rós uppiborið. Men um eg flyti meg yvir í ekstrema bólkin. So vil eg siga, at um banniorðini vóru skerd, so hevði tað ikki minkað um listarliga avrikið, og færri fingu ilt í reyvina. Tit søgdu í seinastu [...] eru loyvd ella ikki handan portrið hjá Sankta Pæturi, men tey um tað. Eg vóni ikki at sankta Pætur hyggur eftir, um ð er sett á rætt stað, tí so er eingin møguleiki hjá mær í glæstriborgini. Moldvarp Føroya [...] er flott klárað at gera slíkt megnarverk so bíliga. Moldvarp Føroya er skemt “LIST” á sera høgum støði. At byrja við hveptist eg við, men samanumtikið skulu tit frá mær fáa besta karakter við píli uppeftir
men sorgarleikurin er hópin meira fløkttur enn so og kann enda í átrunaðarligum heimsbardaga, um ikki partarnir onkursvegna finna saman – um ikki annað, so í duldum – tí við vápnamegi ber als ikki til at [...] vápnamegi, so títt og knapt sum oljuflóðin stóð í vanda – alt undir kávalæti um frælsi til fólk landsins. Hesar hundraðtals milliónir av fátækrafólki hava í roynd og veru næstan onga aðra vón um frægari tilveru [...] gav at bíta, tá eg hevði at einum luristana, sum fór í so illa við asni sínum, tá tað var um at hokna undir byrðu. »Nógv fyri at hoyra« helt hann, »tit kristnu, sum undir krígnum fyrst gasseitraðu og síðan
Mjølnir lá undan dystinum sunnudagin eitt stig frammanfyri Fram, og tí var talan um ein rættan toppdyst. Men tað varð so sum so við tí. Ikki tí, spælið var gott, og stuttligt er at síggja hvussu væl flogbóltur [...] taka, so tað var torført hjá Fram at gera nakað sum helst. Og nú sást trupulleikin hjá Fram so týðiliga. Teir spæla ov nógv uppá Sigmund, at hinir eru púra passivir. Leikararnir hjá Fram eru so stórir [...] dugdu ikki at spæla uttan um blokaduna hjá Mjølni og høvdu tí sera trupult við at vinna nakrar bóltar. Tí var í síðsta settið nærmast talan um uppvísing frá Mjølni. Alt teir fingu hendur á eydnaðist, og tað
Hann fór so við róðrarbáti eina nátt norður. Hon tænti tá hjá prestinum á Viðareiði, so hann mátti heilt norður til Viðareiðis eftir henni. Onkur vildi vera við, at prestur hjálpti henni, so har stóð hon [...] Jørgin fór inn á Kýrheyg at fáa teimum upp í kaggan. Húsmóðirin Elin var á fótum. Hon skuldi siga við hann: "Nú systkinabarnið, tit fara ongan veg í morgun, tit eru alt ov seinir á sjóvarfallinum, líkindini [...] fingið væl av fiski. Fiskin avreiddu teir á Selatrað og so aftur á Nes. Um summarið, tá ið róð var við smábáti, og synir hansara vóru komnir so mikið til, at teir kundu koma við á bát, róði Jørgin mest
krónur um mánaðin. Er hetta rætt verður tað góðar kr. 900 um árið. Tað var ikki so galið. Til sammetingar kann sigast, at sambært Erlendi Patursson: Fiskiveiða-Fiskimenn høvdu um 75% av fiskimonnum um hesa [...] ferðir leggja brøkurnar út, so hann kundi sleppa í buksurnar. So sigur Jóan Magnus, at hann mátti koma niðan við til hús, so hann kundi geva mammu boð um at beina fyri fløskuni, um tað hendi nakað óvanligt [...] samdir um, at skuldu teir bjarga lívinum á pápa, máttu teir taka beinið. Men tað vildi pápi ikki, og hann segði korta nei. Hann gav greið boð um, at "tit kunnu taka høvdið, men beinið sleppa tit ikki at
