Bjarni er óseriøsur og sambandsmaður

Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, heldur, at fíggjarnevndarformaðurin Bjarni Djurholm er óseriøsur og sambandshugaður og at hann óttatst fullveldi, og nýtir eitthvørt høvi at sáa ósemju í samgonguni. Hetta sigur Karsten Hansen, eftir at Bjarni Djurholm í Sosialinum í gjár førdi fram, at fullveldisætlanirnar ikki síggjast aftur í førda fíggjarpolitikkinum

Karsten Hansen heldur fólkafloksmannin og fíggjarnevndarformannin Bjarna Djurholm vera óseriøsan og sambandssinnaðan, eftir at Bjarni Djurholm í blaðnum í gjár førdi fram, at fullfeldisætlanin eigur at speglast í fíggjarpolitikkinum, men at tað ikki hevur verið at sæð enn á fíggjarlógini, ið er vaksin við 200 milliónum krónum.

Bjarni eftirlýsti samanhang ímillum fíggjarpolitikk og fullveldisætlan og helt, at vit liva í dreymaverð, har vit skulu ráða og onnur gjalda.


Sambandsmaður

- Maðurin er óseriøsur og hevur eittans endamál, nevniliga so ella so at koma fullveldinum til lívs, tí hann er sambandsmaður og ræðist fullveldi, sigur Karsten Hansen í viðmerking til orðini hjá Bjarna Djurholm.

- Bjarni Djurholm roynir av øllum alvi at fáa ilt í samgonguna og nýtir eitthvørt høvi at sáa ósemju í, sigur Karsten Hansen.

Karsten Hansen heldur, at hetta má standa til Bjarna sjálvan, men fíggjarmálaráðharrin heldur Bjarna Djurholm ikki nýta tíðina til nakað uppbyggjandi.


Fólkaflokkurin eigur hækkingarnar

Viðvíkjandi teimum 100 til 150 milliónunum, sum Bjarni væntar komandi fíggjarlóg at hækka við, sigur Karsten Hansen, at tá Bjarni ikki kennir tølini, so er best at lata vera við at gita um hesi.

Karsten Hansen sigur um tær 200 milliónirnar, sum Bjarni Djurholm vísir á, at fíggjarlógin er hækkað við, at eini 80 til 90% av hesum eiga landsstýrismenn úr flokkinum hjá Bjarna Djurholm, Fólkaflokkinum.

- Eg skal ikki blaka ábyrgdina frá mær, men tað er á teirra økjum, at játtanin ikki verður hildin. Men vit hava gjørt semjur um tær hækkingar, ið hava verið, og tær eru samtyktar í Løgtinginum. Men tað snýr seg m.a. um meira pening til verjuskip, til sandoyarferjuna, til kommunurnar og so framvegis. Hetta er alt peningur, ið Fólkaflokkurin umsitur, sigur Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri.

Hinir landsstýrismenninir hava nýtt nakarar helt fáar milliónir. Í samband við oljuna eru nakrar fáar milliónir nýttar, men tað varð avtalað fyri tveimum árum síðani, tá markið millum Føroyar og Bretland kom á pláss. Hetta er alt gjørt í semju, og tað er av týdningi at leggja dent á, at eitt samt landsstýri hevur samtykt hækkingarnar, ið eru komnar, sigur Karsten Hansen.

Tá Bjarni Djurholm førir fram, at Fólkaflokkurin tekur undir við fullveldi, men bert við ógvusligum inntrivum á lønar- og skattaøkinum, metir Karsten Hansen, at hetta bert eru treytirnar, ið Bjarni sjálvur setir fyri at taka undir við fullveldisuppskotinum.

- Fíggjarlógaruppskotið, sum nú er gjørt, er samtykt í landsstýrinum og parturin av Fólkaflokkinum, sum er í Tinganesi, tekur undir og hevur skrivað undir, vísir Karsten Hansen á.


Ikki bein í

Karsten Hansen vísir avgjørdur aftur, at Bjarni Djurholm hevur rætt í sínum sjónarmiði um, at fullveldisætlanin ikki speglast í búskaparpolitikkinum.

