Samráðingar
6. januar fer Todi Jónsson aftur til samráðingarborðið í FCK, har hann saman við ítróttarstjóra felagsins, Niels Christian Holmstrøm, skal finna út av, hvørt fótbóltsframtíð hansara er í FCK ella ikki.
Partarnir hava hitst eina ferð áður, men tað ferðina spurdist einki úrslit burturúr. Á heimasíðu sínari segði Todi eftir ta ferðina, at semja var á fleiri økjum, men ikki á tí fíggjarliga, og tí kundi hann als ikki góðtaka tað, sum FCK spældi út við.
Harður ítróttarstjóri
Su mnevnt, so sessast partarnir aftur fríggjadagin, og spurningurin er so, hvørt partarnir koma nærri hvørjum øðrum hesaferð. Sjálvur sigur Todi, at um hann heldur fram í Danmark, so verður tað í FCK, men spurningurin er so, hvørt ríka høvuðsstaðarfelagið er áhugað í at strekkja seg longri, enn teir hava gjørt.
Og skal metast eftir seinastu samráðingunum, sum felagið hevur verið í, so sær tað kanska eitt sindur svart út hjá Toda. Í øllum førum hevur Niels Christian Holmstrøm, ítróttarstjóri, givið málverjanum Rune Pedersen av grovfílini, nú hesin hevur sett lønarkrøv síni munandi hægri enn tað, sum FCK er til reiðar at gjalda. Og Holmstrøm er so ikki blíðkaður av, at málverjin hevur greitt BT frá sínumn sjónarmiðum.
- Vit hava givið eitt tilboð, og tá ein leikari sigur nei takk, verður hetta tikið aftur. Kemur mann so aftur seinni, tá aðrir møguleikar tykjast nyttuleysir, er tað klárt, at ein møguligur sáttmáli verður til eina lægri løn, sigur Holmstrøm við BT.
Og víðari sigur hann, at hann avgjørt ikki heldur tað vera serliga smart av málverjanum, soleiðis at fara í fjølmiðlarnar við sjónarmiðjum sínum.
- Soleiðis spælir klaverið ikki í FCK, og eg haldi, at Rune tekur eina stóra risiko við at handla soleiðis. Í FCK plaga vit vanliga ikki nýta okkum av hóttanum, men tað er klárt, at bæði leiðsla og venjari hyggja longur fram í tíðina enn hálvt ár. So um Rune ikki longur hevur hug at spæla her, so mugu vit aktivera nakrar av teimum ætlanum, sum annars hava verið liggjandi í skuffuni.
Við hesum seinasta sipar ítróttarstjórin uttan iva til, at um málverjin ikki leingir sáttmálan, skal hann ikki rokna við einum plássi í hópinum hjá FCK, tá kappingin verður uppafturtikin í vár, og so er spurningurin, um hetta samstundis er ein hóttan til aðrar, sum í løtuni eru í sáttmálasamráðingum.