Prátað verður um alt millum himmal og jørð og ikki bara um hina gomlu, sum vit skilja situr inni í stovuni. Miu hava vit ikki heilsað upp á enn. Her er so hugnaligt at sita, og prátið gongur nú so væl, at vit [...] Minnist væl Við tað, at Mia hoyrir illa, er ikki so lætt at samskifta við hana, men tey, sum kenna hana og eru um hana um dagarnar, kunnu saktans tosa við hana um tað dagliga. - Hon minnist væl, sigur Andrass [...] prátingarsamur og spyr, um vit ikki hava hitt hvønn annan nýliga. Jú, eg beri kenslu á mannin og spyrji, um hann nýliga hevur verið í brúdleypi í bygdarhúsinum í Leirvík ? og so fellir 5 oyrað. Tað er har
sjálvi vóru vit ikki ment at hugsa so frægt sum at fara biðja um hjálp. - Í slíkum førum má hjálpin leita offrini upp, tí offrini orka ikki at hugsa so langt. Hinvegin fingu tey stóra og góða hjálp frá vinfólki [...] - Eg hugsi um mín deyða son hvønn einasta dag. - Eg hugsi um, at nú hevði hann verið sjey ár og hevði farið í annan flokk eftir summarfrítíðina. - Og eg hugsi um, hvussu hann hevði sæð út og hvat hann [...] Áðrenn Jens Harry varð lagdur í kistuna, fingu vit tilboð um at lata hann í tey klæðir, vit vildu, men tað hildu vit ikki at vit skuldu. Beinta sigur, at tey fingu kreppuhjálp tað fyrstu tíðina, har sál
her sat. Tað er sum um hitin kølir sinnið, heldur enn tað øvugta so løgið tað kann ljóða. Tað var so í hesum umhvørvinum, at eg koma at kenna Gudmund. Nú hann er farin irðir tú um, at tú ikki oftari lýddi [...] hitarúminum kemur oftani so mangt áhugavert og stuttligt fram. Her finnur tú bæði gaman og álvara. Her finnur tú høgar og lágar, sum bráddliga allir gerast javnlíkar bæði so og so í tí nakna umhvørvinum [...] eisini tykjast so lítisvert og innantómt nú aftaná at bera Gudmundi nøkur góð orð. Hann er jú farin, men vónandi kunnu hesi fáu orð lívga hjá teimum, sum hava mist ein av sínum nærmastu. At tit vita, at Gudmund
lata hana fara, so var hon ómetaliga takksom fyri, at Eileen trívist so sera væl, har hon nú býr. Umframt fýra børn, so untist tað mammu at fáa 10 ommubørn og 10 langommubørn. Henni dámdi so sera væl, tá [...] kjallaranum í heimi okkara, so hjá okkum børnum var altíð lætt at finna tey bæði. Tað kemur mær fyri, at hóast mamma ikki tosaði so nógv um, at hon tíðliga misti mammu sína, so vildi hon ikki, at hennara [...] Hon legði alla orku í at vera um okkum. Tá vit komu heim úr skúla um trý tíðina, so var altíð drekkamuður klárur við heimabakaðum bollum ella onkrum øðrum góðum. Ikki so sjáldan hevði hon bakað pannukakur
iði fram tey árini. Tá var nógv arbeiði í Vestmanna. Tá fingu vit stundir til, at gera onkran túr at fiska síl um kvøldarnar. Tað dámdi John so sera væl. Har uppi á vøtnunum millum fjalla, í tí reinu luftini [...] snøggliga komu so boðini: flyt, klokkurnar ringja til messu. Hesin sangurin eftir stórskaldið J.H.O. Djurhuus rann mær í huga, og helt eg hann passaði, so væl til John Smith, tá eg fekk tey tungu boð, at [...] aftaná strævnan dag. Í Vestmanna fingu vit nógvar vinir, sum blivu vinir okkara fyri lívið. Trúgvir sum vestmenninga eru. Nú vit vóru komnir í búnan aftur tosaðu vit ofta um tíðina í Vestmanna hvussu gott