Eitt kvøld við mínum Telecaster look alike

Tekstur: Karl A. Klein


Ummæli av konsert í Losjuni í Gøtu leygarkvøldið 10. september 2005.
Luttakandi bólkar. Braquet, The Story Ends, Dimmi og SIC.
Ungdómurin uttan fyri Havnina
Tað má vera ræðuligt at vera ungur í Føroyum í dag. Serliga hugsi eg um, hvussu tað man vera at vera ungur uttanfyri Havnina, sum hóast alt hevur nøkur fá, tó als ikki nøktandi tilboð til tey ungu, sum ikki sleppa inn á tey støðini, har skonkt verður.
Tvey støð eru í landinum, har tey ungu tónleikaáhugaðu sleppa at lurta eftir nýggjum og originalum føroyskum tónleiki.Tey eru ART í Havn, sum hevur konsertir í Margarinfabrikkini og so Grót í Gøtu, sum vanliga hevur konsertir í Losjuni við Gøtugjógv. Verður hugt burtur frá hesum báðum støðum, so er næstan onki lív í. Ja tú kanst siga, at tað er so steindeytt.
Konsertvirksemið á Margarinfabrikkini liggur stilt fyri tíðina, tí ein tónleikari, sum øll væntaðu sær nógv av í áttatiárunum, ikki bleiv til annað enn eitt neyðars heimleyst alkoholvrak, breyt eina wc kummu, so tonsavís av vatni fleyt út um alt húsið, so bæði børn, ung og tónleikarnir í húsinum eru við sviðið soð. Shame on you.
So júst nú er einasta staðið, har livandi tónleikur hoyrist í Losjuni í Gøtu.
Leygarkvøldið vóru so tveir bólkar úr ART umhvørvinum, "The Story Ends" og "SIC" boðsendir til Gøtu at spæla saman við Braquett og Dimmi.
Fyrstu tríggir bólkarnir hava verið nokkso virknir seinastu tíðina. M.a. hava teir spælt á G festivalinum umframt m.a í Suðuroy og Kelduni í Skálabotni.
Hvat húsini, har Losjan húsast av fystan tíð, vóru ætlað til, veit eg onki um. Tað kundi fyri so vítt verið eini neyst ella bilverkstaður. Eitt er tó eyðsæð, og tað er , at onkrantíð varð roknað við, at harður rokkur skuldi ljóða væl í hølunum, sum sikkurt eru sera góð at spæla Bingo í, men tíverri sum ikki eina ferð, so skortar uppá akkustiska førleikan, tá tað snýr seg um hølisviðurkifti til rútmiskan tónleik í Føroyum.
Síðan teir hava bøtt upp á hús-ið, er pallurin fluttur, soleiðis at tónleikararnir nú standa og spæla mitt ímillum gólv og loft. Tað ger tað ikki neyðugt verri. Men tíverri fer nógv av ljóðinum uppí loftið omanfyri pallin. Tað ger, at t.d. trummurnar lættliga detta burturímillum, tá Marshall forsterkarnir brøla sini desibell út í luftina. Annars kann sigast um áhoyrarafjøldina, at hon kanska ikki var so stór, men hon var dedikerað, upptikin av at taka ímóti tí, sum borðreitt varð við. Tað, sum eyðkennir áhoyrarnar í Gøtu, er, at tey sita á gólvinum, og tað ger, at tað lættliga kann gerast keðiligt at spæla. Men tá fjøldin er friðarlig men alíkavæl við uppá tað, so ger tað ikki so ræðuliga nógv.
Braquet
Fyrsti bólkur á pallin hetta kvøldið var Braquett. Tað kann ikki sigast annað enn, at teir hava sín egna stíl. Summi halda tað vera fantastiskt, meðan onnur halda tað vera nakað lort. Eg eri onkustaðni mitt í millum. Havi hoyrt teir nakrar ferðir og má siga, at bólkurin er í eini støðugari menning. Tónleikurin situr betur og betur. Soleiðis var eisini hetta kvøldið. Men eg haldi teir hava sama problemið sum so nógvir aðrir bólkar, sum royna at blanda gleðiboðskapin um Jesus og frelsu saman við hørðum rokki. Uppá meg virkar tað sum um teir ongantíð mugu fáa reyvina uppfrá ella fáa luft undir veingirnar, tí tað er synd at lata seg flyta ella taka við av tónleikinum. Tó treyðugt so, so var okkurt lagið, har sving kom í og eitt sindur av luft kom undir. Men so skuldi tað pínadoy punkast niðuraftur á plattføtunar. Størsta problemið hjá bólkinum er ivaleyst, at teir bara hava guitaristin at reypa av.
