Ósemja um fundin

Landsstýrið ynskti ítøkilig úrslit burtur úr fundinum við Frank Jensen seinnapartin i gjár, men danski løgmálaráðharrin noktaði undan fundinum at gera nakra felags niðurstøðu eftir fundin

 

Eyðun Klakstein


Høgni Hoydal og Frank Jensen vóru ósamdir um endamálið við fundinum, tá teir seinnapartin í gjár skuldu sessast við borðið í Tinganesi.

Frank Jensen kom til landið fyrrapartin í gjár, og tá hann var komin til Havnar eina ferð eftir døgurða, skuldi hann á fund við Høgna Hoydal, varaløgmann.

Fundurin var ætlaður sum fyrireiking til samráðingarnar seinnu í vikuni, men áðrenn fundin vóru partnir ósamdir um, hvat veruliga endamálið við fundinum var.


Ítøkilig úrslit

Undan fundinum hevur brævaskiftið verið millum Løgmansskrivstovuna og danska løgmálaráðið, og hetta brævaskiftið staðfestir ósemju millum partarnar.

Høgni Hoydal segði í bræv til Frank Jensen fríggjadagin, at avtalan, sum landsstýrið og danska stjórnin hava gjørt, leggur upp til, at ítøkilig úrslit skuldu spyrjast burtur úr fundinum í gjár. Og hesa avtaluna ætlaði landsstýrið at halda seg til.

Leygardagin svaraði danski løgmálaráðharrin, Frank Jensen, brævinum hjá Høgna Hoydal.

Í hesum brævi noktar Frank Jensen fyri at gera eina felags niðurstøðu við starvsfelagan eftir fundin.

Sambært Frank Jensen var ætlanin við fundinum í gjár ikki at gera nakra semju, men at lætta um samráðingarfundin hósdagin.


Avmarkaðar heimildir

Frank Jensen greiddi í brævinum frá, at eingin semja kann gerast um einstøk mál, fyrr enn semja er um øll málini, sum eru við í fullveldissamráðingunum.

? Tí kann tað ikki koma upp á tal, at vit í sambandi við fundin gera eina felags niðurstøðu, staðfesti danski løgmálaráðharrin í brævinum leygardagin.

Í einum tíðindaskrivi fyrrapartin í gjár harmast landsstýrið um, at Frank Jensen hevði fingið avmarkaðar heimildir til fundin við Høgna Hoydal, men landsstýrið ætlaði hóast hetta at royna at fáa ítøkilig úrslit burtur úr fundinum.

Samráðingarnar millum Høgna Hoydal og Frank Jensen skuldu eftir ætlan verða lidnar um náttúrðatíð í gjárkvøldið.