Nøkur minningarorð um Eivind Kjærbo, Sumba.

Ja, so komu deyðsboðini av Eivind, hetta var leygardagin tann 13. desember. Ein kann siga at hetta hevur verið ein tung tíð, tí hetta var triðju ferð, ið farast mátti til jarðarferð í Suðuroy, men tyngri hevur hon verið hjá teim avvarðandi.

Eivind var ein kendur sumbingur, um ein segði Eivind hjá Ebbuni, so visti øll hvør tað var? Eivind gjørdist 81 ár.
Tað eru mong ár síðani vit komu at kennast, tað var í 1947.
Eivind var ein merkismaður í nógvar mátar, og hann var álitismaður í tí arbeiðinum, sum hann tók upp á seg, og tað er ein veruleiki soleiðis hjá einum føroyingi sum er bæði sjómaður, útróðrarmaður og arbeiðari, hann kemur ofta at hava skiftandi arbeiði. Soleiðis var eisini hjá Eivind. Millum annað róði hann út í Grátifjørðinum í Grønlandi. Hann arbeiddi eisini eina tíð í Føringahavnini í Grønlandi.
Eg minnist hann fleiri ferðir nevna, at hann hevði arbeitt saman við fuglfirðingum og hann tosaði ofta um tað góða samstarv, ið var har.
Annars undir krígnum sigldi hann við einum skipi frá Vági, til Skotland við fiski. Hann og pápin skiftust um at fara annan hvønn túr.
Eina tíð arbeiddi Eivind í Havn hjá einum arbeiðsgevara. Hann var eisini við at fullføra vegin oman til Víkarbyrgi.
Eivind var ein djarvur bjargamaður. Hann hekk mangan í línuni tá egg ella fuglatíð var. Eina ferð hann var til bjarga kom ein steinur úr berginum og streyk við høvdið á honum. Hann bløddi so illa, at menn máttu binda skjúrtina um høvdið á honum fyri at støðga blóðinum. Men hvør var í berginum nakað aftan á, tað var Eivind.
Eitt sermerkti Eivind, hann hevði eitt sjálvsamt gott minni, og kundi greiða frá nógvum hendingum. Tað var nokk fáar bygdir hvar Eivind ikki kendi onkran og søgu hansara.
Eivind hevði eina sera vakra rødd at syngja ella kvøða við.
Eg og konan (systurin) sakna hann nógv, tí vit hava vitjað Sumba á hvørjum ári, og bústaður okkara í Sumba hevur verið hjá Eivind og Mimmy. Hetta heim tykist okkum sum okkara egna heim, tí blíðskapurin hevur verið stórur.
Ta seinastu tíðina hevur sjúkan plága honum ógvuliga nógv. Og nú orkaði hann ikki meira, men mátti lúta.
Seinast ið vit vóru inni á gólvinum, til seinastu jarðarferð, at heilsa uppá hann, kundi ein hoyra hann ferð eftir ferð rópa á Jesu navn vegna pínu. Jesus var hansara álit. Tá kom eg at hugsa um eitt sálmavers:

Frelsari, hevði ikki eg teg funnið,
og hevði blóð títt fyri mær ei runnið,
hvar skuldi so eg armingin mær venda,
bøn mína senda?

Í kirkjuni bleiv so vakurt sungið sangur úr sálmabókini, nr. 561, hvar seinasta ørindi sigur:

Eg gevi meg í Jesu hond,
eg ikki ráð skal sakna,
hann førir meg til lívsins lond,
hvar allir stormar tagna.
Um vit í moldum eru huld ?
for Kristi skuld
vit lívsins morgun vakna.

Sumbingar hava eina vakra siðvenju, tað er at syngja sálmin nr. 460 í tí donsku sálmabókini, á gravarbakkanum til seinast, hvar fyrsta ørindi ljóðar:

Herrens Venner singen Sinde
Mødes skal for sidste Gang;
Naar til Afsked Taarer rinde,
Dette Ord har liflig klang.

Guds friður hvílir yvir tær Eivind.

Símun P. Poulsen