var okkurt málið lagt fram í fjør, uttan at tað eydnaðist at gera tey liðug, so tey máttu leggjast framaftur nú. Og hann heldur ikki, at tað er so ónátúrligur teknikkur í málinum um skattalætta til sjófólk [...] atfinngingum hansara um, at summi av teimum málum, sum vórðu samtykt í tinginum nú beint fyri ársskiftið, hava ikki fingið so neyva, politiska viðgerð, sum tey áttu at fingið. Men um tað er beinleiðis lógarfusk [...] Tað er ein meting. Eg eru nú heldur ikki samdur við Jóannes Eidesgaard, at talan er um so nógv mál, sum hava fingið so út av lagi vánaliga viðgerð. Men tað er rætt, at málini eru ikki viðgjørt í smálutum
stýrisskipanarlóg. Men um so er at vit líta í eitt danskt lógarsavn, so stendur eingin heimastýrislóg har stýrisskipanarligar lógir standa. Skulu vit finna heimastýrislógina, so noyðast vit at leita har [...] danski forsætisráðharrin er farin um mark. Fyri brátt trimum árum síðani, tann 1. mai 1995, fekk hann bræv frá skrivaranum hjá drotningini, har hann fekk greið boð um, at tað var hann, sum skuldi taka [...] sum so sjálvandi læt Nýruppi tær, men tann 14. september 1995 hevði hann tann frekleika at læta eitt av skrivstovufólkum sínum svara okkum, at vit ikki fingu tann tjóðfund, sum vit høvdu biðið um. Harvið
maskinbyrsu, so fari eg at gera viðmerkingar til nøkur av hesum vilstu skotum. Okkurt skot er beinleiðis margháttligt - eitt nú, at tað er skeivt at skriva ættarsøgur og bygdarsøgur, tí tær gera so stóran skaða [...] ella í hvussu so er, mest originala úrslitið av føroysku kreppuni«. Sum tú kanst siga tað, Jóannes! Eg loyvi mær at tríva í tættir í ummælinum: »Motivið er rættiliga traditionelt« - ja, so sanniliga. Myndevnið [...] traditionel. Men myndevnið er eitt - listin er tað, ið um ræður. Ein skál við appelsinum ella ein genta, ið vaskar hár fara at vera góð myndevni, so leingi appelsinir og gentur eru til. Listafólk eru ymisk
hann doðyi. Tá var hann framvegis sera fittur. Hann vildi sleppa heim so hann kundi halda áfram við sínum politiska arbeiði. Hann sá fram til fundin sum Nyrup Rasmussen skuldi hava við tingmenn. Sovæl í hesum [...] Skjótt er Harranum um. Longu dagin eftir var hann farin. Ernst var giftur við Biritu, sum er úr Vági. Tey áttu tveir synir. Ikki minst er saknurin heima, tí Ernst var eitt familjumenniskja um nakað. Ernst var [...] Hóast Ernst búði meginpartin av lívinum í Havn, so var hann tó ein rættur nólsoyingur. Tíðliga lærdi hann lívsins álvara at kenna, tá hann sum 2 ára gamal gjørdist móðurloysingur, tá mamman doyði í barsilssong
vit eru so nær knýtt at náttúrutilfeinginum. Búskaparliga, eru vit tætt knýtt at fiskivinnuni. Eisini arbeiða vit við at útvinna ráevni úr undirgrundini. Tí er henda gransking so týdningarmikil. Um undirgrundina [...] ríkisfundinum. Hann segði millum annað: - Í hesum tíðum, har so nógvur ófriður og kríggj eru ymsastaðni í heiminum, haldi eg, at hesin fundur, sjálvt um tað er ein lítil fundur, skal uppfatast sum ein góður vilji [...] at bøta um. Vit fara ikki inn aftur í ES. Granskingararbeiði Jonathan Motzfeldt nevndi síðani limaskap Grønlands í Nato, og teirra samstarv við USA. Hetta arbeiðið skal í framtíðini halda fram gjøgnum
