Gjalda løn uttan heimild

Løgfrøðingur ivast stórliga í heimildunum, tá starvsfólk á Sernámsdeplinum fáa útgoldið løn sum tænastumenn í fólkaskúlanum, hóast tey ikki longur starvast í fólkaskúlanum

Heimildir

Eyðun Klakstein


Hóast tað eru næstan trý ár síðani, at Skúlin á Trøðni varð niðurlagdur sum sjálvstøðugur undirvísingarstovnur og gjørdist partur av Sernámsdeplinum, fær partur av starvsfólkunum framvegis løn sum tænastumenn í fólkaskúlanum.

Løgfrøðingur, sum hevur kannað viðurskiftini á Sernámsdeplinum, ivast stórliga í, um heimild er fyri hesum.

? Tænastumenn við fólkaskúlan kunnu bert fáa útgoldna løn, so leingi teir virka í fólkaskúlanum, slær Bjørn á Heygum fast í síni meting.

Og sambært nevndini í lærararáðnum á Skúlanum á Trøðni er ikki longur talan um ein veruligan skúla, men um eina ráðgevingarskipan hjá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, og tí heldur nevndin, at lønin hjá starvsfólkunum verður útgoldin, uttan at heimildirnar fyri hesum eru í lagi.

? Hetta meta vit verða rættiliga álvarsamst, og vit vilja hava, at greiða verður fingin á hesum, sigur Osvald Jacobsen, sum er formaður í lærararáðsnevndini á Skúlanum við Trøðna.

Onga reglugerð

Í sambandi við fíggjarlógina fyri 1998 varð Skúlin á Trøðni niðurlagdur sum sjálvstøðugur undirvísingarstovnur og varð lagdur saman við Sernámsfrøðisligu Ráðgevingini hjá Landsskúlafyrisitingini.

Nýggi stovnurin varð doyptur Sernámsdepilin og hevur til uppgávu at undirvísa brekaðum, sum ikki kunnu ganga í vanligum fólkaskúla. Samstundis skal stovnurin ráðgeva teimum, sum velja at senda børn síni í vanligan fólkaskúla, hóast tey hava eitthvørt brek.

Men hóast næmingar í fólkaskúlaaldri hava verið innskrivaðir í Sernámsdeplinum og starvsfólkini á gamla Skúlanum á Trøðni framvegis fáa løn sum tænastumenn við fólkaskúlan, hevur Sernámsdepilin ikki virka eftir fólkaskúlalógini.

Sernámsdepilin hevur onga reglugerð at virka eftir, og síðani 1998 hevur hann verið partur av fyrisitingini ? bæði sum undirvísingarstovnur og ráðgevingarstovnur, hóast greiður munur verður gjørdur á hesum í fólkaskúlalógini.

Seta spurnartekin

Nevndin í lærararáðnum á Skúlanum á Trøðni hevur gjørt tvær frágreiðingar um støðuna á Sernámsdeplinum, og løgfrøðingar hava eisini mett um viðurskiftini á stovninum.

Í frágreiðingini ?Uttan heimild?, sum Sosialurin hevur fingið innlit í, verða nógv spurnartekin sett við viðurskiftini á Sernámsdeplinum.

Løgfrøðingarnir Sigmund Poulsen, Hans Trygvi Teirin og Bjørn á Heygum ivast allir í heimildargrundarlagnum undir Sernámsdeplinum, tí teir duga ikki at finna nakra heimild fyri at leggja Skúlan á Trøðni saman við Sernámsfrøðisligu Ráðgevingini.

? Heimildargrundarlagið undir Sernámsdeplinum er ógreitt, sigur Hans Trygvi Teirin millum annað í síni meting.

Løn uttan heimild

Tá tað snýr seg um lønirnar til tey starvsfólkini, sum framvegis virka sum tænastumenn við fólkaskúlan, eru løgfrøðingarnir eisini ivasamir í, um alt fer rætt fram.

? Tað haltar í stórum við heimildunum, heldur Bjørn á Heygum, sum vísir á, at bert starvsfólk, sum arbeiða í fólkaskúlanum, kunnu fáa útgoldna løn sum tænastumenn við fólkaskúlan.

? Hetta er sjálvt grundarlagið undir teirra tænastumannastarvi og kann ikki einvíst broytast av fyrisitingini. Tískil er ikki sambarligt við teirra starvsøkið at virka uttanfyri fólkaskúlan sum partur av sernámsdepli ella øðrum skúla, uttan at starvstreytirnar verða broyttar sambært galdandi reglur, verður Bjørn á Heygum endurgivin fyri at siga í frágreiðingini hjá lærararáðsnevndini á Skúlanum á Trøðni.

Lærararáðsnevndin á Skúlanum á Trøðni krevur í frágreiðingini, at øll ivasom viðurskifti á skúlanum verða fingin í rættlag sum skjótast.


Sernámsdepilin


Sernámsdepilin varð settur á stovn til fíggjarárið 1998.


Skúlin á Trøðni, sum undirvísir børnum við ymsum brekum, varð lagdur saman við Sernámfrøðisligu Ráðgevingini, sum ráðgevur teimum, sum senda síni børn í vanligan fólkaskúla, hóast tey hava okkurt brek.


Nýggi stovnurin er bæði undirvísingar- og ráðgevingarstovnur.


Løgfrøðingar seta spurnartekin við heimildirnar at leggja skúlan og ráðgevingina saman til ein stovn. Teir eftirlýsa eisini eina reglugerð, sum Sernámsdepilin skal virka eftir.


Torbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, heldur, at viðurskiftini eru so ógreið, at hann nú setir í verk eina umfatandi kanning av stovninum.