Johannesen hevur mælt til, at bara ein barnalækni skal kunna ávísa børn til ergoterapi. Men barnalæknin hevur einki at gera við børn yvir 15 ár. Hvat so við Jenny.
- Hetta er ikki nakað, sum krevur ávísing frá serlækna. Tað hevði verið ruddiligast fyri allar partar, at kommunulæknar ávístu. Hevur tú ilt í rygginum, vísir kommunulæknin til fysioterapeut. Hví kann hann ikki eisini gera tað til ergoterapeut. Tað er tað sama, sigur Nena.
Hon kundi hugsað sær ein kjakfund millum foreldur, ergoterapeutar og landstýrismannin, men hon veit ikki, hvørja orku foreldur hava til at stríðast. Haraftrat heldur hon tað vera niðurgerandi sum foreldur at skula stíga fram.
- Mín stríðsorka er eisini avmarkað, tí eg havi arbeiði og trý børn yngri enn Jenny. Ikki fyri tað, tey stimbra eisini systrina væl, sigur Nena.