óseriøsan og sambandssinnaðan, eftir at Bjarni Djurholm í blaðnum í gjár førdi fram, at fullfeldisætlanin eigur at speglast í fíggjarpolitikkinum, men at tað ikki hevur verið at sæð enn á fíggjarlógini, ið er [...] fíggjarlóg at hækka við, sigur Karsten Hansen, at tá Bjarni ikki kennir tølini, so er best at lata vera við at gita um hesi. Karsten Hansen sigur um tær 200 milliónirnar, sum Bjarni Djurholm vísir á, at fíggjarlógin [...] Djurholm. - Bjarni Djurholm roynir av øllum alvi at fáa ilt í samgonguna og nýtir eitthvørt høvi at sáa ósemju í, sigur Karsten Hansen. Karsten Hansen heldur, at hetta má standa til Bjarna sjálvan, men fíg
lítið at gera tíðarætlan fyri eitt hálvt ár upp til oyggjaleikirnar. Tað hevur so sera stóran týdning at arbeiða miðvíst, og hálvt ár er ov stutt at arbeiða út frá. Gunnar Gregoriussen vísir á, at tað sjálvandi [...] burturi, sigur Gunnar Gregoriussen, sum vísir á, at tað hevur sera nógv at siga, at føroysku badmintonspælarar eins og so nógv onnur ítróttarfólk fáa høvi at kappast móti ítróttarfólkum úr øðrum londum so [...] har er helst lítið og einki at gera. Á badmintonlandsliðnum eru sum sagt seks »nýggir« spælarar, og Gunnar Gregoriussen sigur, at sum heild er hann positivt yvirraskaður av, at tey komu so langt í einst
ivaleyst vera rætt at nýta orðið goymd, tí plássið var so mikið lítið, at meginparturin varð lagdur niður í kistur ella á einhvønn annan hátt beindur burtur, soleiðis at ógjørligt var at læna bøkurnar út [...] viðtikið eftir áheitan frá Tillisch, amtmanni, at stovna Færø Amts Bibliothek, at royna at skapa fíggjarligt grundarlag fyri rakstrinum av savninum og at fáa bygt eini bókasavnshús. Í sama ári vóru fy [...] úr jarðarbókagrunninum - at gjørligt var at fara undir nýggju bókasavnshúsini, sum longu vóru liðug í oktober 1829 - 50 m2 til støddar. Tað má sigast at vera eitt satt bragd, at tað eydnaðist hesum monnum
sfólk) halda, at tað var himmalrópandi órættvíst, at HB vann, tí B36 hevði alt spælið og allar kjansirnar í seinna hálvleiki. Onnur (HB-viðhaldsfólk) siga, at tað var í fínasta lagi, at HB vann, tí teir [...] tá bert annað liðið var áhugað í at fara fram á vøllin og royna at fáa mál, meðan hitt var nøgt við at verja um sína tepru leiðslu. Í byrjanini var einki, sum bendi á, at tað skuldi fáa ein so óáhugaverdan [...] og megnaðu at halda sítt egna mál reint. Øll hava rætt. Heilt síðani fótbóltsspælið varð uppfunnið, hevur tað bert gingið út upp á eitt: At vinna. Tað visti HB, og HB vann ? uppiborið (!). At tað so var
ir valt at hava nýggjan toastmastara at greiða frá hvørjir bólkar, ið spældu og harumframt at skemta eitt sindur innímillum. Nú kendist eg við Yan Swan úr Svøríki frá fyrr av, og eg skilti at hann nú býr [...] eitt sindur, tí tað at spæla undir hjá Charlie er nakað fyri seg og eigur ikki at takast sum nøkur neyðloysn, av tí at eingin annar møguleiki er. Charlie er so frægur meistari, at hann kann spæla saman [...] týðuliga, at her var hann á heimavølli. Tónleikararnir vóru frálíkir og fingu rættuliga alt at ljóða sum tað átti. Óansæð um løgini vóru still og friðarlig ella gingu við fullari ferð, so megnaðu teir at halda
