summar fór hann framum Anand og liggur nú trygt á øðrum plássi á styrkilistanum. Aftaná annað pláss kemur fyrsta pláss, og líkt er til at Kramnik er væl á veg. Men hann má vinna hendan dystin, tí endar [...] níggju talvum ikki vunnið á Kramnik, men hevur hinvegin tapt eitt og leikt átta javnleikir. Stóri trupulleikin hjá Kasparov er, at hann megnar ikki at leggja nóg stórt trýst á Kramnik, heldur ikki við hvíta [...] hvíta fólkinum. Bert tí eini ferðina hevur hann lagt ávíst trýst á landsmann sín, og tað var í áttanda talvi við svarta fólkinum. Hann hevði tá tvær finnir meir í endatalvinum, men teir høvdu ólíka farvaðar
Eyðun Klakstein Høgni Hoydal og Frank Jensen vóru ósamdir um endamálið við fundinum, tá teir seinnapartin í gjár skuldu sessast við borðið í Tinganesi. Frank Jensen kom til landið fyrrapartin í gjár, og [...] og tá hann var komin til Havnar eina ferð eftir døgurða, skuldi hann á fund við Høgna Hoydal, varaløgmann. Fundurin var ætlaður sum fyrireiking til samráðingarnar seinnu í vikuni, men áðrenn fundin vóru [...] fyrr enn semja er um øll málini, sum eru við í fullveldissamráðingunum. ? Tí kann tað ikki koma upp á tal, at vit í sambandi við fundin gera eina felags niðurstøðu, staðfesti danski løgmálaráðharrin í brævinum
fyrstu loyvini til leiting og framleiðslu av kolvetni í føroysku undirgrundini givin á samkomu í Norðurlandahúsinum, har Eyðun Elttør, landsstýrismaður handaði loyvini. Nógv fólk var, sum vera man, komið saman [...] upp í hendurnar á oljufeløgunum at gera av, meðan ein minnilutin mælti til, at ein politisk avgerða varð tikin. Minniluitn brúkti sum sína grundgeving fyri einari politiskari avgerð, at á henda hátt hevði [...] sanniliga var við blandaðum kenslum, at henda løta varð eygleidd. Hetta var dagurin, tá ein meiriluti á Føroya Løgtingi lat ein veruligan almennan møguleika gleppa okkum av hondum. Ein møguleiki, har almenna
í Fiskimannafelagnum, tey vitjaðu á Vaktar- og Bjargingartænastuni, hjá Poul Hansen, heilsølu, á Oljufyrisitingini, har Eyðun Elttør var vertur. Eisini stukku tey inn á gólvið hjá vinnumálaráðharranum. [...] ætlar at gerast enn størri. Tað verður einki minni enn ein oljurisi, tá boripallar tess seta kósina inn á føroyska landgrunnin næsta ár. Í løtuni er felagið í samráðingum við eitt annað borifelag, R&B Falcon [...] Asbjørn Olsen tekur sær av marknaðarføringini hjá felagnum í Norðsjónum og í bretskum øki, eitt nú á Atlantsmótinum, og nú hann fyri fyrstu ferð vitjar í Føroyum, er tað sjálvsagt fyri at finna kundar
oljuleiting á føroyskum øki. Hesar upphæddir verða brúktar uttan vissu fyri, um nakað fer at koma burturúr ella ikki. Við ikki at hava almenna luttøku í virkseminum, taka oljufeløgini váðan á seg. Verður [...] Eyðun Elttør landsstýrismaður í oljumálum Ráðstevnan, sum í dag verður sett í Norðurlandahúsinum, ber heitið »Leitingarskeiðið: Hvussu loyvishavarar fara at tryggja veruliga, føroyska luttøku«. Tað verður [...] sína ávirkan, at vit í longri tíð hava boðað oljufeløgunum frá, at myndugleikarnir leggja stóran dent á veruliga føroyska luttøku í virkseminum. Tá so oljufeløgini vórðu boðin at søkja um leitiloyvi, var
