ikki hann. Tað er eitt gott hugskot at slíta 1. lið frá felagnum, og tað man vera sera spennandi hjá spælarunum serliga teimum ungu at gerast partvís yrkisspælarar. Men fyri meg, hava tað ongantíð [...] um? Nei, tað er ikki trupulleikin. Eg havi altíð kunna passa fótbóltin og arbeiði saman, og tá tú arbeiðir saman við fólki, sum skilja tína støðu, er tað eingin trupulleiki. Og skuldi tað gjørst neyðugt [...] einum góðum kappingarári. Fari eg ikki heilt skeivur, so er tað ein framúr góður og professionellur venjari, vit fáa næsta ár, og tað ger tað meiri spennandi at vera við. Og felagið kennir meg, byrji
verja og røkja um tað, eins og tú røkir og hevur umsorgan fyri tær sjálvum ella tínum nærmastu. Onkuntíð hevur verið havt á lofti, at føroyskt mál er viðbrekið og kompliserað, at tað hevur ikki ein og [...] læra føroyskt bæði bókmentaliga og málfrøðiliga, eiga at verða eggjaði til tað. Tað tykist sum, at føroyska Málnevndin hevur verið afturhaldandi í hesum at reka ein demokratiskan málpolitikk. Heldur koma [...] Verður urtagarðurin ikki nóg væl røktur, fellur hann í órøkt; verður málið ikki røkt til lítar, verður tað liggjandi órøkt. Men skal málið ikki ganga aftur á hondina, er ikki nóg mikið at onkur bert av tilvild
griksku aldarfatanini, at tað einaferð á fold hevur verið ein gulløld, og síðani hevur tað gingið aftur á hond, og nú liva vit í eini jarnøld. »Deldavatn« er kortini ikki svartskygd, tað er bara so, at barnaárini [...] menniskja, sigst. »Frú Marcus« eitur søga, sum í stuttum snýr seg um at virðismeta tað, tú hevur, meðan tú hevur tað. Hon er huglagsmynd um hvussu menniskir gerast fremmand fyri hvørjum øðrum, hvussu tey [...] ávaringarstøðini móti luftini, sum dumb ófrættatekin«. Skermarnir, og tað teir umboða, spøkja fleiri ferðir, og tey ríku royna at verja seg, tað frægasta tey duga: bumbuskýli í kjallaranum og oljutangar í havanum
royna okkum ímóti teimum, og tað verður ein sera trupul uppgáva, sigur Jákup Símun Simonsen hjá H71. Men hoyvíkingar eiga at hava sjálvsálitið í lagi, tí teir hava júst verið í Vestmanna og vunnið á VÍF [...] Neistin fer til Suðuroyar at spæla sunnudagin. VB tekur ímóti, og enn hevur tað bert eydnast VB at vinna einaferð, og tað var á heimavølli. Triðji dysturin í hesum umfarinum verður ikki fyrrenn mikukvøldið [...] Hondbóltskappingin er meiri spennandi nú enn hon hevur verið í longri tíð. Bæði hjá monnum og kvinnum er rættiligur spenningur komin í farnu vikuna. Alt byrjaði við at menninir hjá H71 vunnu á VÍF, og
lærusetningur, sum sjálvt lívið hevði lært hann. Tað var tann umsorgan, hann vísti sínum egnu systkjum, tað var umsorganin, hann vísti sínum børnum, og tað var umsorganin hann vísti sínum abbabørnum. Bjarni [...] onnur at síggja tað ofta komiska, sum hóast alt hendir í okkara gráa gerandisdegi. Ja, enntá nú, tað stundaði ímóti endanum so hevði hann ikki mist hesi einastandandi evnini til at síggja tað stuttliga í sjálvt [...] abbi at okkara børnum. Tá ein situr og hugleiðir um lívið hjá einum menniskja, so vil tað eyðvita verða so, at tað eru ávís viðurskiftu, sum tú serliga hevur hug at draga fram. Tú endar aloftast við nøkrum
leiða skeiðið, og tá verða A-dómara útnevndir av útlendska dómaranum saman við dómaradeildini hjá JSF. Tað er ein treyt hjá øllum dómarum, at teir skulu luttaka á dómaraskeiði í minsta lagi annað hvørt ár, [...] seinastu nógvu árini sent dómarar til Danmarkar á skeið, eins og umboð fyri JSF okkurt árið hevur verið á dómaraskeiði hjá Europeiska Judosambandinum. Hetta verður gjørt fyri at støðið hjá føroysku jud
bangin fyri, at tað sum framvegis ger, at Bjarni Djurholm er so nógv ímóti vágatunnlinum er heilt einfalt tað, at hann enn í dag er plágaður av Glyvursnessyndrominum. Annars hevði tað verið forvitnisligt [...] soleiðis, at løgtingið hevði samtykt eins og lán uppá 200 mill. kr. var veruleiki, tí var tað stórt spell, at tað politiskt var neyðugt at steðga hesi ætlan, sum nú er vorðin aktuel aftur. Annars vóru a [...] um fasta sambandið, men meinti hann at tað skuldi ein raðfesting til í komandi íløgum, áðrenn støða kundi takast um gerð av vágatunnlinum. Harafturat helt hann tað vera lítið skilagott, at peningurin, sum
handan eitt fjall. Tá gekk tað skjótt - eitt, tvey, trý, so stóð sólin øll sum hon var á himni. Vit kendu tað, sum um vit høvdu verið vitni til skap-anina av fyrsta degi. Tað var ein løgin/góð kensla at [...] yvir tær síðstu vikurnar, skilja vit, at tað verður ógvuliga ringt at velja og vraka. Alt hevur verið so spennandi, og vit hava upplivað eina rúgvu. Vit hava verið í Nepal í 3 vikur, og hetta er eitt ógvuliga [...] er at siga nei, men tað er umráðandi at gera so, tí annars kunnu børnini fáa ta fatan, at tað er lættari at bidda enn at brúka tíðina til at fara í skúla og fáa eina útbúgving. Tað eru nógv sløg av biddarum
eisini tað seg galdandi, at tað rak í ættina. Tað hevði verið sera ófantaligt suður. Annars hevur tað verið sama veðrið at kalla alla vikuna. Men tað hevur ikki verið so ringt at sigla, sum tað hevur sæð [...] ferðaætlanini. Og tað vil so aftur siga, at fráferðin úr Havn klokkan 17.30 hevði ikki kunnað verið fyrrenn í fyrsta lagið klokkan 19.30. Skiparin sigur, at eftir teirra tykki hevði hetta verið so tvørligt hjá [...] nógv ferðafólk við. Tað eru næstan bara tey,. sum noyðast. Fyri at gera tað túrin lættari hjá ferðafólki, plaga teir at fara vesturum Sandoynna í slíkum líkindum. Í besta føri ger tað túrin ein hálvan tíma
tí nógva fólkinum. Men fyrsta stevnudagin, hóskvøldið, vóru longu 190 fólk á stevnu, og tað eru øll nøgd við. Tað var heldur ikki sørt, at báði vørur og pengar skiftu eigara longu. Longu hetta fyrsta kvøldið [...] Vági hevur gingið gott higartil og báði seljarar og fyrireikarar eru væl nøgdir, hóast veðrið hevur verið alt annað enn til vildar. Teir stóru dagarnar eru ikki fyrrenn í dag og í morgin, tá verður roknað [...] helvtina av útreiðslunum. Og ein triði handil segði seg hava selt fyri næstan 2.000 krónur og helt tað verða frálíkt afturímóti fyrsta degnum á sølustevnuni í Havn, táið tey bara seldu fyri 50 krónur tann