Nevndin í Framtaksgrunninum afturvald

Hóast væntast kann politisk orrusta - serliga innan samgonguna - so valdi løgmaður saman við forsætisráðharranum at afturvelja nógv umstríddu nevndina í Framtaksgrunninum, við Føroya mest útskeldaða manni, Sverra Hansen, á odda

Tað ljóðar fyri vist, at Edmund Joensen, løgmaður og Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, mikudagin gjørdu av at afturvelja nevndina í Framtaksgrunninum.


Hvørjar avleiðingar hetta kann fáa, er ilt at meta um. Men tað er eyðsæð, at hetta ikki fellur í góða jørð hjá Fólkaflokkinum.


Eygleiðarar halda, at hetta kann føra til, at Fólkaflokkurin kann finna upp á at leggja fram misálitisuppskot á løgmann. Fólkaflokkurin hevur fingið sínar skattalógir ígjøgnum, og tí er ikki longur so neyðugt hjá teimum at halda saman upp á samgonguna.


Avgerð løgmans kann illa tulkast sum annað enn ein provokatión móti Fólkaflokkinum, tí tað tyktist vera eitt kardinalpunkt, tá Framtaksloysnin varð gjørd, at nevndin í grunninum skuldi skiftast út.


Men tað er so ikki gjørt - hvørjar avleiðingarnar verða, fara komandi dagarnir at vísa okkum.