kappingina. Vit bóru tíðindini um hesar broytingar í blaðnum týsdagin, og tær hava við sær, at luttøkan verður minni krevjandi bæði ítróttarliga og peningaliga, tí nú verður talan um Cup-skipan frá byrjan av [...] hava sannað, at tað kostar. Alt hetta hevur havt við sær, at vágbingar hava ivast í, um teir nú skuldu taka av tilboðnum um at spæla í Intertoto-Cup. Men tað ætla teir at gera, og tá FSF 30. januar skal gera [...] árið á rað við í toppinum í bestu fótbóltdeildini í fjør. Fyri tveimum árum síðani náddu teir ikki fram millum liðini, sum vunnu sær rætt at luttaka í europeiskum kappingum, men í fjør eydnaðist tað at
Gongur, sum Fótbóltssambandið ætlar, so verður ein altjóða fótbóltskapping á graslíkisvøllunum í Gundadali seinni í ár. Tað snýr seg um EM undankappingina fyri U-16 landslið. Lutakastið til undankappingina [...] siga, at norðmenn, finnar og walisar kenna allir til umstøðurnar í Havnini, bæði tá tað ræður um vallirnar og um umstøðurnar fyri uppihaldi og øðrum, sum er av týdningi í sambandi við eina sovorna kapping [...] okkum. Men vit vera ikki vónsviknir, um vit ikki fáa vertsskapin. Vit hava víst ein góðan vilja, og tá mótstøðulondini hava víst áhuga fyri at koma henda vegin, so ber tað ikki til hjá UEFA at skjóta seg
ikki sitið ov væl um sátt, men seinnapartin í gjár fingu teir kortini høvi at tosa saman. ? Vit hava eisini tosað um bankamálið, og Javnaðarflokkurin hevur greitt mær frá teirra hugsan um gongdina síðani [...] Nei, tað gera vit kortini ikki. Men eg eri sera fegin um, at føroyski Javnaðarflokkurin, Jóannes Eidesgaard, Marita Petersen og hini - heva tosað so beinleiðis við meg - eisini kritiskt, sigur forsætisráðharrin [...] havt ein góðan fund, ein opinskáraðan fund, har føroyski Javnaðarflokkurin hevur havt høvi at føra fram sín kritikk. Hetta sigur danski forsætisráðharrin og formaðurin í danska Javnaðarflokkinum, eftir
sum Javnaðarflokkurin førdi fram. ? Tað er klárt, at hann hevur sítt at verja, men á henda hátt fingu vit høvi at greiða honum frá okkara støðu, og so fær hann nakað at hugsa um. ? Eru viðurskiftini millum [...] svull, so krevur tað ein innsats frá báðum pørtum, sum byggir á respekt hvør móti øðrum. Hetta er fyrstu ferð, at Javnaðarflokkurin hevur havt høvi at greiða forsætisráðharranum frá uppskotinum um eina [...] sjálvstýrislóg, sum Javnaðarflokkurin hevur tosað um seinnu árini. ? Vit góvu honum eintak av uppskotinum um setan av sjálvsstýrislóg, og greiddu honum frá, at vit í løgtinginum arbeiða við at fáa ein
fótbólti, at fyrireikararnir halda so fast um, at rennibreytin má og skal leggjast við nýggja fótbóltsstadion?ið í høvuðsstaðnum. Enn er onki veruligt argument komið fram, sum talar fyri, at rennibreyt má [...] Latið okkum taka fram nøkur dømi um vøllir við og uttan rennibreyt, har føroyskir fótbóltsleikarar hava spælt og spæla: 1.í tí lítla landinum San Marino er eitt stadion við rennibreyt, ið, so vítt eg minnist [...] ikki vilja broyta sínar annars frálíku tekningar og modell. Ein hoyrir fólk tosa um at gera rennibreytina við Tórsvøll so smala sum gjørligt (møguliga við færri rennibreytum v.m.?) Hetta er tokutala og