mett út frá tí talinum, verður talan um umleið 150 til 160 ávísingar í ár, og tað er umleið helvtin av tí, sum tað var í 2020, men ein tílík meting skal tó takast við fyrivarni. Talið á útgreiningum [...] í 2016 vóru 90 útgreiningr, men í fjør vóru 160 útgreiningar gjørdar, og tað er tað størsta talið nakrantíð. Harumframt eru tað í løtuni yvir 200 børn og ung í medisinskari viðgerð, sum Barna- og un [...] er vorðin longri hesi seinastu árini - er, at munandi fleiri børn og ung eru ávíst til útgreiningar og viðgerð. Í 2019 vóru 183 ávísingar, men í 2020 vóru heili 306 ávísingar og tað er ein vøkstur
gnum Tað hevur verið ein stór gleði pabba, fyri okkum øll, at vit hava havt teg hjá okkum í so langa tíð, og at síggja hvussu væl tú hevur verið fyri, at tú minnist bæði tað sum nú hendir og tað sum fyrifórst [...] interessantur at lurta eftir. Pabba er føddur í Porkeri 22. januar 1909, og var soleiðis 5 ára gamal tá fyrri veraldarbardagi brast á, og tað er áhugavert at síggja og hoyra, hvussu tú minnist so langt aftur. Ein [...] fingu ta gleði at liva saman í heili 62 ár, í einum góðum hjúnalagi, og tað eru so fá, sum fáa eitt so gott og langt lív saman, og tað kunnu vit takka Gudi fyri. Pabba og mamma búðu í Vági til fyrst í 1970-unum
áður, men tað ferðina spurdist einki úrslit burturúr. Á heimasíðu sínari segði Todi eftir ta ferðina, at semja var á fleiri økjum, men ikki á tí fíggjarliga, og tí kundi hann als ikki góðtaka tað, sum FCK [...] Todi, at um hann heldur fram í Danmark, so verður tað í FCK, men spurningurin er so, hvørt ríka høvuðsstaðarfelagið er áhugað í at strekkja seg longri, enn teir hava gjørt. Og skal metast eftir seinastu [...] møguleikar tykjast nyttuleysir, er tað klárt, at ein møguligur sáttmáli verður til eina lægri løn, sigur Holmstrøm við BT. Og víðari sigur hann, at hann avgjørt ikki heldur tað vera serliga smart av málverjanum
sagt tað í 15-20 ár, men tit hava snorksovið. Marjus Dam, formaður í Kommunufelagnum, var bersøgin við politikararnar á valfundi í Havn fríggjadagin. Har umrøddi hann trotið á kommunulæknun, tí tað er [...] verða 50 kommunulæknar kring landið. Og tað lovaðu allir flokkarnir við plikt og bót, at teir tóku undir við. Umboðini fyri allar flokkarnir svaraðu nevniliga, at tað vildi teirra flokkur avgjørt gera. [...] beinleiðis kreppa á tí økinum. Tað eru 34 kommunulæknastørv kring landið, men bara 18 størv eru sett og restin er mannað við skiftandi avloysarum. Avleiðingin er, at túsundtals fólk hava ongan fasta lækna
felagsskapurin heitir á danir um at gera tað sama, sigur fyrrverandi forsætisráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen, stovnari og verji av felagsskapinum. Sambært verjanum er tað vorðin ein vani at kanna telefonina [...] er stjóri í felagsskapinum Det Sociale Netværk og Headspace Danmark, viðgongur, at tað ikki neyðturviliga er lætt. - Tað snýr seg ikki bara um, at hvør einstakur ger okkurt, men eisini, at vit gera okkurt [...] staðin. Samtakið hevði eitt líknandi átak í fjør. Málið var at fáa fólk at sløkkja telefonina í tveir tímar - og ikki ein heilan dag, sum er tað, tey miða eftir í ár. Sambært Trine Hammershøy vóru eftir