Hatta er ikki rætt og hasum hevur hann ikki bein í. Hyggur ein eftir, so er almenni parturin lutfallsliga vorðin minni partur av landsbúskapinum, enn hann var frammanundan og tað kann prógvast, men kanska er rættast at goyma orðadráttin um hetta, nú fíggjarlógin kemur fyri, heldur Karsten Hansen.

Bjarni Djurholm segði í blaðnum í gjár, at vit í Føroyum liva í dreymaverð, sum um vit vilja hava onnur at gjalda, men vilja hava vald sjálvi. Men hesum vísir Karsten Hansen aftur.

- Nei, tvørturímóti. Í sjeyti og áttatiárunum vunnu vit nógvan pening, men nýttu hann allan. Politikarar tóku stór lán og nýttu eisini tann pening, ið vit ikki áttu og hetta veit Bjarni Djurholm eisini. Í dag vinna vit nógvan pening, men vit nýta nógv minni, enn vit vinna, og tað kann ikki vera negativt, heldur Karsten Hansen.

- Høvdu vit gingið øllum umbønum frá politikarum, m.a. úr Fólkaflokkinum, á møti, so hevði fíggjarlógin hækkað við fleiri hundrað milliónum, vísir Karsten Hansen á.


Letur til síni egnu

Karsten Hansen vísir á, at fíggjarnevndarformaðurin ikki er so sparin, tá partamenn hansara skulu hava pening.

- Sjálvur var eg burturstaddur nakrar dagar fyri tíð síðani. Tá hevði Bjarni Djurholm kallað fíggjarnevndina saman, uttan at Fíggjarmálastýrið og fíggjarmálaráðharrin vistu av hesum, tí eyka peningur skuldi játtast til sandoyarferjuna. Hetta hevði ikki verið viðgjørt, men ein av hansara nýttist peningin og hann fekk nevndina at koma til Havnar uppá "forventet fangst", uttan at málið hevði verið í Fíggjarmálastýrinum. Eg frætti hetta í Keypmannahavn og fekk steðga hesum, sigur Karsten Hansen, ið enn ikki hevur sæð málið.

- Mannagongdin hjá fíggjarnevndarformanninum er tann, at hann biður landsstýrismenn bara koma til sín, so verður málið viðgjørt í fíggjarnevndini. Sum oftast fái eg steðga hesum, men tá tað so kemur til fíggjarnevndina, so fer hann í fjølmiðlarnar og sigur seg hava avvíst málið, sigur Karsten Hansen, ið ivast í, um fíggjarnevndarformaðurin hevur trongd at markera seg.

- Hann vísir ikki á nakað positivt og hevur ístaðin valt at vísa á tað negativa og skal ein vera negativur og yvirliva, so má ein vera tað alla tíðina, sigur Karsten Hansen.


Ikki sum samgongulimur

Karsten Hansen heldur vera rætt, at orðini hjá Bjarna Djurholm ikki ljóða, sum orðini hjá einum samgongulimi.

- Eg havi ongantíð kent hann sum ein samgongulim. Hann atkvøður fyri, tá samgonguuppskot eru fyri, men uppførir seg altíð sum ein, ið hevur yvirhálað andstøðuna, sigur Karsten Hansen.

- Eg frætti sum fíggjarmálaráðharri einki frá fíggjarnevndarformanninum Bjarna Djurholm. Hann sigur ikki, at vit skulu ella kunnu gera so ella so. Tað eg frætti, tað frætti eg frá tingsins røðarapalli og tá hevur hann á nærum øllum tingfundum eitt hav av spurningum til mín, sum hann kundi havt spurt frammanundan og spart tinginum, samgonguni og sær sjálvum fyri tíð og órógv, heldur Karsten Hansen.

- Ein byggir einki upp við at kasta við runu, sigur Karsten Hansen, ið heldur trupulleikan vera, at fígjjarnevndarformaðurin er ikki ábyrgdarfullur og hann óttast fullveldi.