greinini at døma, veit hann lítið um málið. Til tess at fáa grundarlag fyri eini niðurstøðu, leggur hann nøkur sokallað »fakta« fram, sum ikki hava hald í veruleikanum. Málið um klinikkassistentarnar var sera [...] arbeiðsgevari ábyrgdast fyri sínar gerðir, um hesar ikki eru ílagi, og er einki nýtt í hesum, og als eingin provokatión ímóti fakfeløgunum. Tvørturímóti. Tí um so var, at t.d. fakfeløgini kundu hóvreiggjað [...] anum, sum samb. Kommunulógini kann seta tvingsilsbøtur o.a. í verk yvirfyri kommunalpolitikarum, um so er, at teir ikki bera seg at sum eftirlitsmyndugleikin, t.v.s. í hesum føri sum landsstýrið, ásetur
klára av eini tjóð, sum hevur ligið so lágt, at vera komin so væl undan aftur eftir so stuttari tíð. Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, segði, at hann var fegin um ferðina í Føroyum, og tók upp aftur [...] einum føroyskum útspæli um, hvussu ein komandi sendinevnd skal mannast. Tað verða føroyingar, sum fara at avgera, hvussu samráðingarnar skulu fara fram. Men eingin ivi skal vera um, at danir fara at stuðla [...] aftur, at hann var serliga fegin um, at hann ikki lurtaði eftir teimum, sum ráddu honum frá at fara. »Vit hava tosað um føroyska búskapin, sum eg havi góðar vónir til framyvir,« segði Poul Nyrup Rasmussen
at gera íløgur í Vágum, um føroyingar um stutta tíð kortini gera av at byggja nýggjan flogvøll á Glyvursnesi. Tvs, at íløgur verða ikki gjørdar í flogvøllin í Vágum uttan so, at føroyingar gera av, at [...] hvat er mest sannlíkt verður gjørt í Vágum. Um tað er mest annlíkt at ?glíðibanin³ verður settur upp, um tað er mest sannlíkt at vøllurin verður longdur, ella um báðar íløgurnar verða gjørdar. Men leiðarin [...] føstum sambandi. Vit spurdu Theo Rabenberg um nakrar ábendingar vóru komnar úr Føroyum um, at steðga við íløgum í Vágum fyribils, tí tað vóru møguliga aðrar ætlanir um flogvøll. Men tað kennir Theo Rabenberg
løtu bilurin kom, at hatta var Nyrup. Tey royndu, sum best tey kundu, at troðka seg fram at fyri at fáa eina mynd, men tó so, at Nyrup kundi koma inn. Løtan, áðrenn hann fór inn í hølið, har hann skuldi halda [...] uppá tey ymisku, sum buðu honum vælkomnum. Troðkanin var ófør, og einaferð var ein danskur fotografur so óheppin at sløkkja alt ljósið í rúminum. Eftir at ljósið var komið í rætt lag í fundarhølinum, fekk [...] Nyrup byrjað sín fyrilestur. Hann byrjaði við at umtala Føroyar á sín mest ?diplomatiska? hátt, og bar fram nøkur dømi úr ?Gummistyvlar eru tær einastu tempulsúlurnar ið vit eiga í Føroyum?, sum Nyrupi dámdi
hesum føri, og tað kann so ikki verða okkara skyld, um okkurt skeivt er gjørt. Høgni Hoydal sigur víðari: - Um onkur beinleiðis feilur var i sendingunum, onkur faktuellur feilur, so rokni eg við, at teir [...] sendinginum. Nú skilji eg meira av kjakinum, sum er í Føroyum, um hetta mál. Er hatta tann einasta søgan, sum er frammi um, hvussu alt hendi, so skilji eg væl, hví føroyingar eru illa við. - Tað er ikki hvønn [...] parturin sendingin var um, hvussu Føroyabólkurin fyrireikaði kreppuna í Føroyum. Annar parturin var um, hvussu Nyrup legði felluna út fyri føroysku myndugleikarnar, og triðji parturin var um, hvussu føroyingar