teir ikki fóru at luttaka á fundinum. Heldur ikki bar til at fáa rindaðan dagpening til teir liminar, sum møttu upp í Keypmannahavn. ? Ferðin í Danmark er ikki nakað, sum vit á løgtingsskrivstovuni vita [...] vita um, annað enn tað, vit hava sæð í pressuni, sigur Súsana Danielsen, stóri á løgtingsskrivstovuni. Flokkarnir rindaðu Í landsstýrinum eydnaðist heldur ikki at finna pening til ferðina til Danmarkar. Løgmaður [...] Løgmaður hevði áður klárt meldað út, at uttanlandsnevndin, eins og áður, er vælkomin at vera til staðar á Christiansborg, men at rinda fyri ferðina vildi landsstýrið ikki. - Vit mugu ikki blanda tingini saman
verður minningargudstænasta teirra sjólætnu í Tvøroyra kirkju kl. 14. Úr kirkjuni verður farið út á minnisvarðan á Torvheyggi. Betel, Vágur Sunnudagin kl. 11 breyðbróting, kl. 13.30 sunnudagsskúli, kl. 18 evangel [...] KFUK: Várgleði fyri børn. Meinigheitshúsið í Havn Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 18 møti við Bergi D. Joensen, evnið verður ytrimissión. Barnaansing er hvørt sunnukvøld, meðan møtið er. Eisini verður [...] sunnukvøldið kl. 21. Evnið hesaferð: »Gud Er«. Høgni Johannesen og Jógvan Skýlindal skipa fyri. Rhema á Hálsi Leygarkvøldið onki ungdómsmøti vegna felagsmøtini. Felagsmøtini við Jens Garnfeldt byrja fríg
verður Bjørn á Heygum endurgivin fyri at siga í frágreiðingini hjá lærararáðsnevndini á Skúlanum á Trøðni. Lærararáðsnevndin á Skúlanum á Trøðni krevur í frágreiðingini, at øll ivasom viðurskifti á skúlanum [...] hóast greiður munur verður gjørdur á hesum í fólkaskúlalógini. Seta spurnartekin Nevndin í lærararáðnum á Skúlanum á Trøðni hevur gjørt tvær frágreiðingar um støðuna á Sernámsdeplinum, og løgfrøðingar hava [...] greiða verður fingin á hesum, sigur Osvald Jacobsen, sum er formaður í lærararáðsnevndini á Skúlanum við Trøðna. Onga reglugerð Í sambandi við fíggjarlógina fyri 1998 varð Skúlin á Trøðni niðurlagdur sum
løgfrøðislig viðurskifti á stovninum. Tað kunnu vit ikki liva við, sigur landsstýrismaðurin. Fólkini verða sett Brúkarar, politikarar og starvsfólk hava funnist at viðurskiftunum á Ser-námsdeplinum, og eisini [...] eisini løgfrøðingar, sum hava verið inni í myndini, halda at viðurskiftini á stovninum eru ógreið, og at neyðugt er at fáa skil á løgfrøðisligu umstøðurnar. ? Eitt tað fyrsta, sum eg gjørdi, eftir at eg [...] Kanning Eyðun Klakstein ? Vit lata 32 milliónir krónur til Sernámsdepilin, og vit mugu hava trygd fyri, at stovnurin virkar sum hann skal, og at alt er løgfrøðisliga í lagi. Hetta sigur Torbjørn Jacobsen
Teir eru eitt nummar fyri seg, Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen. Teir hava sungið seg inn í hjørtuni á føroyingum við sangum sum t.d. Nummar. Mangt eitt nummar úr teirra drúgva savni er vorðið fólkaogn [...] alt tilfarið breitt út á ymsum útgávum. Og óivað eru teir ikki eingang sjálvir greiðir yvir, hvat nummar henda fløgan er í røðini. Men í dag verður bøtt um stóru spjaðingina og Eyðun og Terji leggja eina [...] at finna á einari fløgu. Havnarmaðurin og klaksvíkingurin, ið hava skapt so nógv tónleikaliga, hava sett saman eina savnfløgu, ið ber heitið Eitt nummar....og seytjan onnur. Átjan dýrgripir á somu fløgu