Fyri góðum trimum vikum síðani kom fyrsta før-oyska barnabókin við tilhoyrandi dvd fløgu út. Men hugskotið er gamalt, tí søgan um bókina Trøllið hjá Pápaleysa er eisini søgan um eitt hugskot, sum fá uttan tey, ið áttu tað, trúðu uppá.
Fyri sína tíð
Uttan iva var hugskotið um eina barnabók við ljósmyndarøð ov langt framman fyri sína tíð tá seinast í 80unum, tá Ingi Joensen á Grafik Studio og russiska Masha Yozefpolsky fyrstu ferð royndu at gera ætlanina til veruleika. Tað eydnaðist í øllum førum ikki at fáa nakran at geva bókina út, og ætlanin varð tískil løgd í skuffuna. Masha, sum longu hevði evnað allar figurarnar til ljósmyndarøðina, fór aftur til Ísrael, har hon búði. Og stutt eftir misti Ingi sambandið við hana. Sjálvur var hann eisini í gongd við nýggjar verkætlanir og hevði næstan sligið seg til tols við, at útgávan nokk ongantíð fór at gerast veruleiki
- Tað vóru heilt aðrar tíðir tá, tí sjálvt um eg longu hevði avmyndað figurarnar, gjørdist ætlanin ov dýr og ov fløkt tekniskt fyri útgevararnar, sum vit spurdu. Nú er øðrvísi. Nú ber stórt sæð alt til uttan stórvegis hóvasták, og tí fekk eg eisini hug at taka Pápaleysa fram aftur, sigur Ingi, sum tískil søkti Mentanargrunnin um fígging til útgávuna. Og nú bar til. Bókadeildin játtaði at geva bókina út, og fyrsta bókin við fløgu á føroyskum liggur sostatt nú í bókahandlinum.
Tað góða og tað ónda
Trøllið hjá pápaleysa er eitt gamalt føroyskt ævintýr av tín klassiska slagnum. Áðrenn tað góða vinnur á tí ónda, má Pápaleysi ígjøgnum so grúiliga nógv ónt, og tað hevur bæði svik, bardaga og blóð við sær. Við ljóðsetingini hjá Jón McBirnie og røddini hjá Páll Danielsen verður dramatikkurin øgiligur í løtum, men Ingi er ikki bangin fyri, at børnini fara at ræðast.
- Eg havi ongantíð hildið at teldur og sjónvarp eru so skaðilig fyri børn, sum summi halda. Hinvegin haldi eg tað vera uppá tíðina, at vit fáa okkurt føroyskt tilfar til teldur, tá børnini nú allíkavæl sita framman fyri telduni, har tey síggja so nógvar útlendskar útgávur av hesum slagi, sigur Ingi.
Uppsporaði Masha
Til søguna hoyrir eisini, at Ingi alt fyri eitt royndi at finna Masha fyri at fortelja henni, at teirra ætlan varð vorðin veruleiki. Ingi visti, at Masha í dag arbeiðir sum listakvinna í Jerusalem, men tað var óvanliga torført at finna fram til hann. Men seinasta sunnudag eydnaðist tað umsíðir.
- Hon var ovurfegin, tá hon hoyrdi, hvat eg vildi. Hon hevði ongantíð gloymt Pápaleysa, so nú eri eg í ferð at senda henni nøkur eintøk av bókini við fløguni. Hon hevur nemliga ætlanir um at geva bókina út í Ísrael, so tað verður spennadi at síggja, um tað fer at hepnast betur hjá henni, sigur Ingi Joensen.










