Gary Kasparov hevur síðani 1985 verið heimsins besti telvari. Enn er hann fremstur, men í BrainGames.Net World Chess Championship, sum verður telvað í London, er hann í svárum trupulleikum. Hann hevur eftir níggju talvum ikki vunnið á Kramnik, men hevur hinvegin tapt eitt og leikt átta javnleikir.
Stóri trupulleikin hjá Kasparov er, at hann megnar ikki at leggja nóg stórt trýst á Kramnik, heldur ikki við hvíta fólkinum. Bert tí eini ferðina hevur hann lagt ávíst trýst á landsmann sín, og tað var í áttanda talvi við svarta fólkinum. Hann hevði tá tvær finnir meir í endatalvinum, men teir høvdu ólíka farvaðar bispar og Kramnik helt tá javnt.
Eftir ætlan kemur Kasparov til Føroya komandi summar, og spurningurin er um hann tá kann kalla seg heimsins besta telvara.
Múrurin Kramnik
Vladimir Kramnik hevur í roynd og veru telvað feilfrítt og ikki givið Kasparov nakran avgerandi møguleika at snýta seg. Hann hevur enntá havt møguleikan at økja um leiðsluna, men tí hevur Kasparov tó hegnisliga vart seg fyri.
Kramnik er bert 25 ár og ungur í mun til Kasparov ið er 37 ár. Kramnik breyt altjóða ígjøgnum í 1992, tá hann vann øll talvini á fjórða borði í OL í Manila. Hann var hjálpari hjá Kasparovi í HM dystinum í 1995 ímóti W. Anand, og hevur síðani ment seg við øgiligari ferð. Leingi lá hann trifremstur í heiminum, aftanfyri Kasparov og Anand, men í summar fór hann framum Anand og liggur nú trygt á øðrum plássi á styrkilistanum.
Aftaná annað pláss kemur fyrsta pláss, og líkt er til at Kramnik er væl á veg. Men hann má vinna hendan dystin, tí endar dysturin javnur, tað vil siga 8-8, endurvinnur Kasparov heitið. Níggjunda talvið er við í blaðnum í dag. Kramnik vísir í hesum talvi, at hann als ongar trupulleikar hevur við svarta fólkinum, í hvussu so er higartil í dystinum.
Tíggjunda talvið verður telvað í dag, og fylgjast kann beinleiðis við talvinum á www.kasparovchess.com.
Talvolympiadan í Istanbul
Fyri tveimum mánaðum síðani varð føroyska OL liðið alment kunngjørt. Fimm mans vórðu úttiknir. Men síðani er bryting komin í, tí seks mans verða ístaðin sendir til Turkalands at umboða Føroyar. Tann sætti er Eyðun Nolsøe, sum eisini verður liðleiðari. Olympiadan verður í døgunum 28. okt ? 12. nov.
Føroyska liðið:
1. John Arni Nilssen HT
2. IM John Rødgaard VT
3. Heini Olsen KTF
4. Flóvin Tór Næs HT
5. Ólavur Simonsen KTF
6. Eyðun Nolsøe KTF
Liðið er sterkt og kann neyvan gerast sterkari. John Rødgaard hevur síðani 1984 átt fyrsta borð, og í ár letur hann plássið til John Arna. Spennandi verður at fylgja John Arna og hansara sterku mótstøðu.
Talvið í blaðnum í dag er frá OL 1992, tá Heini Olsen vann á Carsteni Høi. Føroyar leiktu tá sera óvæntað 2-2 ímóti Danmark
Talvini hesa vikuna
Kasparov,G (2849) - Kramnik,V (2770)
BGN World Chess Championship (9), 22.10.2000
1.e4 e5 2.Nf3 Nc6 3.Bb5 Nf6 4.0-0 Nxe4 5.d4 Nd6 Sama byrjan sum í talvi eitt og trý, og tá fekk Kasparov ei heldur Kramnik niður á knø 6.Bxc6 dxc6 7.dxe5 Nf5 8.Qxd8+ Kxd8 9.Nc3 h6 10.Rd1+ 10.Ke8 11.h3 a5 12.Bf4 Be6 13.g4 Ne7 14.Nd4 Nd5 15.Nce2 Bc5 16.Nxe6 fxe6 17.c4 Nb6 18.b3 a4 19.Bd2 Kf7 20.Bc3 Rhd8 21.Rxd8 Rxd8 22.Kg2 Rd3 23.Rc1 g5 24.Rc2 Her er Kasparov passivur, møguligani bangin. Betri hevði verið h4, ella Rh1 24.axb3 25.axb3 Nd7 26.Ra2 Be7 27.Ra7 Aftaná talvið segði Kasparov, at hetta var ein feilur, og førdi bert til javnleiks. Betri hevði verið f3 27...Nc5 28.f3 Nxb3! 29.Rxb7 Nc1! Nú er púra javnt. Hetta er fimtu ferð í dystinum Kramnik heldur javnt við svørtum 30.Nxc1 Rxc3 remis
Heini Olsen (2245) ? IM Carsten Høi (2430)
Manila OL 1992
1.d4 g6 2.c4 Bg7 3.Nf3 d6 4.Nc3 Nf6 5.e4 0-0 6.Be2 c5 7.0-0 cxd4 8.Nxd4 Nc6 9.Be3 Nxd4 10.Bxd4 Bd7 11.Qd2 Bc6 12.Bf3 a5 13.Rfe1 Nd7 14.Bxg7 Kxg7 15.Re3 Qb6 16.Rae1 a4 17.Bd1 h6 18.Kh1 Qb4 19.b3 axb3 20.axb3 e5 21.Rh3 Rh8 22.Bc2 Rad8 23.f4 Nf6 24.Rf3 Rhf8 25.Ref1 exf4 26.Qxf4 Nd7 27.Rh3 h5 28.Rxh5 f6 29.Qh6+ Kf7 30.Qh7+ Ke8 31.Qxg6+ Rf7 32.Rh8+ Ke7 33.Rxd8 Qxc3 34.Qg8 Nf8 35.Rxd6 Qxc2 36.Rdxf6 Rxf6 37.Qg7+ Ke8 38.Qxf6 Nd7 39.Qe6+ Kd8 40.Qg8+ Kc7 41.Qg3+ Kc8 42.e5 Nc5 43.h3 Ne4 44.Qg7 Kb8 45.e6 Nd6 46.Rf8+ Ne8 47.Qg3+ Kc8 48.e7 Kd7 49.Rf2 Qe4 50.Rd2+ Kxe7 51.Rd1 Kf7 52.Re1 Qf5 53.Kh2 Nf6 54.Re5 Qc2 55.Rg5 Qe2 56.Qc7+ Ke6 57.Rg7 Kf5 58.Qg3 Ke6 59.Rg5 Kf7 60.Rg7+ Ke6 61.Qc7 Nd7 62.Rg6+ Ke7 63.Qd6+ Kf7 64.Rg5 Nf6 65.Qc7+ Nd7 66.Qf4+ Nf6 67.b4 Bd7 68.b5 b6 69.Re5 Qc2 70.Rd5 Be6 71.Rd4 Qc3 72.Qc7+ Nd7 73.Rxd7+ Bxd7 74.Qxd7+ Kf8 75.Qc7 Ke8 76.Qxb6 Qe5+ 77.Kh1 Qe1+ 78.Qg1 Qe4 79.Qc1 Kd7 80.c5 Kc8 81.Qd1 Qe3 82.Qd6 Qf2 83.b6 Kb7 84.Qc7+ Ka6 85.b7 Qb2 86.Qb6+ 1-0