Og by the way - var tað mín Telecaster look alike hann spældi uppá.
The Story Ends
Hetta er ein stuttligur bólkur. Eg veit ikki, um tað er meiningin, at teir vilja og ætla at vera stuttligir. Men tað eru teir alíkavæl. Við góðum og ræðuliga stuttum setti settu teir eitt dámligt dæmi á konsertina. Tað kann bara sigast, at teir hava sín heilt egna stíl við einum sera spennandi scenushowi (pallframførslu).
Men teir máttu skunda sær, tí báðir guitaristarnir skuldu til Klaksvíkar á møti. So settið var nakað stutt. Tað lagið, sum festir seg hjá teim flestu, var tað seinasta lagi, har politikarar og miðlafólk kjakast um mentapolitikk. Til hetta høvið hevði Filip eitt papphøvd av Torbirni Jacobsen, og Hanus hevði eitt ditto av Øssuri Winthereig. Hesi høvd vóru so sprákarar fyri, hvat The Story Ends halda um mentapolitikkin yvirhøvur.
Filip spældi eisini uppá mín Telecaster look alike.
DIMMI
Gulli hevur verið í mongum rokinum. Man kann halda um tað hvat man vil. Men nú er hann so farin yvir í okkurt, sum kanska kann kallast tekno ella industrial (ivaleyst kallar hann tað okkurt annað sum spirituellan teldutónleik). Gulli er tó ikki einsamallur men hevur songkvinnu við sum eftir mínum tykki tíbetur sang, ella resiteraði á føroyskum (tað er eitt pluss). Men hvat við tónleikinum? Nei eg veit ikki rættuliga, vil ikki vera negativur yvirfyri einum nýbroti í Føroyskum tónleiki. Men okkurt má tó sigast. Fyri tað fyrsta nyttar onki at koyra tekno ella industry ella hvat man nú kallar tónleikin út ígjøgnum tveir avdankaðar hátalarar í einum sanganleggi. Har krevst meira hátalarakapacitetur. Feitir basswoofarar skulu fáa luftina at vibrera. Hetta hendi tíverri ikki, tí noyddist ein at sita mest sum og ímynda sær, hvussu hetta átti at ljóða. Arrangementini vóru javnt keðilig og haldi eg, at Gulli kundi lurtað eftir tí ultimativa føroyska teknobólkinum Maður Glotti og fingið nógv burturúr. Men um Dimmi tora at vera so konsekvent sum Maður Glotti er ein annar spurningur. Annars kundi Gulli hjálpt damuni eitt sindur við at latið hana hoyrt, hvørji tónaart tónleikurin varð spældur í, so hon ikki skuldi føla seg fram til tónan. Ljóðið gjørdist tíverri eisini eitt sindur einstáttað, tí Gulli hevði stungið eina mikrofon niður í grýtuna, tá onkur kókaði kleynur, og hetta var ein gjøgnumgangandi prutlan, sum skuldi lýsa stemmningin úti í rúmdini o.s.v.
Men Dimmi, keep on rocking við betri ljóði.
SIC
Einasti bókur av sínum slag í Føroyum avgjørdi alla konsertina. Henda framførslan teirra var knapt so góð sum tann í Suðuroy. Tað kemst nokk av sitandi fjøldini.
Men enn einaferð vísti Mikjal, at hann er suverent nr 1.
Kanska uppá tíðina at geva hinum limunum í bólkinum eitt orð á vegnum. Edie spældi væl hetta kvøldið og tíbetur hevði hann skrúvað soleiðis frá, at guitarin hjá honum hoyrdist. Har vóru nógv spennandi ting, sum gjørdu tað stuttligt at fylgja við í løgunum. Frans, sum er lítli Benjamin í bólkinum, stendur onki aftanfyri (hann plagar eisini at lána mín Telecaster look alike ), so sjálvt um hann hevði ilt í búkinum riggaði alt væl. Bassur og trummur spældu aftur hetta kvøldið sera væl saman. Eg veit ikki, hvat Magnus ger í einum bólki sum Makrel, tá hann kann spæla í SIC.
Enn einaferð vil eg undirstrika, at tað ikki er lurtarafjøld til slíkan tónleik í Føroyum. So sleppið tykkum út um landaoddarnar og skapið tykkum eina framtíð. Har er onkustaðni ein áhoyrarafjøld, sum dugir at virðismeta tað úttrykkið, sum tit diska upp við. Oyrageldu hálvbabsarnir í Føroyum duga tað so í hvussu so er ikki.