Í kvøld gekk tað betri, enn tað ofta hevur gjørt fyrr í hesum kappingarárinum, tá ið Arsenal hevur spælt á útivølli. London uppgerð var á skránni, tá ið Arsenal var gestur longri suðuri í høvuðsstaðnum [...] Merkisvert var tað, at heimaliðið bara hevði tvær royndir innanfyri málkarmin, og í báðum førum endaði tað við máli. Arsenal hevði greiða leikliga yvirvág, men í tíðini, sum dómarin legði aftrat, var tað ikki [...] fekk av álvara mót uppá, at tað skuldi bera til, tá ið Andros Townsend fýra minuttir eftir steðgin javnaði. So var tað eftir lítlari løtu miðskeiðis í seinna hálvleiki, at tað av álvara glógvaði í Alexis
tú fiskin ella tú arbeiðir í pakkingini. Fyrr var hon við í skiftandi arbeiðum, men tey seinnu árini hevur hon flakaskorið fyri tað mesta. - Tað er eisini tað, sum mær dámar best, sigur Annelena. Hon er [...] árum síðani. Ein munur, sambært Annelenu er, at fyrr vóru arbeiðsdagarnir longri. - Tá var meiri yvirtíð, men í dag er tað fyri tað mesta talan um átta tímar dag, sigur hon. Hetta forðaði henni ikki í at [...] Miðvágur: - Tað var nógv meiri yvirtíð fyrr enn nú, sigur Annelena. Tað eru kanska onkur, sum ikki dugir at skilja at nakar kann hava arbeitt á sama staði í samfull 31 ár. Og so hevur hon enntá arbeitt
fæst at síggja sunnudagin, tá ið tað verður grannauppgerð í Gundadali. Intensiteturin var stórur, og tað var ofta ferðmikið og í øðrum løtum skipað og tolið samanspæl. KÍ var størsta partin av fyrra hálvleiki [...] vóru teir væl betri við. Eftir steðgin royndu vit at rætta uppá tað og fáa fleiri innlegg, men tað riggaði ikki, sum vit ætlaðu, og so var tað enn einaferð við deyðbólti, at vit skoraðu sigursmálið, sigur [...] Víkingi sá út til at hava nakran møguleika. Hetta var fyrsta málið hjá Danieli Johansen í bláu troyggjuni, sum hann sær út til at trívast væl í. -Leingi riggaði tað væl hjá okkum, men síðstu løtuna undan hvíldini
Eivind var ein kendur sumbingur, um ein segði Eivind hjá Ebbuni, so visti øll hvør tað var? Eivind gjørdist 81 ár. Tað eru mong ár síðani vit komu at kennast, tað var í 1947. Eivind var ein merkismaður [...] støðga blóðinum. Men hvør var í berginum nakað aftan á, tað var Eivind. Eitt sermerkti Eivind, hann hevði eitt sjálvsamt gott minni, og kundi greiða frá nógvum hendingum. Tað var nokk fáar bygdir hvar Eivind [...] arbeiðsgevara. Hann var eisini við at fullføra vegin oman til Víkarbyrgi. Eivind var ein djarvur bjargamaður. Hann hekk mangan í línuni tá egg ella fuglatíð var. Eina ferð hann var til bjarga kom ein steinur
kappingunum hjá FSF, var í Gøtu, og bæði fyri hann, Oddmar Andreasen, sum var dómari, og øll hini, sum vóru í Gøtu, var tað greitt, at umstøðurnar vóru so mikið vánaligar, at tað var ikki hugsningur um at [...] dotnir alt longri niður á talvuni, inntil teir nú endaðu á sjeynda plássinum. Hóast umstøðurnar var tað týðuligt, at gøtumenn sum heild vóru betri spælarar, og tað sást aftur í, at tað var størri trýst [...] so hevði tað havt við sær, at allir hinir dystirnir eisini skuldu havt verið útsettir, og tí varð roynt at fáa alt sum tað var frá hondini. Tilvildarligt Tá umstøðurnar vóru soleiðis, sigur tað seg sjálvt