sigur uttanríkisráðharrin. Hon vísti á, at bæði Týskland og ES gjørdu alt tað, tey megnaðu í royndini at forða fyri krígnum. - Men, russiski forsetin var avgjørdur um, at hann skuldi leypa á, segði Annalena [...] sum ber hesi tíðindi. - Tað einasta, sum Vladimir Putin hugsar um, er at oyðileggja Ukraina, sigur hon. Útsøgnin er borin fram undir einari vitjan hjá týska uttanríkisráðharranum í Portugál. Annalena Baerbock
Í tíðindaskrivi frá Tutl stendur soleiðis: Hon bleiv funnin til útgrevsturin av jørðini undir Strúkijarninum á Reyni, nú húsini standa í umvæling, og fornfrøðingar hava varliga pussað støvið av vinylinum [...] vinylinum, sum tó er ov illa viðtikið at massaprodusera. Tí verður hon einans útgivin digitalt í fyrstu atløgu. Talan er sjálvandi um 111 góðir dagar – the soundtrack! Føroyski kultfilmurin frá [...] og Per I. Højgaard Petersen á einstøkum løgum. Tað er eisini Per I., sum hevur ljóðblandað, meðan Hans Poulsen hevur meistrað løgini. Lurta eftir 111 góðir dagar
ára gamla Milja Reinert Simonsen fekk ein hálvan tíma á vøllinum, og staðfestast má, at hon gagnnýtti hann væl. Hon bæði skoraði sigursmálið til 2-1, og vann føroyska liðnum eitt brotsspark, sum Rannvá B
sveinbarn, skal hon vera órein í sjey dagar; á áttanda degi skal sveinurin verða umskorin; síðan skal hon sita heima í tríati og triggjar dagar. Og tá ið reinsunardagar hennara eru úti, skal hon bera prestinum [...] og varð hildin til minnis um, at Maria fjøruti dagar eftir, at hon hevði átt son sín, fór við honum niðan til Jerúsalems fyri at føra hann fram fyri Harran; sagt verður frá hesum í Lukasar evangeliinum [...] brennioffur og dúvuunga ella turtildúgvu sum syndaoffur: – Seinni verður sagt: Men eigur hon ikki fyri lamb, má hon taka tvær turtildúgvur ella tveir dúgvuungar, annan sum brennioffur og hin sum syndaoffur
ferðini í Føroyum hevur hann ein hjálpara. Hon eitur Josh Tuutsi, og sambært Tom so hevði hann als ikki kunnað ferðast sum hann ger uttan hana. Hon er mínir armar og mínar føtur, sigur hann, men sjálvandi ikki [...] flest. Men tá hann varð níggju ára gamal fekk hann staðfest vøddasvinn. Tom fór til kanningar, tí hann ikki megnaði tað sama sum javnaldrarnir, tá tey høvdu ítrott í skúlanum. Tíbetur fyri hann, so menti sjúkan [...] sær. Tónleikin, hann sjálvur kallar fyri norðurlendskar ljóðmyndir, tí hann ynskir at skapa nakrar huglagsmyndir fyri áhoyrarafjøldini. Hóast Tom Sonntag er trúgvandi maður, so sær hann tað ikki sum sína
til 1997 var Hans Kristiansen urguleikari. Í dag hevur kirkjan ikki urguleikara. Í 1998 fekk hon elektroniska urgu, har sálmaløgini eru spæld til á fløgu. Tað er urguleikarin á Eiði, Hans Erland í Brekkunum [...] Síðani hon varð vígd fyri 75 árum síðani, hevur Gjáar kirkja havt tríggjar klokkarar, tríggjar deknar og fýra urguleikarar. Sofus Debes var fyrsti klokkarin í kirkjuni, og hann røkti klokkarastarvið frá [...] tríggir í Gjáar kirkju. Frá 1929 til 1958 var Petur Christian Joensen deknur. Eftir hann kom Svend Joensen, og hann røkti deknastarvið í 41 ár til 1999. Tá tók Poul Johannes Johannesen við sum deknur,
men tað var óvanliga torført at finna fram til hann. Men seinasta sunnudag eydnaðist tað umsíðir. - Hon var ovurfegin, tá hon hoyrdi, hvat eg vildi. Hon hevði ongantíð gloymt Pápaleysa, so nú eri eg í [...] allar figurarnar til ljósmyndarøðina, fór aftur til Ísrael, har hon búði. Og stutt eftir misti Ingi sambandið við hana. Sjálvur var hann eisini í gongd við nýggjar verkætlanir og hevði næstan sligið seg [...] í ferð at senda henni nøkur eintøk av bókini við fløguni. Hon hevur nemliga ætlanir um at geva bókina út í Ísrael, so tað verður spennadi at síggja, um tað fer at hepnast betur hjá henni, sigur Ingi Joensen
beina leið til Århus, har hann í 1980 leyk prógv frá Journalistháskúlanum. Meðan hann lærdi og eitt sindur aftaná arbeiddi hann sum freelance journalistur hjá DR TV, har hann eitt nú saman við Preben Heide [...] til Danmarkar, har hann í 1975 leyk studentsprógv frá Birkerød Statsskole. Longu meðan hann gekk í Hoydølum hevði Bogi hug at fáaast við journalistik. Tað kom til sjóndar við, at hann hjálpti til á Tíð [...] fór Bogi at arbeiða í Útvarpi Føroya, har hann var við til at leggja lunnar undir nýggjar aktuellar sendingar. Seinni flutti Bogi í Sjónvarp Føroya, har hann framvegis er millum teir hollastu tíðindamenninar
var bert 14 ára gamal, tá hann fór til skips, og baldist hann á sjónum tá í nøkur ár. Longu sum ungur byrjaði hann at gera vart við seg í fakfelags-høpi, og seinni bleiv hann ímyndin av Føroya Fiskimannafelag [...] Fiskimannafelag og felags formaður í mong ár. Óli hevur altíð verið heilur í tí, sum hann hevur tykist við, og tað eyðmerkti hann sum felags formann. Har hingu eingir lepar við, altíð til reiðar at verja áhugamálini [...] tá blaðið helt uppat. Tað er ikki høvi her at nevna allar tær nevndir, sum hann var í her heima og eisini uttanlanda, har hann altíð vardi áhugamálini hjá fiskimanninum. Eg kom í mong ár í 1980 og 90unum
við Neyst. Hann var av raskastu sjómonnum, kønur við línu, kunnigur sum fáur við leiðirnar, og hann legði nógv til. Men í februar 1909 legðist hann sjúkur, meðan hann varð staddur á Eiði. Hann varð fluttur [...] 1923. Hon var fyrst gift við Mikkjal Godtfred * 30 Nov 1906 í Porkeri, † 06 Okt 1971, og síðan við Hans Pauli Johannesen, * 26 Okt 1917 í Hvannasundi, † 01 Okt 1988. Um Daniel kann sigast, at hann hevði [...] Jákup í Skálavík, hagar hann kom sum ungur. Men hann var ættaður úr Leynum, abbasonur prestin í Kvívík Niels Lassen Holm, sum hevur verið umrøddur í røðini Hendur ið Sleptu. Hann man hava verið systkinabarn