verið stórur. Vit væntaðu at tað fóru at koma eini 2000 fólk til Barbaru her hjá okkum, men tá vit nú verða liðug at sýna filmin, hava yvir 3000 fólk verið til filmin, so tað er yvir allar forvæntningar, [...] sigur Christian Olsen. Tað eru júst tveir mánaðir síðani at Atlantis fóru undir biografvirksemi, og higartil hava yvir 5000 fólk verið í biograf. Tað sleppa 92 fólk til hvørja sýning, men um stutta tíð [...] á staðnum. Fyri at seta rættiligan dám á hetta kvøldið, skal salurin sjálvandi fyllast við fólki. Tað er Elis Poulsen, sum fer at skipa fyri hesi sending. 19. november verður undirsjóvartunnilin um Lei
verið stórur. Vit væntaðu at tað fóru at koma eini 2000 fólk til Barbaru her hjá okkum, men tá vit nú verða liðug at sýna filmin, hava yvir 3000 fólk verið til filmin, so tað er yvir allar forvæntningar, [...] sigur Christian Olsen. Tað eru júst tveir mánaðir síðani at Atlantis fóru undir biografvirksemi, og higartil hava yvir 5000 fólk verið í biograf. Tað sleppa 92 fólk til hvørja sýning, men um stutta tíð [...] á staðnum. Fyri at seta rættiligan dám á hetta kvøldið, skal salurin sjálvandi fyllast við fólki. Tað er Elis Poulsen, sum fer at skipa fyri hesi sending. 19. november verður undirsjóvartunnilin um Lei
og tað gekk so mikið væl, at venjarin, Kent Karlsson, gjørdi av at hava føroyska landsliðsspælaran við til Spania: Men tað er ikki sannlíkt, at Todi fer at spæla við frá byrjan. Heldur verður tað soleiðis [...] europeisku kappingini fyri steypavinnarar. Tað ber til at fylgja við á tveimum sjónvarpsrásum, hvussu tað fer at roynast hjá liðnum hjá Toda Jónsson. TVS, sum er nýggja danska ítróttarásin, sendir beinleiðis [...] túsund. Um tað skuldi hent, at FCK í kvøld tapir 3-0 ella meiri enn tað, so kann ikki roknast við fleiri enn í mesta lagi tíggju túsund í Parkini um fjúrtan dagar, verður sagt úr Keypmannahavn. Og tað skal ikki
fast, at vinnur Føroyar á Týsklandi, er tað ein sensatión. Týskland hvílt longri Og tað er í dag, at føroysku spælararnir rættiliga sleppa at royna seg, tí mótstøðuliði er Týskland, sum vann 4-1 á Estlandi [...] kjansirnar til tað, og estlendingar kláraðu ikki at javna fyrr enn fram móti endanum av dystinum. Allan Simonsen, venjari hjá A-landsliðnum, fylgir liðnum í Týsklandi, og hann var væl nøgdur við tað, sum hann [...] føroyska liðið var tað betra og kundi havt vunnið dystin. Í samrøðu við Frankfurter Rudschau sigur landsliðsvenjarin Jógvan Martin Olsen, at hann metir sítt lið verða betri enn tað hjá Estlandi, og tí
eru ymiskar, og tað eru júst tær, sum liggja til grundarlag fyri kjakinum. Klaksvíkar kommuna hevur í løtuni vitjan av íslendskum gestunum, og tað er ikki tilvildarligt hvørjir teir eru. Tað eru Gísli Gíslanson [...] tunnilsgerðina um Hvalsfjørð í Íslandi, og teir eru komnir til Føroyar at greiða frá tí arbeiðnum, og hvat tað vil siga, at fáa undirsjóvartunnil. Skipa fyri tveimum fundum Í gjárkvøldið var fyrri av tveimum fundum