í ár. Eftir leikskránni átti at verið so, at fuglfirðingar høvdu ein dyst eftir, og tí átti, av røttum, eitt sindur av spenningi at verið um dystin móti Fleyr, men av tí at fuglfirðingar høvdu flutt seinasta [...] Fleyr og tað eydnaðist at vinna settið 15-13. Sama mynstur Annað sett gekk á leið, sum tað fyrsta. Fleyr royndi hvat teir kundu, og í byrjanini sá út til at tað fór at eydnast teimum at sleppa frá fuglfirðingum [...] ætlaðu at lata Fleyr nakað sum helst. Hóast Fleyr var liðið, sum byrjaði dystin best, so vístu fuglfirðingar, at teir eru framúr knáir, tá teir eru aftanfyri. Móttøkuspælið hjá ÍF var einki at reypa av
Og so kann vera tungt at koma heimaftur. Fyrst skulu teir um Sundið og síðan at bera. Trygvi greiðir skemtandi frá, at teir plaga at royna at fáa so mikið, at teir ikki orka at bera alt sjálvir. »So hava [...] dýrdarveðri stevndu fólk til Tjørnuvíkar sunnudagin. Nú var endiliga líkt til, at tað fór at eydnast at sleppa í Stakkin, eftir at avlýst hevði verið tveir fylgjandi sunnudagar. Og sanniliga eydnaðist tað hesaferð [...] ára gamal og fýrir ikki fyri at halda í brekkuna. Ája, vit ragga okkum niðan brekkuna móti Torvadali. Blaðmaðurin sleppur við teimum, sum undan fara, soleiðis at til ber at taka nakrar myndir av flokkinum
plagdi at siga. Martinus og skiparaeinkjan gjørdust so mikið væl, at einkjan gav Martinusi skiparapappírini hjá manninum. Og so fór Martinus at útvega sær skiparakjans. Tað var so skjótt, at hann hevði [...] jú, helt reiðaravirkið. Men veruleikin var tann, at Martinus hevði ikki ánilsi av nøkrum, sum hevði við ?brúnna³ at gera. Og av tí, at hann ikki tordi at syrgja fyri nøkrum, tá skipið skuldi fara úr havnini [...] bygdini. Tí er stutt hjá honum at ganga hagar flestu tiltøkini á Sundalagsstevnuni eru. Og hann ætlar sær í fyrsta lagi at hyggja at kappróðrinum. Ofta endar tað við, at eg eisini eri í dansinum, sigur
vísti seg at vera ein held av sama slag. Tað var ikki sørt av eini opinbering fyri hetlendingar, tá Rasmus so fór at greiða frá, at í Føroyum verða heldir brúktar at bera hoybyrðar við, og at talan tískil [...] brúka tey ókarðaða ull at tøva við, sum gevur tøvda plagginum ein heilt annan struktur og fær teg at hugsa øðrvísi um møguleikarnar. Júst innan tøving hava hetlendingar lært meg, at møguleikarinr í grundini [...] øllum at døma eru eisini hetlendingar sannførdur um, at meðan tey hava møguleikarnir hava føroyingar fólkið og kreativa hugflogið. Tí vilja tey á Shetland College heldur enn fegin hava føroyingar at taka
odda 10-5, og havandi í huga at Neistin hevði sera trupult við at finna vegin til meskarnar, var ilt at ímynda sær, at havnarliðið skuldi fáa gestirnar aftur. Heimaliðið royndi at koma aftur í aftur, men til [...] málinum fyri. Manglandi eydnan við at finna vegin til meskarnar byrjaði eisini at síggjast aftur á leikarunum hjá Stjørnuni, ið gjørdust ikki sørt fjáltursstungnar. At trupulleikarnir við álopsspælinum [...] fremst av, at verjan hjá kvinnunum úr Klaksvík stóð seg minst líka væl sum tann hjá Neistanum. Verjuspælið hjá báðum pørtum var kontant uttan at verða ófantaligt, og tað var sjón fyri søgn, at báðir partar