- Men hyggja vit eftir orsøkunum til, at tann føroyski búskapurin er betri fyri í 1997 enn í 1996, so er ein av orsøkunum, at meiri fiskur er komin uppá land, og ikki minst, at meiri er fingið fyri hann [...] at tað skuldi latast ein skattalætti uppá uml. 100 mió kr., og tað varð gjørt. Men teir halda bara fram at gjarða út. - Tað er onki lagt niður fyri, eitt nú til at gjalda skuld við. Likviditeturin hjá [...] meira enn 1 mia. kr., men tað er ikki nóg mikið. - Tað einasta, Landsstýrið kann gera fyri at betra um likviditetin hjá landskassanum, er at spara upp. Tað ber ikki longur til at leggja í grunnar, og tí
við fyrispurningi um fast samband um Vestmannasund. Ein verkætlan, sum eftir ætlan landsstýrismansins, skuldi tyngja minst um fíggjarlóginar frameftir. - Nú skuldi ein trúð, at alt prát um fast samband helt [...] Neystabø, úr Sjálvsstýrisflokkinum um nakrar viðmerkingar. - Tað var tunt soð, og flysa vit sjálvrósið burturav, so stóðu vit eftir við ófrættadámi. Tað, hon her hugsar um er, at løgmaður boðaði frá møguligum [...] fegnast um, at tað - eisini við okkara luttøku - hevur eydnast at bøta um ta truplu støðu, sum Føroyar komu í fyrst í nítiárunum - Men tá løgmaður undirstrikar, at einki var framt, fyrr enn hann tók um stýrisvølin
heldur hann, at tað hevði verið ótrúliga gott, um vit funnu nógv gass, sum helst fer at gerast fram-tíðar brennievnið. -Finna vit gass á føroyskum øki, so merkir tað helst, at her verður gjørdur ein ga [...] tunnuna fyri at dekka útreiðslur og hava vanligan vinning. Um ein tekur økið vestan fyri Hetland og setir tað upp ímóti lækkandi oljuprísinum, so ger t.d. ein prísur upp á 14 USD, at áhugin fyri at arbeiða [...] ivasamur. Menn vænta, at prísurin fer upp aftur og verður tosað um ein meðalprís upp á 17 USD fyri 98. Hvat gassmarknaðinum viðvíkur so er hann betri og meira stabilur og verður ikki handlaður dag fyr
er ilt at meta um. Men tað er eyðsæð, at hetta ikki fellur í góða jørð hjá Fólkaflokkinum. Eygleiðarar halda, at hetta kann føra til, at Fólkaflokkurin kann finna upp á at leggja fram misálitisuppskot [...] t á løgmann. Fólkaflokkurin hevur fingið sínar skattalógir ígjøgnum, og tí er ikki longur so neyðugt hjá teimum at halda saman upp á samgonguna. Avgerð løgmans kann illa tulkast sum annað enn ein provokatión [...] kardinalpunkt, tá Framtaksloysnin varð gjørd, at nevndin í grunninum skuldi skiftast út. Men tað er so ikki gjørt - hvørjar avleiðingarnar verða, fara komandi dagarnir at vísa okkum.
spyrjandi um, hvat er á vási í Føroyum? Og um hetta skal verða støðið í almenna tjakinum, og harvið lívsmøguleikunum, í »ríkinum« hjá Zakariasi Wang o.ø., so hava vit føroyingar lítið gott í væntu, um tann [...] sum Fólkaítakið fyri tjóðfundi førir fram millum manna, so vil eg útfrá reint menniskjansligum tankum og metingum loyva mær at koma við eini áheitan á Zakarias Wang, um at taka orðini aftur, sum hann nýtti [...] tí heilt einfalt, um grundgevingarnar fyri at halda tjóðfund ikki kunnu vinna frama uttan sovorðnar høpisleysar samanberingar, sum tú gjørdi henda dagin millum N yrup og Hitler, so er so lítið veiggj í