Nyrup í Nóatúni

Forsætisráðharrin heilsaði upp á praktikantarnar hjá Sosialinum, tá hann var í Nóatúni og helt fyrilestur mikudagin

Mikudagin klokkan 15 vóru nógv fólk savnað fyri at hoyra Poul Nyrup Rasmussen halda fyrilestur í Nóatúni.

Nógv pressufólk vóru eisini komin. Mong, ja tey flestu, vóru komin uttanlands frá, t.d Danmørk og Noregi.

Pressufólkið sá, í somu løtu bilurin kom, at hatta var Nyrup. Tey royndu, sum best tey kundu, at troðka seg fram at fyri at fáa eina mynd, men tó so, at Nyrup kundi koma inn.

Løtan, áðrenn hann fór inn í hølið, har hann skuldi halda fyrilestur, gekk við at heilsa uppá tey ymisku, sum buðu honum vælkomnum.

Troðkanin var ófør, og einaferð var ein danskur fotografur so óheppin at sløkkja alt ljósið í rúminum.

Eftir at ljósið var komið í rætt lag í fundarhølinum, fekk Nyrup byrjað sín fyrilestur.

Hann byrjaði við at umtala Føroyar á sín mest ?diplomatiska? hátt, og bar fram nøkur dømi úr ?Gummistyvlar eru tær einastu tempulsúlurnar ið vit eiga í Føroyum?, sum Nyrupi dámdi sera væl. Hesa bók hevur Jóanis Nielsen skrivað.

Poul Nyrup umtalaði eisini tey stóru virðini, m.a. mentan og náttúru, vit hava í Føroyum í dag, og sum vit eiga at halda fast við.

Eftir okkurt um ein tíma, kundi pressan og onnur seta honum spurningar, sum tey vildu. Klokkan 16 endaði fundurin, og nøkur vildu aftur hava eitt lítið orð frá forsætisráðharranum áðrenn hann fór.

Og meðan tey flestu troðkaðu aftur at durunum, fingu praktikantarnir á Sosialinum høvi at hitta forsætisráðharran einsamallan og fáa eina mynd saman við honum.