Síðani hon varð vígd fyri 75 árum síðani, hevur Gjáar kirkja havt tríggjar klokkarar, tríggjar deknar og fýra urguleikarar.
Sofus Debes var fyrsti klokkarin í kirkjuni, og hann røkti klokkarastarvið frá 1929 til 1935. Tað árið tók Benadikt Johannesen við, og hann var klokkari í Gjáar kirkju í samfull 48 ár til 1983, tá núverandi klokkarin Óli Debes tók við.
Í fleiri av teimum smærru bygdunum hevur tað verið vanligt, at lærarin hevur verið urguleikari. Ja, í summum bygdum var tað meiri ella minni ein treyt, at lærarin dugdi at spæla urgu. Síðani 1929 hevur Gjáar kirkja havt fýra urguleikarar, og teir vóru allir lærarar í bygdini. Frá 1929 til 1944 var tað Jóhan Kalsoy, frá 1944 til 1950 Erling Mortensen, frá 1950 til 1951 Poul Eide, og í 46 ár frá 1951 til 1997 var Hans Kristiansen urguleikari.
Í dag hevur kirkjan ikki urguleikara. Í 1998 fekk hon elektroniska urgu, har sálmaløgini eru spæld til á fløgu. Tað er urguleikarin á Eiði, Hans Erland í Brekkunum, sum hevur spælt løgini inn.
Deknarnir hava bara verið tríggir í Gjáar kirkju. Frá 1929 til 1958 var Petur Christian Joensen deknur. Eftir hann kom Svend Joensen, og hann røkti deknastarvið í 41 ár til 1999. Tá tók Poul Johannes Johannesen við sum deknur, og Páll Sivertsen er eykadeknur.
Tvey prestagjøld
Tey fyrstu árini var Gjógv partur av Fuglafjarðar prestagjaldi, men tá Eiðis prestagjald bleiv skipað í 1947, kom bygdin í tað nýggja prestagjaldið. Til 1934 var Carl Sørensen Hvas prestur í Fuglafjarðar prestagjaldi, og frá 1935 til 1947 var tað Hans Ejgil Sand.
Tá Eiðis prestagjald bleiv skipað, var Zacharias Brimnes settur í embæti sum tann fyrsti presturin, og hann røkti embætið til 1967. Frá 1968 til 1970 var Frímann Símunarson á Brúnni prestur á Eiði, og árini frá 1971 til 1983 var tað Petur Martin Rasmussen. Í 1983 varð núverandi presturin Emil Olsen settur í embætið.