Andreas Djurhuus 100 ár

Andreas Djurhus í Havn fyllir 100 ár hósdagin 22. januar, og móttøka verður á Hotel Føroyum henda dagin frá kl. 15 til 18.

Góði pabba, ein heilsan

á 100 ára føðingardegnum


Tað hevur verið ein stór gleði pabba, fyri okkum øll, at vit hava havt teg hjá okkum í so langa tíð, og at síggja hvussu væl tú hevur verið fyri, at tú minnist bæði tað sum nú hendir og tað sum fyrifórst fyri so mongum árum síðani. Tí hevur tú verið so interessantur at lurta eftir.


Pabba er føddur í Porkeri 22. januar 1909, og var soleiðis 5 ára gamal tá fyrri veraldarbardagi brast á, og tað er áhugavert at síggja og hoyra, hvussu tú minnist so langt aftur.


Ein persónur sum bæði hevur upplivað fyrra heimsbardaga, 1930-ini, sum vóru vánalig ár um alla heimin, og seinna heimsbardaga og minnist hesi, er altíð áhugaverdur frásagnarmaður.


Tað hevur verið ein frægd hjá okkum og okkara familjum at sæð, hvussu væl

tú og mamma passaðu saman, har tú altíð hevur verið so stillførur, og tær dámdi so væl, tá mamma tók orðið.


Tey fingu ta gleði at liva saman í heili 62 ár, í einum góðum hjúnalagi, og tað eru so fá, sum fáa eitt so gott og langt lív saman, og tað kunnu vit takka Gudi fyri.


Pabba og mamma búðu í Vági til fyrst í 1970-unum, tá tey fluttu til Havnar, har hann helt fram at arbeiða, inntil hann varð 75 ára gamal. So tað eru heili 25 ár – ella ein fjórðingsøld – gingin, síðani hann sum ein eldri maður legði frá sær.


Hann hevur altíð verið sera røkin, og hevur til henda dag røkt urtagarðin og húsini bæði væl og virðiliga. Ikki er longri síðani, enn síðsta summar at hann málaði stakittið.


Tú hevur verið kærleiksfullur við okkum øll, og vit tora at siga, at eftir at tú komst til trúgv á Harran Jesus, sum ein ungur maður, hevur tú víst hetta bæði og í orði og verki, og tú hevur ongantíð smæðst við at lata frá tær.


Vit fara tí at senda tær hesa lítlu heilsan á 100 ára føðingardegnum, og vit hava verið ómetaliga glað fyri at hava havt teg her norðuri hjá okkum, og vóna, at vit fáa nógvar dagar saman afturat.


Harrans ríku signing og styrki ynskja vit at niðurbiðja yvir teg og eru sera takksom fyri at vit framvegis hava teg okkara millum.


Bestu heilsanir


Oddvør og Páll við familju