Valið í Danmark kom ikki óvæntað. Í fleiri mánaðir høvdu eygleiðarar, serfrøðingar og politikkarar kappgitt um, hvønn dag valið fór at verða útskrivað. Og fyri hvønn dag, sum gekk, vaks spenningurin. Hetta merktist serliga væl inni á Christiansborg, hjartað í politisku skipanini í Danmark. Har starvast tey fólkavaldu. Har starvast journalistarnir og har starvast fólkini handan politikkaranar.
Annika Smith arbeiddi har og var í starvi hjá Norðuratlantsbólkinum.
- Eg fór til arbeiðis sum vant um morgunin. Men so var tað, at journalistarnir fóru at renna aftur og fram. Søgurnar vildu vera við, at ein journalistur hjá TV2 hevði frætt, at Lars Løkke Rasmussen fór at útskrivað val henda dagin og tað vísti seg at halda. Eg skundaði mær at pakka saman og fór heim, fortelur Annika Smith.
Steðgaði upp
Annika Smith hevði fyrireikað seg í langa tíð. Hóast bara góðar tvær vikur eru eftir til løgtingsvalið, eru allir uppstillingarlistarnir ikki lidnir enn. Hinvegin visti Annika tíðliga í fjørsummar – í juni 2010 – at hon taldist millum valevnini hjá SF. Tá byrjaðu fyrireikingarnar til valið eisini so smátt. Longu um heystið sama ár, var nógv á skránni.
- Tá bílegði eg 750 valplakatir. Vit byrjaðu at savna tilfar saman, gera heimasíðuna og skriva kjakinnlegg. Eg luttók á skeiðum fyri valevnir, har vit millum annað lærdu, hvussu vit skuldu fáast við fjølmiðlar og so framvegis, greiðir Annika Smith frá.
Hon fór eisini undir at savna sær frítíð saman, soleiðis at hon kundi brúka feriuna og avspáking, sum hon átti til góðar, tá valið einaferð varð útskrivað. Og soleiðis sum Annika Smith – og flest hini valevnini við – førdu valstríð, var ikki talingur um at arbeiða við øðrum samstundis.
Tá valið varð útskrivað, var alt klárt. Annika hevði eisini savnað eitt lið av sjálvbodnum hjálparum. Hon hevði væl omanfyri 30 hjálparar, klárir at fara til verka. Hon skuldi einans seta sms-ketuna í gongd við boðunum um, at nú var valið útskrivað og at tey skuldu koma heim til hennara sum skjótast. Men tá hetta skuldi gerast, steðgaði Annika upp.
- Eg veit ikki hví, men í eina góða løtu sat eg bara og stardi fram fyri meg, men so fór eg til verka.
Kropsliga sera strævið
Teir fyrstu tríggir dagarnir vóru ógvuliga møtimiklir. Plakatirnar skuldu riggast til. 700 eintøk vóru tøk á loftinum á 6. sali. Tey síðstu 50 vórðu kliptar, límaðar og settar saman í sjálvari íbúðini á 2. sali.
- Alt luktaði av tapetklistri í fleiri dagar aftaná, og tað var rættiliga undarligt at síggja 50 stórar plakatir av mær sjálvari í míni egnu stovu, flennir Annika. Síðani skuldi alt berast oman, fáast út og út á gøturnar og upp í pelar og trø.
- Vit súkklaðu, gingu, bóru, klatraðu og klintraðu. Fleiri gjørdust eisini sjúk av skiftandi veðrinum, har vit livdu av kaffi og treo burturav. Men soleiðis gingu teir fyrstu tríggir dagarnir, sum vóru sera krevjandi fysikt, sigur Annika Smith. Hon greiðir eisini frá, at hon málrættaði sínar plakatir til ymsar býarpartar. Stórur partur av hennara plakatum fóru til dømis á Amager, har nógvir føroyingar búgva.