kanska tað dupulta. »Tað er ikki annað enn tað, sum fæst fyri hálvtfjórða kilog av tunfiski við teimum prísum, tosað verður um,« sigur Tryggvi. Og umstøðurnar annars vóru ikki soleiðis, at tað bar til [...] tá fiskað verður á okkara leiðum, er rættiliga stutt. Einar tveir mánaðar, so tað er heldur ivasamt at gera hetta, metir hann. Og hóast tað ljóðar væl frá prísinum, er hann í veruleikanum ikki so øgiliga [...] minnast til, at her er tað úrtøkan, sum telur, og ikki sum hjá føroyingum, mest bara nøgdin. Hesir fiskarnir viga eini 80 kg í meðal, og fæst tann prísurin fyri teir, sum látið verður at, so er ikki so galið
Tað er einki, sum forðar føroyingum at síggja pornofilmar í sjónvarpi, um bert teir verða vístir á kaðalsjónvarpi. So greið er niðurstøðan hjá løgfrøðingum, Sosialurin hevur tosað við. Aðrastaðni í blaðnum [...] soleiðis at tey ikki hyggja at slíkum. Tað er Radioeftirlitið, sum gevur antennufeløgum loyvi at senda sjónvarp til limirnar. Men av Radioeftirlitinum verður sagt, at tað ber ikki til at siga feløgunum, hvat [...] krígsfilmar og náttúrufilmar, har eingin fer framvið, uttan at kríatúrini parast, er í lagi. Í grundini er talan um júst tað sama, sigur keldan, sum ikki heldur, at vit eiga at bannað slíku feløgum at virka
hann. ? Er tað rætt, at nýggju sambandsmenninir hugsa meira um seg sjálvar, enn um Sambandsflokkin? ? Nei, tað er ein grundleggjandi skeiv uppfatan, at vit hava persónligar ambitiónir. Hatta er tikið úr [...] frameftir. Bjørn á Heygum sigur, at tað verður sagt um Sambandsflokkin, at hann er reaktionerur - konservativur. ? Tað kann vera gott at vera konservativur, um tað merkir, at tú ert varin. Men loysnirnar [...] sigur hann. Taka støðu út frá sær sjálvum Bjørn á Heygum sigur, at eitt tað sum ger, at so tungt er at arbeiða við politikki er, at tað eru so nógvar kreftir, sum ikki vilja broytingar. ? Tey eru so mong,
seg seinastu árini. Hetta er partvís tí, at dieselbilarnir eru vorðnir nógv behagiligari og tí, at dieseloljan í Føroyum er serliga bílig í mun til bensinið. Umhvørvisliga er tað ikki gott, at fleiri og [...] ventilum og við 90 hk kostar 133.000 við fimm hurðum og sportútgávan, tað trí-hurðaða GSi-sniðið, kostar 152.000 krónur. Tann motorurin er 1.6 litur og hevur 16 ventilar - og hestakreftirnar eru heilar 106 [...] úrslit og verða lættur at arbeiða uppá. Tað gjørdist beinan vegin greitt, at góðar termodynamiskar treytir skuldu uppfyllast, um krøvini skuldu nøktast. Tá grundreglan er, at beinsinmotorar termodynamiskt eru
e-mail sendandi, tá blaðið verður dagført. Sum vera man, er tann størsti bólkurin av lesarunum úr Føroyum, hóast talan bert er um 1/3. Næsti bólkurin er úr Danmark. Á triðja plássi kemur so USA og síðani eru [...] Áhugin fyri Sosialinum á Internetinum bara økist, so hvørt sum tað frættist úti í heimi, at Sosialurin er at síggja á internetinum. Í síðstu viku vístu vit, úr hvørjum londum vit kundu spora lesarar blaðsins [...] 12. Grønland 13. Namibia 14. Singapore 15. USSR (former) Tað ber tó ikki til at spora øll lond, men hetta gevur kortini eina hylling á, at áhugi er at lesa blaðið uttanlands - og at føroyingar eru kring