Kapping um føroyskar atkvøður
Kappingin um føroysku atkvøðurnar, var eisini nakað Annika merkti val undir valstríðnum – tí fleiri valevni høvdu meiri ella minni tilknýti til Føroyar hesaferð. Annika Smith við sínum bondum til Tvøroyri, Bo Sandberg hjá Socialdemokratunum við tilknýtinum til Klaksvíkar og so Rasmus Jarlov hjá Konservative, sum hevur eina føroysku unnustu í Bjørk Krogh Olsen. Hesi kjakaðust eitt nú í Føroyahúsinum í valstríðnum, men eisini áðrenn valið varð útskrivað á háborg føroyinga í Keypmannahavn, Øresundskollegiet.
- Tað var ógvuliga stuttligt at merkja kappingina um føroysku atkvøðurnar, heldur Annika Smith.
Hótt eftir lívinum
Hinvegin var tað minni stuttligt, tá Annika varð hótt eftir lívinum og fekk hatibrøv sendandi, har fólk lovaðu líkt og ólíkt. Hetta lat Annika upp til løgregluna. Men tað var ikki bara undir valstríðnum, at fólk gjørdu Anniku ónáðir. Eftir valið eru øll ikki givin.
- Til dømis er tað onkur, sum bíleggur stórar, tungar kassar fullar av bókum í mínum navni, sum síðani verða sendir heim til mín, greiðir Annika Smith frá. Hetta verður gjørt við, at hennara undirskrift verður falsað, men eisini hetta er meldað til løgregluna.
Hon hevur ein illgruna um, at onkur av teimum fólkunum, sum standa aftanfyri hóttanir og ónollir, teljast millum teirra, sum fingu ilt eitt vist stað av átakinum »FU*K DF«, sum Annika Smith gjørdi. Eitt átak, sum skapti mikla øsing og nógvan fagna.
- Tann dagin, hetta var kunngjørt og dagarnar aftaná, ringdu journalistar klokkan seks um morgunin, og eg tosaði við minst 30 journalistar gjøgnum dagin, fortelur Annika, sum soleiðis tryggjaði sær rúma fjølmiðlaumrøðu.
Spenti víða
Tá Annika soleiðis lítir aftur um bak og skoðar valstríðið, sum tað var, ásannar hon, at tað spenti ómetaliga víða. Frá at vera í beinleiðis stríð við uttasta høgravongin í donskum politikki, til at verða innstillað til »Valgbabe« hjá EkstraBladet. Annika Smith gjørdi eisini eina politiska veðurforsøgn, var gestabarrvørur til eitt politiskt kvøld á barrini Toga, kjakaðist, røddi, býtti faldarar út, heilsaði upp á fólk, var til mótmælistiltøk og mangt, mangt annað.
Sum einsamalt valevni upplivdi Annika Smith ivaleyst meira, enn løgtingsvalstríðið í síni heild kemur at bjóða.
– Eg vildi heldur enn gjarna gjørt tað umaftur. Eg havi enn ikki tikið alt upp á aftur, sum eg tapti undir valstríðnum. Eg hugdi á kontoina í dag og har er absolutt einki eftir. Eg havi enn ikki innheintað mista svøvnin . Men mín áheitan til valevnini í Føroyum er, at tey skulu satsa alt. Geva alt tey hava fyri at verða vald. Tað er serstakt at verða uppstillaður til eitt so stórfingið starv. Og tá ið á stendur, minst so til, hví tú stillaði upp. Tað er tí, tú ynskir at broyta samfelagið til tað betra, sigur Annika Smith, sum vann knappliga 300 persónligar atkvøður til fólkatingsvalið 2011 og er fjórði varalimurin hjá SF í fólkatinginum umboðandi Keypmannahavnar-økið. Einans tríggir av 16 valevnum, vórðu vald á ting fyri SF umboðandi Keypmannahavn. Hetta vóru tung fólk sum Villy Søvndal, Ida Auken og Ôzlem Cekic.
Annika er framvegis limur í landsleiðslu SFs, og politiska dreyminum hevur hon framvegis ikki slept.
- Eg eri ikki í iva um, at eg vil stilla upp aftur. Tað er umráðandi hjá mær at fylgja dreyminum, hóast tað ikki eydnast í fyrstu atløgu. Valdysturin var stuttligur og eg eri vorðin nógvar royndir ríkari.